mikudagur 4. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Bátafestivalurin
Fyrispurningar eru
Seinastu 15-20 árini eru rættiliga
nógvir virkisbygningar bygdir á
havnalagnum hjá Nes kommunu,
og nú eru so eisini nakrir bygn
ingar komnir upp at standa á
nýggja ídnaðarøkinum.
– Vit fáa framvegis fyrispurn
ingar um byggilendi til nýggj
vinnuvirki, men í løtuni eru
ongar heilt ítøkiligar ætlanir á
pappírinum, sigur borgarstjórin í
Nes kommunu, Símun Johanne
sen.
vilmund@sosialurin.fo
295.000
Hetta er tað, sum Nes kommuna selur grundøkini fyri við Lýðarsveg á Toftum.
Grundøkini eru púrasta klár at byggja á, og við í kostnaðinum eru øll íbindingargjøld
Vilmund Jacobsen
295.000 krónur fyri eitt grundøki,
har klárt er at seta formarnar á.
Er tað nógv – ella er tað lítið?
Tað veldst ivaleyst um fíggjar
ligu orkuna hjá tí, sum ætlar sær
at byggja, og tað veldst ivaleyst
eisini um útlitini fyri at fáa eina
sethúsaogn fíggjaða í einum pen
ingastovni.
Í høvuðsstaðarøkinum hevði
hetta verið eitt rættiliga bíligt
byggiøki – ja, kanska ein lítil
triðingur av tí, sum eitt slíkt øki
hevði kostað har.
Símun Johannesen, borgar
stjóri í Nes kommunu, sigur, at
kommunan hevði tilsamans 25
grundøki við Lýðarsveg. Nøkur
eru umbiðin, og eini sethús eru
bygd. Eftir eru umleið 20 grund
økir, sum bara bíða eftir keypara,
sum hevur hug at byggja og fáa
tað frálíka útsýni, sum er av
Lýðarsvegi.
– Hesi grunøkini eru púrasta
klár at byggja á, og uppi í prísinum
á 295.000 krónur eru øll íbinding
argjøld, sigur Símun Johannesen.
Borgarstjórin sigur annars, at
nógv lív er ikki í sethúsabygging
í kommununi beint í løtuni,
men onkur hús standa í gerð við
Gaddavegin, har annars er um at
verða fullbygt.
Undir Nesinum
Undir Nesinum hevur Nes komm
una eisini eina verkætlan við
byggiøkjum í stoypiskeiðini, og
her verða eini 25 grundøkir tøk,
tá tann ætlanin kann fremjast í
verki.
Símun Johannesen vísir á, at
fólkatalið í kommununi kvinkar
spakuliga uppeftir – um enn
kanska eitt sindur seint.
– Vit eru í løtuni umleið 1270
borgarar í kommununi, og vit
vóna, at enn fleiri barnafamiljur
hava hug at seta seg niður her hjá
okkum.
Borgarstjórin leggur aftrat, at
fólk eru hjartaliga vælkomin at
seta búgv í Nes kommunu.
Vónandi letur virkið
skjótt uppaftur
- Vit hava hoyrt okkurt um, at ætlanin er at lata saltfiskavirkið á Toftum uppaftur
eftir summarsteðgin, men vit vita einki við vissu, sigur borgarstjórin
Vilmund Jacobsen
Saltfiskavirkið á Toftum var ein
partur av Faroe Seafood-sam
takinum, sum fór á húsagang seint
í fjør heyst. Síðan virkið læt aftur
fyri umleið fimm mánaðum síðan,
hevur einki regluligt fiskaarbeiði
verið á virkinum og fleiri av teimum,
sum arbeiddu har, hava ikki verið í
lønandi vinnu síðan.
Tá feløgini Vinnan, Framherji
og Samherji í Íslandi keyptu fýra
virkir og seks skip úr trotabúnum
eftir Faroe Seafood, varð sagt, at
tey virkir, sum teir fóru at lata fyrst
uppaftur, vóru virkið í Saltangará –
og virkið á Toftum.
Nú eru nakrar vikur, síðan latið
varð upp aftur í Saltangará, men
einki røkist fyri, at ein uppaftur
lating á Toftum er so ógvuliga nær.
Í síðstu viku segði stjórin í fe
lagnum, sum rekur fiskavirkið í
Saltangará, Jógvan Dávid Jacob
sen, at óvissa er í løtuni um rá
vørugrundarlagið undir virkinum
á Toftum, áðrenn greiða er fingin
á, hvussu nógv ísfiskaskip fara at
royna eftir makreli í summar og í
heyst.
Stjórin legði eisini aftrat, at tað
er truplari og bindir meiri pening
at starta eitt saltfiskavirki upp enn
eitt vanligt flakavirki.
Símun Johannesen, borgarstjóri
í Nes kommunu, harmast sjálvsagt
at, at virksemi, sum var á salt
fiskavirkinum á Toftum, enn ikki
er komið uppaftur at koyra.
– Eg havi hoyrt okkurt um, at
virkið á ætlandi letur uppaftur
eftir summarfrítíðina, men vit hava
onga vissu fingið fyri hesum, legði
hann aftrat.
Stjórin í felagnum, sum rekur
virki í Saltangará, Jógvan Dávid
Jacobsen, segði, at í prinsippinum
kann saltfiskavirkið á Toftum lata
uppaftur í dag, um tað skal verða.
Hann tordi kortini einki at siga
við vissu um, nær virksemið aftur
verður á virkinum.
vilmund@sosialurin.fo
Í høvuðsstaðarøkinum
hevði hetta verið eitt rættiliga
bíligt byggiøki – ja, kanska
ein lítil triðingur av tí, sum
eitt slíkt øki hevði kostað har
SÍMUN JOHANNESEN
– Vit vóna, at saltfiskavirkið á Toftum letur upp aftur
eftir summarsteðgin, sigur borgarstjórin
n