fríggjadagur 6. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
At tað ber til at finna politisk
ar loysnir uttan at hava eina
meirilutasamgongu, tað hava
vit sæð nøkur dømi um.
Sambandsflokkurin, Tjóð
veldisflokkurin og Javnað
arflokkurin, sum seinasta
mansaldurin ikki hava torað
at gjørt ímóti vilja Fólkafloks
ins á fiskivinnuøkinum, eru
nú so sera samdir í makrel
málinum, at ein nýggja sam
gonga longu er at hóma.
Somuleiðis sóðu vit í gjár,
at tað er sera smart at fáa eld
fim mál samtykt í tinginum
- júst tá eingin samgongu
meiriluti er! Vit hava jú havt
minnilutadiktatur í so nógv
um málum. Ikki bara í rús
drekkamálum, men í fleiri so
kallaðum »etiskum málum«,
hvat tað so enn merkir. Tí er
politikkur ikki etikkur? Ella
er politikkur óetiskur? Jú,
kanska...
Men »hvorom alting er«,
so megnaði ein meiriluti av
løgtinginum at samtykkja
uppskotið hjá Bjørt Sam
uelsen, Kára á Rógvi og
Magna Laksáfoss eina
og aleina tí, at minnilut
adiktaturið ikki virkaði,
tí eingin samgonga var at
seta í veð!
Fleiri av teimum, sum
vilja
hava
blokerandi
minnilutaveldi, royndu at
trýsta – og elvdu teimum
»rætttrúgvandi« í samgong
uni um at trýsta. Men einki
bagdi. Minnilutadiktaturið
er fallið við staðfestingini
minnilutasamgong
uni hjá Kaj Leo
og
Aksel.
Smart
hjá
summum
–
og
keðiligt
hjá
summum...
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vit hava sagt tað fyrr, og vit kunnu
endurtaka tað, at grindadrápið, sum
vit hava kent tað í øldir, helst er á
veg í søguna. Men tað er ikki endilga
tí, at tað skal enda so. Men soleiðis
sum vit hátta okkum – bæði yvir fyri
egnum læknaligum myndugleikum,
móti útlendingum, sum ikki duga
at skilja hesa mentan okkara – og
ikki minst móti okkara egnu vísind
afólkum, so skapa vit fortreytirnar
soleiðis, at tað helst ikki kann enda
við øðrum enn, at grindadrápið fer
í søguna.
Tað nyttar einki, at vit siga, at so
leiðis hava
vit
gjøt
í
tús
und ár,
tí um vit ikki kunnu leggja prógv á
borðið um, at veiðan er burðardygg,
so kann alt gera tað sama. Og tað
nyttar ikki at gera sum í fiskivinn
uni, at grindamenn vita best, tí tað
gera teir als ikki. Eingin veit, hvussu
stórur stovnurin er, og tí er tað av
størsta týdningi, at hann verður
kannaður.
Bjarni Mikkelsen, sum er lívfrøð
ingur á Náttúrugripasavninum sigur
í blaðnum í dag, at tey hava verið klár
í 11 ár við sendarum at seta á eina
grind, fyri at kunna kanna, hvussu
grindin ferðast. Men tey sleppa ikki.
Sýslumenn og grindamenn vilja ikki
lata náttúrugripasavni fáa eina heila
grind at merkja, fyri síðani at sleppa
øllum hvalunum útaftur. Atlitið fyri
lakaíløtunum og grýtunum er størri,
enn fyri at veita vísindunum ta hjálp,
sum kundi bjargað okkum hendan
partin av mentanini, so grindadrápið
ikki fór í søguna, tí at onnur halda
okkum veiða hótt djóraslag.
Men hetta er kanska føroyska
samfelagið í einum nøtuhylki: Eing
in skal koma her og siga okkum, hvar
skápið skal standa. Tað vita vit best
sjálvir...
Og Bjarni Mikkelsen hevur eitt
gott poeng, táhann sigur, at við at
gera meira burtur úr at granska
grind, so kann tað vera ein góður
trumfur mótvegis umhvørvisfel
agsskapum. Á tann hátt kunnu vit
vísa teimum, at vit ikki
bara drepa grind, men at vit eisini
granska í grindini.
Tað kann so bara gagna okkum, at
vit taka slík stig, sum gevur okkum
vælvild úti í heimi. Ikki minst nú, tá
fleiri umhvørvisfelagsskapir hava
boðað frá, at teir ætla sær higar í
summar. Og teir høvdu heilt víst
tikið tað eitt sindur róligari, um tey
tíðindi nú bórust, at føroyingar hava
slept eini heilari grind útaftur – við
sendarum – til granskingarenda
mál.
Eitt er vist, eingin fer at granska
grindina fyri okkum. Gera vit tað
ikki sjálv, so verður tað ikki gjørt. Og
verður tað ikki gjørt, so verður tað
orsøkin til, at grindadrápið um fá ár
fer í søguna.
Eingin fer at granska
grindina fyri okkum
Í orrustuni um næmingin í
Hoydølum, sum varð burt
urvístur, tí hon parkeraði
soleiðis, sum tað ikki hóvaði
leiðslu skúlans, mælti Marj
us Dam studentaskúlanæm
ingunum til uppreistur.
– Tá eg gekk í Hoydølum
fyri eini 30-40 árum síðani
høvdu næmingarnir ikki
funnið seg í slíkum, segði
Marjus Dam við greiðari
tilsiping til tiltikna upp
reistrarsinnaða ungdómin
Hoydølum serliga í seksti-
og sjeytiárunum.
Og rætt hevur hann í tí,
at studentaskúlanæmingar
ikki eru serliga nógv frammi
í samfelagskjaki nú á døg
um. Men hvørja ferð síðsti
skúladagur er hjá 3. g'arum,
so fara tey á barrikadurnar.
Soleiðis var eisini í morgun,
tá tey við blómum, øli og
karamellum
stuttleikaðu
sær við at órógva sera tøttu
ferðsluna á Hvítanesveg
num.
Løgreglan var á staðnum
og royndi sum frægast at
flyta kátu, troyttu og fullu
studentaskúlanæmingar
nar.
Onkur
helt
fyri,
at
kanska átti leiðsla skúlans
at fingið við í reglugerð
ina, at næmingarnir skulu
hava sømiligan atburð – og
virða landsins lógir og um
dømi skúlans, so góðvarin
avbygdarfólk – og hoyvík
ingar, ótarnað sleppa til ar
beiðis...
Ovurkátir studentar
órógvaðu ferðsluna
Sleppið einari grind útaftur
Ein
sera
forkunnug
tónleikaævintýrabók
er
komin út. Tað er sum Rakel
Helmsdal,
sum
hevur
skrivað, Janus á Húsagarði
hevur teknað og Bjarni
Bæk hevur gjørt tónleikin.
Sunnudagin
klokkan
15
letur
upp
framsýning
í
Norðurlandahúsinum,
har
tær 19 myndirnar hjá Janusi
eru til sølu. Klokkan 16 fer
Føroya Symfoniorekstur at
hava aðalroynd, og tá ber til
hjá teimumvitjandi at hoyra
tónleikin. Lesið annars grein
um evnið á síðu 31.
Ævintýrmyndir hjá Janusi
Psyki
atrisk hjálp
Heri Mohr
kjak á síðu 21
Kring
varpið
spælir við
eld
Sjúrður Skaale
kjak á síðu 21
Minniluta diktaturið hoknaði
Løgreglan roynir at fáa ferðsluna at ganga sum frægast
Mynd: Jens Kristian Vang