fríggjadagur 6. mai 2011síða 63
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
27
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Downtown Abbey
Stórsligið sjónvarpsdrama, sum gongur fyri seg í
tíðini fyri fyrra heimsbardaga. Oscar-vinnarin Julian
Fellowes hevur skrivað handritið, og uppsetingin
er hugtakandi og dramatisk. Vit fylgja lívinum
á harragarðinum Downtown Abbey, og fylgt
verður við í lívinum hjá bæði familjui og teirra
tænastufólkum. Tað er idylliskt og friðarligt, hóast
spenningar eru í luftini, men fyri framman nærkast
eitt kríggj, sum fer at broyta heimin – eisini á
Downtown Abbey.
Downtown Abbey
Sjónvarprøð á dvd
Finnur í Kollafirði
Finnur Jensen, sum er sangari í bólkinum Páll
Finnur Páll, verður fríggjakvøldið at hoyra í
Kollafirði. Finnur fer at hava konsert á Café Chill,
har tey eisini hava pubquiz fyrr á kvøldinum. Finnur
Jensen hevur javnan framførslur sum solistur, og
hann spælir bæði sangir hjá Páll Finnur Páll og
coversangir.
Finnur Jensen
Café Chill í Kollafirði
Fríggjakvøldið 6/5 kl. 23.00
Water for
Elephants
Djóralæknin Jacob fær av tilvild arbeiði
í einum ferðandi sirkusi. Har hittir hann
Marlenu, sum er stjørnan í sirkusinum, og
hann verður forelskaður í henni. Gjøgnum
teirra alsk til djórini og serliga til fílin
Rosie finna tey meining í sirkuslívinum.
Einasta trupulleikin er August – maðurin
hjá Marlenu.
Water for Elephants
Biograffilmur
Frá hósdegnum 5/5
Dystur um
meistaraheitið
Í Onglandi er spenningurin ovurhondsstórur,
nú tey bæði fremstu liðini í Premier League
hittast til avgerandi dyst sunnudagin.
Manchester United hevur verið greitt á
odda, men hevur nú mist stóran part av
leiðsluni. Chelsea kann við sigri á United
sunnudagin fara fram um United, nú bert
trý umfør eru eftir at spæla. Manchester
United er á heimavølli, og har hava teir
verið í stórformi í hesum kappingarárinum.
Manchester United-Chelsea
Premier League
Sunnudagin 8/5 kl. 16.10
Møllehave í Havn
Kendi danski presturin og rithøvundin Johannes Møllehave kann um vikuskiftið
upplivast í Føroyum. Í næstu viku skal hann við Norrønu á ferð til Íslands, men
sunnudagin verður hann í Norðurlandahúsinum, har hann og føroyski presturin
Theodor Olsen fara at tosa um lívsins viðurskifti.
Møllehave og Theodor
Norðurlandahúsið í Havn
Sunnudagin 8/5 kl. 16.00
Bátafestivalur á Toftum
Hetta vikuskiftið halda tey aftur bátafestival á Toftum. Byrjað verður longu í kvøld, men á
middegi leygardagin verður siglt úr bátahylinum í Skálafirði og út á Toftir, og so verður av
álvara lagt til brots við bátafestivalinum. Umframt hugnan, sum hoyrir til bátaumhvørvi,
verður eisini skipað fyri uppboðssølu, tónleikaframførslum, sølu, undirhaldi til børnini og
dansi.
Bátafestivalur á Toftum
Leygardagin 7/5