Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 6 Sosialurin kappingin Summar Hann varð sera hugtikin av hesi framførsluni, - so hugtikin, at hann stutt eftir bað myndahøggaran Edvard Eriksen um at skapa eina standmynd av hesi vøkru hav­ frúnni. Hugagóður fór Edvard til verka við konu síni, Elinu sum modell. Og soleiðis skapti hann kenda verkið, ið varð avdúkað 23. august í 1913 á Langelinie sum ein gáva til Keypmannahavnar bý. Hvørt einasta ár verður føð­ ingar­dagur hennara hildin við ballón­um, tónleiki og havfrúgvum sjálvandi. Um tvey ár verður Lítla Havfrúgvin 100 ár. Herverk er fleiri ferðir framt ímóti standmyndini. Fleiri ferðir hevur hon mist høvdið, fyrstu ferð í 1964, men eisini onnur herverk eru framd ímóti henni. Í fjør varð standmyndin flutt til Shanghai í Kina sum var vertsbýur fyri Expo 2010. Hon kom aftur á sítt rætta pláss 20. november í fjør. Keypmannahavn: Í 1909 var bryggjarin Carl Jacobsen og hugdi eftir ballettini ”Den lille Havfrue”, sum er bygd á ævintýrið hjá kenda danska skaldinum H.C. Andersen. Must-see: Lítla hav- frúgvin HAVFRÚGVIN Hon er kend og hon er elskað av mongum, Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavnar. Fyri 25 árum síðani fekk hon ein vælfortjentan koss frá Ova Joensen