fríggjadagur 6. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
6
Sosialurin
Nýt frálíka møguleikan, sig gerandisdeg-
num farvæl og løð upp til nýggja viku. Á
snarferð til Íslands við Norrönu eru um-
støðurnar av teimum bestu. Steðgurin
í Seyðisfi rði er 1½ dag, har tú hevur
møguleikan at gista umborð og fara
útferðir í Íslandi (sí www.smyrilline.fo)
ella koyra runt í økinum kring Seyðis-
fjørð.
Á túrinum eru fýra máltíðir íroknaðar,
harímillum sjálvtøkuborð mánakvøldið.
2 VAKSIN
+ 4 MÁLTÍÐIR,
FYRI HVØNN KR. 995
TAK BIL VIÐ FYRI BERT KR. 500,-
SNARFERÐ
TIL ÍSLANDS
FRÁFERÐ
MÁNADAGAR
TEL 34 59 00
WWW.SMYRILLINE.FO
9.-30. MAI
BÍLEGG ÁÐRENN FRÁFERÐ
Matpakki at hava við í land:
3 x sandwich, 1 x køka,
1 x frukt og 1 x juice
BERT
72
Eirikur Lindenskov
E-bøkur floyma inn á mark
naðin, tí tøknin ger tær
lættar at lesa og handfara
á einum I-pad ella øðrum
e-bókalesara. Tær hóska
til tíðina og eru ógvuliga
brúkaravinaligar. Tú kanst
skriva viðmerkingar í tær,
leggja bókamerki í tær,
goyma týðandi leitingar o.a.
Tú kanst í royndum gera alt
tað, tú vanliga gert við eina
vanliga bók, umframt, at
hon leitar tær allar upplýs
ingar fram upp á null kom
ma nix.
Nú hevur SPROTIN slóð
að fyri, at vit eisini kunnu
keypa føroyskar e-bøkur.
Tær lógu snøggar á einum
I-pad, tá ið NÁM læt upp í
vikuni.
Seks tær fyrstu e-bøkur
nar eru gjørdar.
– Tann allarfyrsta var
– reint symbolskt – Bábils
tornið eftir Regin í Líð. Tað
varð gjørt fyri at fagna
slóðaranum, sum skrivaði
okkum fyrstu skaldsøguna í
1909, sigur Jonhard Mikkel
sen á Sprotanum.
At fáa Bábilstornið út
aftur hesa ferð á nýggjastu
tøkni á seinastu I-pad út
gávuni í 2011 var ein máti hjá
forlagnum at fagna teimum,
sum løgdu lunnar undir alt
tað bókavirksemi, ið nú er í
Føroyum.
Undir liðini á i-Padinum
stóð ein innbundin út
gáva frá 1909, sum í einum
vísti okkum á tøkniligu
broytingarnar
seinastu
øldina. Stavirnir í Bábels
torninum, sum í síni tíð
vórðu settir við hond, og
sum tungar pressur trýstu
inn á pappírið við blýggi,
eru nú talgildir. Gráliga,
slitna perman er skift út við
ein e-bókalesara. Broytingin
er næstan ófatilig.
Pappírsbókin
verður
framvegis á marknaðinum.
Teimum, ið dámar at sita
við einari góðari bók, tey
fara sjálvandi framvegis at
gera tað. Men e-bókin hevur
nakrar heilt eyðsýndar fyri
munir:
Eru eyguni viknað, so
fært tú tær júst tað snið og
ta stødd, tær hóvar.
Tú kanst leita eftir ávís
um orði, setningi, broti.
E-bókin finnur tað í stund
ini.
Tú kanst skriva tínar við
merkingar í bókina og finn
ur tær lættliga aftur, tá ið tú
letur bókina uppaftur.
Fert tú at ferðast, fylla
bøkurnar einki í viðførinum.
Gloymt, hvørja síðu tú
vart komin á? E-bókin hev
ur bókarmerki, sum lagt
verður inní sum á vanligum
bókum.
Umframt alt hetta kann
e-bókin hava myndir og
filmsbrot í sær og leinki til
onnur viðkomandi mið.
– Í skúlasamanheingi er
e-bókin eitt fantastiskt am
boð, og okkara spádómur er,
at flestu skúlabøkur verða
e-bøkur um heilt stutta tíð.
Fólk sleppa undan at dragsa
bøkur við sær, sleppa undan
at goyma notatir í ringbind
um, kopiera tilfar. ALT ligg
ur inni á talgildu bókini, sig
ur Jonhard Mikkelsen.
Meira
kunning
um
e-bøkur er á sprotin.fo, har
tú umframt pappírsbøkur,
nú eisini kanst keypa før
oyskar e-bøkur.
Bábelstornið fæst
nú sum e-bók
e-BØKUR Fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið,
sum Regin í Líð skrivaði í 1909, er nú komin
út sum e-bók á forlagnum Sprotanum