Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað kann verða eitt sindur strævið, tá tað er meirilutin, sum ræður. So­ leið­is kundu vit útlagt støðuna, nú vit hava eitt minn­i­lut­a­lands­stýri, sum finn­ur sær yms­ar meir­i­lut­ar til tess at sigla millum skerini. Tað gav at bíta hjá fleiri, tá løg­ ting­ið í síðstu viku sam­tykti bæði at loyva brygg­ing og sølu av sterk­um øli og brygg­ing av brenn­i­víni í Før­ oy­um. Sjálv­andi eru fólk ikki samd um hetta, men ein stór­ur meir­i­luti í løg­ting­i­num vil hava tað soleiðis, og kanska tann meir­i­lut­in eis­ini um­boð­ar mei­r­i­lut­an í fólk­i­num. Tað fáa vit so at síggja inn­an fá­ar mán­að­ir. Men tað sum kortini var á­huga­ vert var, at fleiri av teim­um, sum vóru ímóti, vildu leggja trýst á – og mæltu bein­leið­is um­boð­um úr Javn­ að­ar- og Sam­bands­flokk­i­num um at trýsta sín­ar egnu at atkvøða ímóti. Eitt av teimum 32 málinum, sum standa á skránni til løg­tings­fund­in í dag er »Upp­skot til sam­tykt­ar um at skipa Før­oy­ar fræls­ar«, sum Tjóð­ veldi hev­ur lagt fyri tingið - og sum flokk­ur­in nú vil hava ting­ið at taka upp­aft­ur til 2. viðgerð. Hetta mál­ið, sum er eitt upp­skot til sam­tykt­ar, snýr seg um at gera eina ætl­an um, hvussu Før­oya kunnu loysa frá Dan­ mark. Hetta evnið varð viðgjørt í Degi og Viku í gjár­kvøld­ið, og har vísti Ed­mund Jo­en­sen á vand­an­, sum er, tá lands­stýr­ið hev­ur so lít­ið tam­ar­ hald á parl­a­ment­ar­iska grund­ar­lag­ num í løg­tinginum. Og rætt hevur hann, tí tað líkist nógv ein­um sjálv­tøk­u­borði, so­leið­ is, sum løg­ting­ið ar­beið­ir nú. Men tað skal ikki last­ast Tjóð­veld­i­num, tí flokk­urin ger bara tað, sum er skil­a­best. Hann hevur gjørt eina makr­el­sam­gongu við Javn­að­ar- og Sam­bands­f­lokk­in, og við at lata løg­ mann og landsstýri sita, so kann flokk­ur­in fáa fleiri mál á skrá, sum kanska kunnu koma í­gøgn­um ting­ ið. Mál­ið um øl­ið og brenn­ivínið var eitt, sum kom í gjøgnum á henda hátt, hóast tað ikki var eitt tjóð­veld­ is­mál, og tað sum flokk­ur­in helst vón­ar við upp­skot­i­num um at skipa Før­oy­ar fræls­ar, er at fáa stuð­ul frá Fólk­a­flokk­i­ – og helst frá Mið­flokki, Sjálv­stýri og Fram­sókn við - og so hava vit brád­liga aft­ur Full­veld­ is­sam­gong­una við 20 ting­fólk­um móti teim­um 13 hjá samgonguni. Og er hetta meir­ilutin, so vita vit, hvat løg­tingið vil. Tal­an er »bara« um eitt upp­skot til sam­tykt­ar, so tað fær ong­ar – fyri sambands­fólk – ó­be­hag­i­lig­ar av­leið­ing­ar. Men løg­ mað­ur kann nær sum helst hála stikk­ið úr og út­skriva val. Skipað parla­mentarisma kann tykj­ast í so skip­að við­hvørt, tá einki ber til. Støð­an í Før­oy­um í dag er tann øvuta. Og tað er áhugavert at síggja, hvussu leikur fer... Nú kann full­veld­is­ meirilutin fylkjast á tingi Nýggjar bøkur eru komnar frá Bókadeild Føroya Lær­ ar­a­fel­ags. Ein teirra er Hin stóra bókin um familjur. Hvat er ein familja? Fyri fá­um ár­um síð­ani var ein fam­ilja ein mamma, ein pápi og tvey, trý børn. Men hesi sein­astu ár­ini er fam­ ilj­u­mynstr­ið broytt kring all­an heim. Fam­ilj­ur­nar eru sum æla­bog­ans lit­ir – sera fjøl­broytt­ar: tær eru ymiskt sam­an­set­t­ar, og tað er ym­ iskt, hvussu persón­ar­nir í ein­støku fam­ilj­u­num eru sam­an. Í bókini fara vit at vitja nógv­ar fam­ilj­ur; vit fara við teim­um út at ferðast, til ar­beið­is, í skúla og fáa eitt sind­ur at vita um kelidýr, kensl­ur, fam­ilj­u­træ – og nógv annað... Bókin hevur sum so einki ald­urs­mark. Øll – eisini ella ser­liga – vit vaksnu kunnu læra nógv av bókini. Serliga hetta at rúma øðrum, sum eru øðr­vísi enn vit. Bókin letur nevn­i­liga upp fyri ein­um kjaki um, at hóast øll eru ym­isk, hava vit somu rætt­indi at vera her. Mary Hoff­mann skrivaði, Ros As­quith mynd prýddi og Gunn­leyg M. Arge týddi. Bók­in er 36 blaðsíður Øll hava somu rættindi at vera her Tá meirilutin ræður... Tað var ein sterk sending um ferðsl­u­deyða, sum sjón­varp­ ið hjá Kring­varpinum vísti í gjár­kvøldið. Í send­ing­ini varð tos­að við av­varð­andi hjá fólki, sum doyðu í trim­um ó­ hugn­a­lig­um ferðsl­u­van­lukk­ um í 2007. Harumframt varð tos­að við kvinn­una, sum koyrdi bil­ in sum rendi á Ditlev og Rosu Elde­vig á Sandvíkarhjalla á hvítu­sunnu í 2007. Tað skal meira enn dirvi til hjá fólki, sum er komið í ta støðu at hava volt tveimum fólk­um deyða, soleiðis at trína fram og tosa opið um evnið. Slíkt er hugtakandi – og hjartanemandi var tað eisini at hoyra dóttir teirra vísa fyrigeving. At bilur, ferð og rúsevni eru deyðans vandamikil, tað vita øll, kortini henda slíkar vanlukkur við jøvnum millumbilum – vanlukkur, sum fullkomiliga broyta lívið eftir fáum sekundum. Onnur vanlukkan var, tá Sám­al av Reyni í Havn varð á­koyrd­ur tíð­liga ein sunn­u­ morgun, tá hann var á veg til gongu heim til hús eft­ir at hava koyrt taxa alla nátt­ ina. Eis­ini hesaferð var tað ein ávirkað ung kvinna, sum koyrdi bilin. Hó­ast kona og dótt­ir ikki hava hitt kvinn­ una, so hava tær fyrigivið henni. Tríða vanlukkan var, tá 18 ára gamla Unn Hansdóttir misti tamahaldið á bilinum í hálku á Kalbaksfirði, rendi á Árna Gregersen, sum koyrdi mótsættan veg. Unn Hansdóttir doyði av vanlukkuni. Árni Gregersen greiddi frá, hvussu hann hevur tað, og hvussu væl tað hóast alt kendist at vita, at hann ikki var orsøkin til vanlukkuna. Hetta árið – í 2007 – doyðu sjey fólk í ferðsluni. Tað var Bergljót Debes Hentze, sum legði hesa hugvekjandi sending til rættis. Sterk sending um ferðsludeyða Roynir at gera nýggjan sannleika Helgi Abrahamsen kjak á síðu 11 Hála buksurnar upp Jóan Pauli Dahl Jakobsen kjak á síðu 16 Hjálparfólk bjarga ungu kvinnuni úr bilinum, sum var Ditlev og Rosu Eldevig at bana Bilurin hjá Ditlev Eldevig endaði oman fyri vegin. Ditlev doyði á staðnum, meðan Rosa doyði stutt eftir