Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 Sosialurin Olav Enomoto Vestmanna Internet sensurur Við bestu meining fer Før­ oya Løgting í næstum at seta í verk fyri Føroyaland lóggávu, sum heimilar sperring av heimasíðum. Soleiðis sum vit kenna tað frá øðrum londum. Endamálið við lóggavuni er at sperra heimasíður, sum kappast við Dansk Spil v.m. soleiðis, at man framhaldandi kann fáa lut í teimum uml. 8 mio kr. av veddingapeninginum hjá Dansk Spil v.m. sum fer til ungdóms- og onn­ur almenna gagnlig enda­mál. Fyri at vera fair skal eisini nevnast, at um­rødda lóggáva eisini hevur til endamáls at verja borg-aran fyri suspektum heima-síðum. Stóri spurningurin er so, um vit føroyingar vilja hava, at Føroya Løgting fer at seta í verk lóggávu um internet sensur vegna uml. 8 mio. kr. Hetta letur somuleiðis upp dyrnar fyri, at onnur komandi lóggáva kann fáa innbygt somu reglur um internetsperring og sensur. Tað skal bert lítil fantasiur til at hugsa, hvat ið tað kundi verið. Tað hevði hóvað mær at vita, hvønn liberalan holdning føroyskir internet- veitarar og fyritøkur hava hesum v.v., og serligani um hesi somu kunnu sektast fyri ikki at handhevja lóg- gávuna mótvegis kundum og starvsfólkum sínum. Haldið eyga við §13 stk.3. løgtingsmál 86/2010 "Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding" Internetið er síðsti frí- staður okkara, og eg vóni, at soleiðis verður frameftir. Kjak Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Løgtingið mist sambandið við fólkið Føroya Løgting arbeiðir ikki við tí, sum hevur størstan týdning fyri fólk. Tað vísir gongdin við uppskotinum til stjórnarskipan, sum nú enn eina ferð er farið aftur í nevnd Hvat gera tey í Tinginum? Hesin spurningur verður ofta settur úti millum fólk, og hann er rættiliga viðkomandi í hesum døgum. Mánadagin upplivdu vit, sum arbeiða í Tinginum, at eitt uppskot til stjórnar- skipan enn eina ferð kom á tingborð – fyri síðani aftur at verða sent í nevnd. Hetta er pínligt fyri parla­ mentarisku forsamling­ina í hesum landi. Í samfull 12 ár hevur Løg­ tingið sitið uppi yvir stjórnar­ skipanarupp-skotinum – ting­fólk, landsstýrisfólk og umsiting. Tað man vera eindømi í nýggjari politiskari søgu, at parlamentarikarar hava pilkast so leingi við eitt lógaruppskot.  Nú uppskotið aftur er farið í nevnd, er meira enn líkt til, at Tingið framhaldandi skal brúka tíð til hetta uppskot. Hetta gevur alt ábending um, at Løgtingið man hava mist sambandið við vanliga føroyingin. Tað, sum hevur týdning millum borgarar, er m.a. støðan í landinum og tey ivasomu framtíðarútlitini.   Arbeiðsleys hugsa um at skaffa sær inntøkuna – IKKI um upphavið til politiska valdið í Føroyum. Ung hugsa um at fóta sær í einum samfelag, har ung verða eksporterað av landinum – IKKI um hvussu Føroyar skulu skipast sum sjálvstøðugt ríki. Tey, sum trúliga fara til arbeiðs hvønn dag, hugsa um at gjalda húsini aftur, og um at fáa tað besta burturúr fyri seg og síni – IKKI um, hvørt dómsmenn skulu eita dóms­ menn ella ”leikir dómarar”. Tey, sum liggja óhjálpin, vóna at heimahjálpin kemur á gátt hvønn dag – tey eru IKKI upptikin av, um tað eit­ur løgtingsmaður ella -kvinna. Og tey, sum nærkast ellis- árum, vóna at fáa ein virði­ ligan aldurdóm – tey hugsa IKKI um, hvørja uppgávu ”Løg­rættan” hevur. Vita kanska ikki, hvør hon er – ”Løg­rættan”.  Hesi 12 meira ella minni burturspiltu árini áttu at sagt løgtingslimum og øll­ um øðrum, at Tingið eigur at brúka sína tíð til heilt aðrar spurningar enn eina stjórnarskipan. Høvuðsavbjóðingarnar eru, at búskapurin er stag­ neraður, at Føroyar ikki long­ur eru eitt samfelag við fólka­vøkstri, og at vælferðin í landinum tí er undir stórum trýsti. Tað er á hesum økjum, at tinglimir skulu leggja sína arbeiðsorku. Ikki í eitt lógar­ uppskot til stjórnar­skipan, sum í grundini er púra óneyð­ugt. Í eini grein í bløðunum átal­ ar forkvinnan í Peda­gog­ felagnum skerjingar í Menta­ málaráðnum. Eg skilji væl, at forkvinnan í Peda­gog­felagnum ger vart við, at dagstovnaøkið skal umsitast forsvarliga. Tað kýta vit okkum eisini at gera, og tað sama gera kommunurnar, sum hava yvirtikið málsøkið, og sum hava fulla fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd á økinum. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við kommununum og skal áseta nærri reglur um náms­ frøðilig stevnumið, starvs­ fólkasamanseting og virk­ semið á økinum. Neyðugt er at spara Játtanin til Mentamálaráðið ger tað neyðugt at laga starvs­ fólkaorkuna til játt­an­ina, tí hevur tað verið neyð­ugt at broyta bygnaðin í Menta­mála­ ráð­num. Um­rødda deild er løgd sam­an við aðrari deild, og deild­ir­nar sam­starva um tær mongu og stóru verk­ætlanir, sum eru í gerð. Eingin harmast meiri enn eg sjálv um hesar sparingar í einum ráði, sum er hart spent fyri við nógvum og stórum uppgávum, men tíverri slepst ikki undan sparingum, sum støðan er. Men talan er ikki um  niðurraðfesting av  dag­ stovnaøkinum: Bøtt verður um útbúgv­ ing­armøguleikarnar Í MMR eru vit m.a. í sam­ ráði við Pedagogfelagið far­in undir at fyrreika peda­gog­ hjálp­ara­út­búgv­ing á Heilsu­ skúlanum í Suð­uroy. Vit hava tryggjað, at útbúgvingin til námsfrøðing er uppstigað til bachelorútbúgving. Pedagográð verður sett Beint nú verður arbeitt við at seta eitt pedagográð, ið kann ráðgeva landsstyriskvinnuni á líknandi hátt sum fólka­skúla­ ráðið. Námsfrøðilig stevnumið Almenn stevnumið fyri dag­ stovna­økið, sum skulu hanga sam­an við nýggju náms­ætl­ an­um fyri skúla­økið, verða royndarkoyrd á nøkrum dag­ stovnum. Stevnumiðini hava samstundis verið til hoyr­ingar hjá dagstovnunum, Peda­ gogfelagnum og komm­unu­ feløgunum. Byggja brúgv mill­um dagstovn og fólka­skúla Fyri einum ári síðani varð stór ráðstevna hildin um at byggja brúgv millum dag­stovn og fólka­skúla. Við grund­ar­lagi í hesari ráðstevnu og við initia­ tivi frá nøkrum kommunum hevur verið arbeitt við at finna eina skipan fyri, hvussu for­skúlin skal vera fyri­skip­ aður. Tað er rætt, at vit eru ikki komin á mál við hesum enn, men eg ivist ikki í, at vit við áhaldandi samstarvi mill­ um Mentamálaáðið, komm­ un­urnar, Pedagogfelagið og Lærarafelagið eisini fara at finna eina burðardygga loysn á hesum øki. Forskúli fyri øll Eg haldi framvegis, at vit skylda okkara børnum at skipa soleiðis fyri, at forskúlin verður fyri øll børn í Føroyum, og ikki bara fyri nøkur fá. Eg síggi, at forkvinnan í Peda­ gog­felagnum tulkar hesa fat­ an sum eina vanvirðing av pedagogarbeiðinum. So er als ikki. Námsfrøðingar hava so sanniliga ein týðandi leiklut í einum forskúla. Tað, sum um ræður, er, at vit finna ein leist fyri tí góða og rætta sam­ starvinum. Dagstovnalógin verður endurskoðað Vit hava sett arbeiði í gongd at endurskoða dagstovnalógina m.a.við tí endamáli at fáa betri samanhang millum barnagarð og skúla. Neyðugt er at raðfesta Mentamálráðið er eitt breitt ráð og støðugt verður ar­beitt við broytingum og dag­før­ ing­um innan nógv øki, fólka­ skúla­økið, dagstovnaøkið, mið­námsskúlar, maritimar út­búgv­ingar, Fróð­skapar­setr­ ið, søvn­ini, mentanar­stuð­ul, kirkju, fjøl­miðlar o.a., og arbeitt verður við fleiri byggi­verk­ ætlanum. Útgangs­støðið fyri flestu av hesum mongu upp­ gávum er samgonguskjalið. Tá uppgávurnar eru so nógvar og so breiðar, ræður um at raðfesta, tí tað ber ikki til at gera alt í senn og seta alt í verk í einum. So hvørt end­urskoðanararbeiðið verð­ ur fyrireikað, er møguligt hjá Mentamálaráðnum at rað­ festa og seta arbeiðið í verk við orku frá fleiri deild­um og undirliggjandi stovn­um, umframt við øðrum ser­kunn­ leika uttan fyri ráðið. Tá nakrar av hesum stóru arbeiðskrevjandi verkætl­an­ um, sum í løtuni binda nógva orku í ráðnum, eru komnar undir land, fara vit at seta av munandi størri orku til at endurskoða dagstovnaøkið, sum eisini er eitt høgt rað­fest mál, sum eg sum lands­stýris­ kvinna leggi stóran dent á. Eg leggi ikki í at gera við­ merkingar til tann harða reto­rikkin í skrivi forkvinnu Pedagogfelagsins. Vit skulu samstarva, og eg ivist ikki í, at vit fara at finna eitt felags stev í hesum sera týðandi máli. Dagstovnaøkið verður raðfest Viðmerkingar til grein í bløðunum hjá forkvinnuni í Pedagogfelagnum um skerjingar og raðfestingar í Mentamálaráðnum Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í mentamálum