Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 12 Sosialurin kappingin Summar Inni í Kringluni er eitt stórt tal av handlum – í roynd og veru so mangir sum 150, umframt matstovur og tænastur í tí 36.000 fermetrar stóra handilsbygninginum. Her fært tú tann nýggjasta mót­ an og allar tær vørur ið hóska til eina slíka miðstøð – bæði smúkkur, tón­leik, mat, bøkur, drykkivørur, filmar og so framvegis. Allar vørurnar hava høga góðsku, og koma frá so ymiskum lond­um sum Fraklandi, Týsklandi, Ong­landi, Hálandi, Norðurlondum, USA og Italien. Tann størsti handilin í Kringluni er ”Hagkaup”, har ein fær alt tað sum einum tørvar í gerandisdegnum. Umframt handilslívið, verður eisini gjørt nógv fyri at hugna um hjá teimum vitjandi. Tí verður við regluligum millumbilum skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at savna fólk saman. Kringlan í Reykjavík stendur einki aftanfyri aðrar sølumiðstøðir í útheimi. 150 handlar eru í Kringluni Kringlan hevur alt Í Reykjavík finnast tvær stórar sølumiðstøðir, hvør við størri úrvali enn hin. Fert tú í Kringluna, kemur tú ikki tómhentur útaftur. NÚTÍÐAR Ævintýra­ land Ein partur av Kringluni er serliga ætlaður børn­un­um. Hetta fer fram í Ævin­týra­ landi, her tey kunnu stutt­ leika sær, meðan foreldrini eru til handils. Millum tað, sum børnini hava at velja millum, er eitt risastórt slott, bólta­ land, fótbóltsspæl, kurva­ bólta­horn, klædnahorn og eitt freist­andi úrval av spennandi leikum. Hetta Ævintýralandið er opið allar dagar, tá Kringlan er opin.