Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Verða útlendskar kvinnur keypt­ar til Føroya? Hetta er ein spurningur, sum Annika Olsen, løg­ tings­kvin­na nú heldur, at Løg­ting­ið eigur at kanna. Hon sigur, at leysasøgur hava gingið um, at eisini før­oysk­ir menn beinleiðis hava keypt sær útlendskar kvinn­ur. Og nú heldur hon, at vit eiga at kanna hesi viður­ skif­ti. Hon staðfestir, at man­ na­handil er triðstørsta handils­vinna í heiminum aftan á rúse­vna­vinnu og vápnasølu. Hon sigur, at tað er eisini ein sannroynd, at handil við kvinn­um er í øllum londum rund­an um okkum. Kanna leysasøgur Nú Løgtingi í farnu viku umrøddi møguleikan at for­ bjóða nektardansi, ella strip­ tease, í Føroyum, liggur í kort­u­num, at tingfólk skulu seta seg saman í summar at smíða eitt lógaruppskot um at banna nektardansi. Men Annka Olsen heldur, at eitt líkt lógararbeiðið eigur at fevna nógv víðari enn bara at umfata nektardans. - Vit vita, at nektardansur er bara ein lítil partur av ein­ um stórum og umfatandi hand­li við kvinnum, sigur hon. Og hon staðfestir eisini, at hon hevur hoyrt søgur um, at kvinnur verða eisini keypt­ar til Føroya. Men hon viðgongur, at sjálv veit hon onki ítøkiligt dømi um hetta. - Eg havi onki at hava hetta í, uttan tað, eg havi hoyrt, sigur hon. Men kortini heldur hon, at eitt slíkt politiskt arbeiði eig­ur eisini at umfata hesi viður­skiftini. - Sum samfelag kunnu vit ikki liva við at slíkt fer fram í okkara landi og tí eiga vit at gera tað, vit kunnu, fyri at fyribyrgja tí, leggur hon aftur­at. Ikki vera blind Annika Olsen leggur kortini dent á, at hetta má undir ong­um umstøðum skiljast sum um at hon hevur nakað ímóti blandaðum parløgum, tí tað er ikki tað, hetta snýr seg um. - Men vit eiga kortini ikki at vera blind fyri, at kvin­nu­ hand­il kann eisini verða í okk­ara lítla landi og tað eiga vit ikki at lata um okkum gan­ga. Sjálv ivast hon í, um tað ber til at banna nektardansi við einum forboði, tí trupul­ leik­in stingur nógv djúpari enn so. - Ofta er samanhang ímill­um nektardans, rús­ evna­mis­brúk, kvinnuhandil, kyns­lig­an ágangur ímóti børn­um og tí er neyðugt at taka spurningin upp í seini heild og royna at koma inn til kjarnuna fyri at koma trupul­leika­num til lívs. áki@sos.fo Skulu kanna um kvinnur verða keyptar til Føroyar HANDIL VIÐ KVINNUM Tað ganga leysasøgur um at eisini føroyingar keypa sær kvinnur úr fremmandum londum, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna Áki Bertholdsen - Vit kenna onki dømi um, at kvinnuhandil í Føroyum. Tað staðfestir Elin Rein­ert Planck, leiðari á Kvinnu­húsi­ num í Havn. Men hon staðfestir, at kvinnu­handil er í øllum lond­ um rundan um okkum. - Eitt nú er tað ein stórur trupul­leiki í Íslandi. Men hon heldur, at ber tað yvirhøvur til at seta til­ tøk í verk, sum byrgja fyri, at tað nakrantíð tekur seg upp í Føroyum, longu áðr­enn trupulleikin er stað­fest­ir, hevði tað verið heilt fantast­ iskt. Akkurát, hvussu tað skal ger­ast, følir hon seg ikki før­ an fyri at siga. Lokkaðar Yvirskipað er mannahandil sjálv­andi bannaður, men í øll­um øðrum londum vísir tað seg at tað ber til kortini at keypa og selja kvinnur. Í hesum sambandi er hon væl kunnað um viðurskiftini í Íslandi, sum er ein av okkara næstu grannum. - Har er handil við kvinn­ um ein stórur trupulleiki, stað­fest­ir hon Í Íslandi er vanlig manna­ gongd, at útlendskar kvinn­ ur verða lokkaðar til Íslands við einum vanligum ferða­ fólka­loyvi, sum er galdandi í tríggj­ar mánaðir. Tað, kvinnurnar fáa at vita, er, at tær skulu ar­beiða í matstovum, á hár­fríðka­nar­ stov­um og annað mangt. - Men tá ið tær koma til Íslands, vísir tað seg, at tað er er náttklubbum, tær skulu arbeiða í og har verða tær eisini noyddar at verða skøkj­ur. - Tað steðgar ikki í barrini, legg­ur hon afturt. - Tá ið tríggja mánaða ferða­fólka­loyvið er farið, verða tær sendar heimaftur, mang­an við ongum oyra í lummanum, tí allur pen­ing­ ur­in, tær hava forvunnið, verð­ur tikin til ferð og uppi­ hald. Elin Reinert Planck sigur, at íslendingar hava tikið tru­ pul­leikan í álvara og eitt stig, teir hava tikið, er at for­bjóða nekt­ar­dansi. Sjálv tekur hon heilhugað und­ir við, at nektardansur verð­ur bannaður í Før­oy­um og tí vónar hon, at Løg­tingið tek­ur undir við upp­skoti­ num. Hon heldur, at okkara sam­felag er so lítið av av­mar­ ka, at er vilji til tað, átti tað at borið til at forða fyri slíkum virk­semi. aki@sos.fo Tað hevði verið fantastiskt HANDIL VIÐ KVINNUM Kunnu vit forða fyri kvinnuhandli í Føroyum, áðrenn tað verður ein trupulleiki, hevði tað verið fantastiskt, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum Vita ongi dømi Bergleif Brimvík, leið­ ari á kriminal­deild­ini hjá løgregluni, sigur, at tey vita onki dømi um hand­il við kvinnum í Før­oy­um. Hann sigur, at sam­ felag­ið er so lítið at fór nak­að slíkt fram, vildi tað undra hann, at tey onki hava frætt um tað. Kriminalmaðurin legg­ur afturat, at her­ fyri gingu søgur um, at útlendskar kvinn­ur gingu í einum nát­klub­ ba í Havn og seldu seg sjálv­an. - Men tað vísti seg ikki at vera nakað hald í tí, sigur hann. Skulu vit taka hendan spurningin upp, eiga vit eisini at kanna spurningin um kvinnuhandil, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna Kannast Sum samfelag kunnu vit ikki liva við at slíkt fer fram í okkara landi