Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 16 Sosialurin Kjak Skeri eg teg her, so missi eg teg har Øgiligt hurlumhey, ið stóðst av staðseting av einum fót­ bóltsvølli. Tað stutta av tí langa er, at í býarætlanini er pláss lagt av til ein fót­bólts­vøll við Skúlan við Løg­manna­breyt. Enn hava ongar ítøki-ligar ætlanir verið um at gera vøllin, men trýstið á vøllirnar í Gundadali og á Argjum verður alsamt størri, og tað aktualiserar spurningin um fleiri møgu­leikar. Her kemur staðsetingin av vøllinum í Hoyvíkshaga til orðaskiftis. Summi halda, at ov vindhart og trongt er har, sum øki er lagt av, og víst verður á annað øki í Dalinum Langa niðan frá Hoyvíkar skúla. Tann staðsetingin er heldur ikki uttan ivamál, tí tað økið er lagt sum ein grønur geiri eystanfyri sein­ astu útstykkingarnar í Hoy­ víkshaga. Grønu og óbygdu geir­ arnir úr Sandá í suðri til Dalin langa og Langadal í eystri eru í býarætlanini mettir umráðandi fyri fólk­ sins trivnað og vælveru. So støðan í hesum mál­in­ um kann, hvussu tú vendir tí, leggjast út sum í orða­ takinum: Skeri eg teg her, so missi eg teg har. Kanska hevur málið ikki sama skund, sum bý­ráðslimir hava havt at skriva seinastu dagarnar. Um ikki so langa tíð verður graslíki lagt á Tórs­ vøll. Tað merkir, at í Gunda­ dali verða nógv fleiri vallar­ tímar tøkir til feløgini, sum halda til har. Kortini skerst ikki burtur, at bæði býarskipanarliga, trivnaðarliga og ítróttaliga er tað uttan iva skilagott í framtíðini at gera ein fót­ bólts­vøll í Hoyvík. Sum er hevur høvuðs­ stað­urin nógv minni vall­ ar­kapasitet enn flestu bygd­ir, ið luttaka í fótbólts­ kapp­ingunum. Fylgja vit ikki nøkur­lunda við her, kann tað skjótt elva til, at fótbólts­menningin í Havnar komm­unu steðgar. Tað vil ongin hava sitandi á sær. Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Flott mynd, men ivasom tíðindir ... ein viðmerking til gomul tíðindir í Sosialinum Út móti midnátt, týskvøldið h. 1. februar, sendi eg fjølmiðlum, portalum o.ø. grein, har eg greiddi frá arbeiðinum í stjórnarskipanarnevndini tey 10 ½ árini, eg var virkin har. M.a. skrivaði eg hetta brotið: ”Eg mynstraði av eftir 10 ½ ára starvstíð. ... eftir innanhýsis stríð var arbeiðssjakkið umskipað og nýggjur formaður valdur í oktobur sama ár. Sama dagin fekk eg loyvi frá feløgum mínum, sum tann, ið longst hevði verið við í arbeiðinum, at leggja amboðini úr hond­ um. Hetta var 21. oktobur 2010, eftir 10 og eitt hálvt ( 10 ½ ) ára starvstíð. ” Fáar dagar áðrenn hesa grein, sum øll høvdu høvið at lesa í ymiskum fjølmiðlum, varð eg av sjónvarpinum spurdur um hetta sama, og har fekk eg høvið at greiða frá, hví eg hevði valt at frávelja fundarvirksemi í stjórnarskipanarnevndini. Síðani tá havi eg møtt mong­ um, sum meta meg hava hava víst ómetaligt tol øll hesi árini, har eitt løgtingsumboð fyri og annað eftir løgdu árar inn og fingu onnur at taka yvir arbeiði sítt í hesari maratonnevnd. Tilvitað gloymska á Sosialinum? Løgið at ongin á Sosialinum hevur varnast fráboðan mína- hvørki í sjónvarpinum, í bløðum ella á portalum. Man tað verða tilvitað, so høvið nú býðst at bera hálvan sannleika um, at ” Jenis skulkar hvønn fund ”. Fundir, sum eg greitt og í góðari tíð boðaði frá, at eg ikki komi at luttaka á? Tey, sum verða boðsend at møta í rættinum vita, at tey mugu siga sannleikan, allan sannleikan og bara sannleikan. Kanska kundi sosialurin umhugsa hesa meginreglu næstu ferð trongd kemur á ” at sparka mannin ”. Jenis av Rana, Løgtingslimur