Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Úrslitini hjá føroysku svimjarunum, sum tóku lut í Bergen Swim Festival um vikuskiftið, vóru stak góð. Serliga stóð Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, seg væl. Hann hevur av álvara gjørt um seg sein­ astu mánaðirnar. Aftur hesa ferð vóru hansara úrslit góð. Magnus Jákupsson vann trý gullmerki, eitt bronsuheiðursmerki, umframt at hann setti nýtt føroyskt junior­ met. Bjarnason var ikki við Jón Bjarnason er venjari hjá Páli Joensen. Bjarnason noyddist at geva avboð hesaferð, og hann var ikki við á ferðini. Avtala var fing­in í lag við Christian Tessner, sum er høvuðsvenjari hjá Havnar Svimji­felag, at hann skuldi hava evstu ábyrgd­ina av Páli Joensen um viku­skiftið. Hinir sum tóku lut vóru Magnus Jákupsson, HS, Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim. Tvær gull til Pál Pál Joensen vann tvey gull­heiðurs­ merki hesaferð. Hann var fremstur í 200 metra frí og 400 metra frí. Vágbingurin vann á 400 metrum framman fyri danska Anders Lie, sum var nummar tvey, og norska Gard Kvale, sum var nummar trý. Pál Joensen var umleið átta sekund framman fyri nærmasta kapp­ingar­ neytan. Pál Joensen royndi seg í 100 metra frí í gjár, men tað hilnaðist ikki eins væl. Tá var hann nummar fýra. Tveir eru á veg Føroysk svimjing hevur buldrað av­stað seinastu árini. Pál Joensen hevur slóðað fyri, og hann hevur givið heimsins bestu svimjarum skarpan gang í fleiri førum. At før­ oysk svimjing er annað enn Pál Joensen, var kappingin í Bergen eisini greitt dømi um. Umframt Magnus Jákupsson, smæddust Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim, ikki burtur. Teir tóku lut í kappingunum fyri yngru junior­arnar, og teir vunnu eis­ini fleiri heiðursmerki. Tað er greitt tekin um, at Føroyar fara helst eisini at eiga virknan leiklut í svimji­elituni næstu árini. Magnus Jákupsson vann trý gullmerki, eitt bronsuheiðursmerki, umframt at hann setti nýtt føroyskt juniormet Føroyar stóðu seg sera væl Bergen Swim Festival 2011: Fótbóltur Føroysku svimjararnir gjørdu bart í Bergen um vikuskiftið. Føroyar fingu sjey gull­ heiðurs­merki, fýra silvurheiðursmerki, tvey bronsuheiðursmerki, umframt føroyskt juniormet Føroysk svimjing hevur buldrað avstað seinastu árini. Pál Joensen hevur slóðað fyri, og hann hevur givið heimsins bestu svimjarum skarpan gang í fleiri førum. At føroysk svimjing er annað enn Pál Joensen, var kappingin í Bergen eisini greitt dømi um Pál Joensen fekk næstflest FINA-stig á Bergen Swim Festival um vikuskiftið. Vág­ bingurin var sostatt kosin næstbesti svimjarin á stevn­ uni. Pál Joensen var fremstur seinnapartin í gjár. Hann fekk 850 FINA-stig í 400 metra frí. Aschwin Wildeboer, sum fekk silvursheiðursmerki í heimsmeistarakappingini síðsta summar, fekk 869 stig í 50 metra ryggsvimjing. Tá fór hann framum Pál Joensen. Pál Joensen fekk fleiri FINA-stig enn svenska Stefan Nystrad, sum fyrr hevur havt heimsmet í 50 metra frí og 100 metra frí. Hann fekk 845 FINA-stig um vikuskiftið. - uni Pál var næs­t- besti svimjarin FØROYSKU ÚRSLITINI UM VIKUSKIFTIÐ Gull: Pál Joensen, SuSvim . . . . . . Gull í 200 frí, seniorar . . . . . . . . . . . . . 1:48.81 Pál Joensen, SuSvim . . . . . . Gull í 400 frí, seniorar . . . . . . . . . . . . . 3:44.65 Magnus Jákupsson, HS . . . . . Gull í 200 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . . . 2:03.94 Magnus Jákupsson, HS . . . . . Gull í 100 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . . . . 56.45 Magnus Jákupsson, HS . . . . . Gull í 50 firvald, eld. juniorar . . . . . . . . Knock-out Óli Mortensen, HS . . . . . . . Gull í 50 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . Knock-out Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . . Gull í 100 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . . . 55.07 Silvur: Óli Mortensen, HS . . . . . . . Silvur í 200 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . 2:0056 Óli Mortensen, HS . . . . . . . Silvur í 100 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . . 55.20 Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . . Silvur í 200 firvald, yng. juniorar . . . . . . . 2:23.74 Magnus Jákupsson, HS . . . . . Silvur í 50 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . Knock-out Bronsa: Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . . Bronsa í 200 frí, yng. juniorar. . . . . . . . . 2:01.14 Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . . Bronsa í 50 frí, yng. juniorar . . . . . . . . Knock-out Føroyskt juniormet: Magnus Jákupsson, HS . . . . . 200 blanda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08.25