mikudagur 11. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Feløgini í Samtak mótmæla
harðliga, at Smyril Line av
sínum eintingum velur at
síggja burt frá sáttmála
num, sum altíð hava verið
brúktir umborð á Norrønu.
Feløgini í Samtak hava tí
gjørt av ikki at brúka Norr
ønu til skeið og annað fakligt
virksemi so leingi trætan við
Sjómannadeild Føroya Fisk
imannafelags stendur við.
Feløgini kunna ikki góðtaka,
at Smyril Line setur fólk
umborð fyri minnið hýru
enn sáttmálin við Sjómann
adeild Føroya Fiskimanna
felags ásetur, sigur Samtak í
yvirlýsing.
Feløgini
í
Samtaki
heita á Smyril Line um at
broyta
starvsviðurskift
ini hjá nýggju starvsfólku
num, og at seta tey sam
svarandi sáttmála millum
Sjómannadeild
Føroya
Fiskimannafelags og Reið
arafelagið fyri farmaskip.
Feløgini í Samtaki eru:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Føroya Fiskimannafelag
So hendi tað, at nógva og drúgva ar
beiðið við nýggjari stjórnarskipan
fór fyri skeyti. Alt bendir á, at mál
ið nú hevur fingið endaliga mønu
stingin, nú løgtingið samtykti at
koyra málið aftur í nevnd – og har
við verður tað súltað og fellir burt
ur, tá tingsetan endar fyrsta dagin.
Hans Pauli Strøm boðaði frá í
útvarpinum í gjár, at hann ikki ætl
ar at brúka fleiri kreftir og tíð til
stjórnarskipanaruppskotið.
Men
hann læt tó dyrnar standa á gloppi
soleiðis, at Høgni Hoydal og Ják
up Mikkelsen fáa ein kjans at vísa,
hvussu tann semjan kann finnast,
sum tað ikki hevur borið til at funn
ið higartil. Tað er tó lítið sannlíkt,
at teir megna hetta, men teir skulu
sjálvandi sleppa at standa sína
roynd.
Hinvegin hava gomlu loysingar
flokkarnir, Tjóðveldi og Fólkaflokk
urin víst, at teirra vilji til at finna
eina pragmatiska loysn er ógvuliga
lítil. Tó síggja vit tríggjar mans vísa
dirvi: Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi,
sum hevur argumenterað sera væl
fyri sínum sjónarmiðum, Bjarna
Djurholm úr Fólkaflokkinum og
so Poul Michelsen, fyrrverandi
fólkafloksmann, sum nú er í Fram
sókn. Tað er stórt spell, at teir ikki
hava vunnið ljóð fyri sínum sjón
armiðum millum floksfelagar, so
vit kundu komið víðari við hesum
málinum.
Alt ella einki politikkurin hjá
Tjóðveldinum í stjórnarmálum før
ir onga leið, og við hesum politikki
fer flokkurin framhaldandi at
ganga sína oyðimarkargongd við
loysingarsjónarmiðum, sum flokk
urin helst ongantíð vinnur ljóð fyri
millum føroyingar, sum ikki ynskja
at loysa frá ríkinum.
Vit kundu kanska freistast til at
biða um at fáa hasa fólkaatkvøð
una beinanvegin, so vit fáa loysing
arspurningin avgreiddan eina ferð
med alla. Men tað er heldur eingin
loysn, tí vit fáa valla heldur semju
um, hvussu vit skulu spyrja. Loys
ingarfólk vilja heldur halda seg til
eina demokratiskt sera ivasama
fólkaatkvøðu í 1946, sum var fyri
loysing, enn at fáa eina fólkaat
kvøðu nú, sum er ímóti loysing.
Tað besta fyri føroyska samfel
agið hevði verið, at okkara kosnu
menn og kvinnur komu til eina
semju í stjórnarmálinum, so kreft
irnar ikki vórðu brúktar meira til
fjant og fjas um hetta mál, sum
onga leið førir.
– Tá tit ikki vilja loysa hetta mál
ið, so latið tað heldur liggja og farið
til arbeiðis við onkrum skilabetri.
Men harra Høgni Hoydal og Ják
up Mikkelsen, vísið nú, um stirðil er
í tykkum: Tí um tit ikki loysa mál
ið nú, so fara tit at rópa út í tóman
heim restina av politisku ævi tykk
ara!
»Alt-ella-einki-politikkur«
førir onga leið...
Fríggjakvøldið klokkan 20
verður ein poetisk, ljómandi
konsert í Ribarhúsi við
Stine Michel og Stanley
Samuelsen. Stine Michel
er dóttir Peter Michel, sum
fleiri ferðir hevur verið
í Fuglafirði og sungið í
kórinum
Tritonus,
sum
John Høybye leiddi. Við
hópinum er eisni Perry
Stenbäck (Sv) spælir á
gittar, nyckelharpu, dobro,
harmoniku og oblg. rødd.
Stine fer at syngja : “Fre
jas viser”, sum er um eina
kvinnu nú á døgum, sum
hevur alsk til kettur og
tann ásttikna kærleikan.
Íblásturin er úr norður
lendsku gudalæruni um
kærleikans
gudinnuna,
Freiu. Hetta verður for
kunnungt
at
lýða
á.
- Stanley hevur júst fylt 60
ár, og hevur okkara bygd
asonur givið fløgu út við
13 løgum við teksti, sum
Gunnar Hoydal hevur týtt
til danskt. Heitið á fløguni
er: “Alle hjertets sange!” Ja,
hjartaligur er hann, Stanley,
í síni atferð sum menniskja
og tónlistamaður. Hevur við
sínum fingrasnippum spælt
seg inn í alra føroyinga
hjørtu. Nú, tey seksti árini
eru farin í tíðarinnar hav,
er glóðin í tónlistahuga
Stanleys ljós livandi. Hesir
tríggir
fólkasangararnir
fara at syngja saman og
flætta saman eina poetiska
gongd frá Freiu til løgini
hjá Stanley og Perry Sten
bäk. Stanley singur síni
hjartaligu løg á føroyskum,
skrivar Frits Johannesen úr
Fuglafirði.
Stanley og Stine
í Ribarhúsi
Søgulig semja fyri skeyti
Mánakvøldið hevði Suður
streymoyar
Javnaðarfelag
annan uppstillingarfund, og
á listan komu seks menn og
fimm kvinnur. Síðani fundin
hevur Levi Mørk, býráðslim
ur í Havn, tikið seg av lista
num, tí tað sampakkar ikki
við býráðsarbeiði og persón
lig viðurskifti hjá honum
annars. Listin sær soleiðis
út:
Helena Dam á Neystabø
Rigmor Dam
Ann Damgaard
Ingrid Henriksen
Rebekka Vestergaard
John Johannessen
Heðin Mortensen
Sjúrður Johannesen
Jákup Danielsen
Hilmar Augustinussen
Annar uppstillingarfundurin
mánakvøldið varð niðurlagd
ur og verður uppafturtikin 1.
juni. Tað merkir, at tá kunnu
fleiri nøvn koma á listan. Tá
annar uppstillingarfudnur
hevur verið, kunnu fleiri
nøvn ikki koma á lstan.
Fimm menn og fimm
kvinnur á javnaðarlista
Fakfeløg mótmæla
Smyril Line
Sam
haldsfesti
fíggja
veganet
John Johannessen
kjak á síðu 19
Løg
tingið mist
sambandið
við fólkið
Edmund Joensen
kjak á síðu 17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo