Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 Sosialurin Annika Olsen Løgtingskvinna Burðardygg ferðavinna Tað er nakað, sum bendir á, at ferðafólk eru vorðin troytt av grísaveitslununum á Mallorka, sóla sær við Garda­sjógvin ella liggja á griksku strendrunum. Áhug­in fyri tí óspilta, tí ókenda og upprunakenda vindur uppá seg. Tað vísir seg í hes­um sambandi, at áhugin fyri tí norðurlendska er ovur­stórur. Føroyar vórðu í 2007 av kenda tíðarritinum “Natio­nal Geographic” kosnar sum heimsins mest óspilta oyggja­land í heiminum. Vit sterkum tjóðskaparligum stolt­leika og samleika hava vit nakað heilt serligt at bjóða ferða­fólki, og vit eiga at gagn­nýta hendan heiðurin til okk­ara fyrimun. Ein slíkur heiður merkir eisini, at vit sum ferðamannaland mugu vera tilvit­aði um, hvussu vit taka ímóti ferðafólkum. At verða kosin sum eitt óspilt land merkir eisini, at vit verða noydd at vísa í verki, at vit verja okkara náttúru, at vit verja okkara djóralív, hav, vøtn o.s.fr. Vit skulu ikki undirmeta, at nútímans ferðafólk seta krøv til góðsku, og at tey eru tilvitaði um, at man fer væl um umhvørvið og djóralívið. Vit skulu seta prís á okk­ara náttúru Tey, sum hava ferðast víða, vita, at um tað er eitt serligt stað, man vitjar er tað vanligt at gjalda fyri vitjanina. Eitt dømi er Galapagos. Galapagos er í dag ein tjóðgarður. Fyri at avmarka ferðafólk, er tað kostnaðarmikið at sleppa í land á Galapagos. Nógvar ymsar reglur eru settar fyri, hvat ferðafólk kunnu loyva sær at gera, m.a. er tað als ikki loyvt at nerta djórini, serligar reglur eru settar fyri, hvar man kann ganga, og at ferðafólk als ikki mugu taka nakað úr náttúruni. Ì Føroyum hava vit nógv at læra. Vit hava onki Galapagos, men vit hava til dømis Myki­nes, sum má sigast at vera ein náttúruperla av teim­um heilt fáu. Ì fjør summar var eg á vitjan úti í Myki­nesi. Leiðin gekk sjálv­ sagt út í Lundalandið. Gøt­ an var niðurslitin, onki skelti vóru um rættan at­burð mót­ vegis fugli og plant­um. Lunda­ pis­ur­nar gingu um beinini á mær, og so var tað enntá ókeypis. Møgu­liga liggur tað í okkum føroy­ingum, at vit skulu vísa gesta­blídni, og tískil ikki ditta okkum at taka pengar frá nøkrum bara, tí at tey vilja síggja nøkur fjøll ella nakrir fuglar. Hetta sigur eitt sindur um okk­ara hug­burð og atburð mótvegis okk­ara náttúru, og vit gera okkum sjálvi eina bjarna­tænastu. Tá ið okk­ara náttúra er niður­ slitin, lundin er farin (tað er nakað, sum bendir á, at hetta longu er við at henda) tá er lítið vunnið. Um nøkur fá ár kann Myki­nes sum ferða­mál verða líka slitið sum grísa­ veitsl­an á Mallorka. Men við at vísa náttúruni ans, við at taka pengar frá ferðafólki, sum vitja úti í Myki­nesi, eru vit við til at senda eitt sig­ nal um, at vit í Føroyum taka náttúruni í størsta álvara, at vit verja okkara náttúru og djóralív, soleiðis at vit eisini um nøkur ár fram­vegis kunnu hava einar óspiltar Før­oyar. Av tí, at tað er ein bólkur av ferðafólkum, sum netupp seta krøv til økta tilvitan um náttúru og um­hvørvi, so átti hetta ikki at verið so trupult. Heldur hava fá ferðafólk, sum eru sinnaði at gjalda fyri at vitja okkara náttúruperlur enn at fáa 5000 ferðafólk út í Mykines, sum ikki leggja eina krónu eftir sær. Tað eig­ ur ikki at vera ókeypis at vitja t.d. Lundalandið í Myki­ nesi, pen­ingur eigur at verða kravd­ur, og hesin pen­ingur kann síðani verða nýttur til at menna oynna á ymsan hátt, at menna ferða­vinn­ una á stað­num ella til at gera heildar­ætl­anir fyri vernd av djóra- og náttúru­lív­in­um í Mykinesi. Hetta er sjálvsagt ikki bert galdandi fyri Myki­ nes, men somuleiðis fyri aðrar náttúruperlur í Føroyum. Annfinn V. Hansen formaður, Reiðarafelagið fyri Farmaskip Sáttmáli er fyri íslendsku starvsfólkini hjá Smyril Line Fakfelagssamstarvið á al­ menna arbeiðs­marknað­ in­um sendi fyri løtu síðan út eina yvirlýsing, har sagt verður, at Smyril Line hevur ætlanir um at broyta sáttmálaviðurskiftini hjá íslendsku starvsfólkunum umborð, og har tey krevja, at Smyril Line fylgir før­ oysku sáttmálunum á øki­ num. Um ikki, taka tey seg úr øllum samstarvi við Smyril Line. Reiðarafelagið fyri Farma­skip (RFF) vísir við hes­um á, at RFF hevur sátt­ mála við Sjómannafelag Ís­lands, og at Smyril Line fylgir hesum sáttmála, tá talan er um íslendsku starvsfólkini umborð. Tað er óheppið, at føroysku fak­ feløgini alment leggja upp til, at Smyril Line brýtir teir sáttmálar, sum Smyril Line, sum limur í RFF, arbeiðir undir. Gjørt verður vart við, at tann ósemja, sum mátti verið, er ein ósemja mill­um RFF og Føroya Fiski­manna­ felag, og í hesi møguligu ósemju eigur Smyril Line sum reiðarí ikki at gerast partur. Ósemjur millum ar­beiðs­ gevarafelag og løn­tak­ara­ felag eiga at vera greiddar í einari fakrættarligari skip­an, og tað er ódámligt at fak­feløg, sum ikki eru partar í ósemjuni, taka stig móti einum limi í RFF, uttan at tað er heilt greitt, júst hvar ósemjan er, og um nøkur møgulig loysn er á málinum. John Johannessen landsstýrismaður í innlendismálum Samhaldst fíggjað veganet Seinastu árini hava vit sæð fleiri ymiskar alternativar hættir at fíggja útbyggingar av veganetinum. Hetta kann skapa ein ójavna millum borgarar og øki í landinum. Tí fer landsstýrismaðurin í inn­lendismálum nú undir arbeiðið at gera uppskot til framtíðar leist av einum sam­haldsfast fíggjaðum vega­neti Samferðslukervið á landi er eftirhondini fíggjað eftir fleiri ymiskum leistum. Flestu vegir og tunlar eru tó fram­- vegis fíggjaðir beinleiðis úr landskassanum. Allir bil­ førar rinda vektgjald og av­ gjald av brennievni. Tó fara hesi avgjøld ikki beinleiðis til samferðslukervið, men beinleiðis í landskassan og kunnu tí ikki beinleiðis roknast sum brúkaragjøld. Ver­andi undirsjóvartunlar eru skipaðir sum almenn parta­feløg og fíggjaðir við bumm­gjaldi. Løgtingið hev­ ur samtykt, at Skála­fjarð­ ar­tunnilin skal vera pri­vat verk­ætlan fíggjað við bumm­ gjaldi. Hetta merkir, at vit í lítla landi okkara við avmarkaðum vegakilometrum eru farin burtur frá at hava eina stand­ard loysn fyri, hvussu vit fíggja okkara veganet. Heldur hetta fram, er skjótt at missa tamarhaldið, og vandi er fyri enn størri ójavna millum borgarar og øki í landinum. Tí havi eg sum lands­stýris­ maður í innlendis­málum gjørt av at seta eina bólk at gera tilmæli um framtíðar fíggi­ng av veganetinum á sam­haldsføstum grundarlag. Somuleiðis skal bólkurin taka atlit at umhvørvi, økis­ menning og harvið sam­ felags­búskapi í eini heild. Eg meti hetta arbeiði hava skund og vera fult í tráð við ynskið hjá einum breiðum politiskum meiriluta á tingi. Tað liggur í løtuni uppskot til samtyktar í løgtinginum frá Bjørt Samuelsen, løgtings­ kvinnu, ið hevur líknandi end­a­mál. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt í august í ár. Viðmerkinging til yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum Yvirlýsing Fakfelagssamstarvið tekur frástøðu frá ætlanunum hjá Smyril Line at broyta sáttmálaviðurskiftini hjá íslendsku starvsfólkunum umborð á Norrønu. Fakfelagssamstarvið góðtekur ikki, at løntakarar eru fyri missmuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fakfelagsamstarvið krevur at Smyril Line fylgir før­ oysku sáttmálunum á økinum. Um ikki, fer Fak­felags­ samstarvið at taka seg úr øllum samstarvi við Smyril Line. Samtykt á formansfundi í Fakfelagssamstarvinum í dag 9. mai 2011. Fakfelagssamstarvið