Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 6 Sosialurin Leo Poulsen Dagføring av lógunum um ítrótta­vedding hevur verið fyri á Tingi. P/F Ítróttavedding kann bert gera avtalur fyri fimm ár í senn, og tað er í sambandi við endurnýggjan av avtalu­ ni við Danske Spil, at upp­ skot um ítróttavedding hev­ ur verið fyri í Tinginum. P/F Ítróttavedding hevur eftir­hond­ini nøkur ár á baki, og varð sett á stovn tá Tips­ tjene­sten, sum nú hevur broytt navn til Danske Spil, eftir samráðingum eisini fór at útgjalda part av yvir­skoti­ num til Føroya í sambandi við, at loyvi varð givið før­oy­ ing­um at spæla við í dnskum eydnuspølum. P/F Ítróttavedding varð sett á stovn við trimum eig­ ar­um. ÍSF eigur 50%, Før­o­ya Ung­dómsráð 30% og Lands­ stýrið 20% av felag­num. Av útgoldna avlopinum hjá Danske Spil til Før­oya fær ÍSF 60% til ítrótta­enda­ mál, FUR (Føroya Ung­dóms­ ráð) 20% og síðani ræð­u­r Mentamálaráðið yvir seina­ s­tu 20%. Ein lítil broyting varð skot­in upp í uppskotinum, sum nú er samtykt við triðju viðgerð, og tað var hon, at 5% av teimum 20%, sum Mentamálaráðið fær at ráða yvir, skulu markast til Happadráttargrunnin, sum annars er tømdur fyri inni­ hald, nú eingin happa­drátt­ur er longur. Hetta metti Jákup Mikkel­ sen tó geva lítla mein­ing. - Eg metti, at eingin grund var at seta Happa­ dráttar­grunnin inn sum eitt millumlið millum Menta­mála­ráðið og MBF. Í uppskotinum stóð, at 5% skuldu latast Happa­drátt­ ar­grunninum at býta út til tiltøk til frama fyri brek­að. Tí kom eg við einum broyt­ing­ ar­u­ppskoti til aðru viðgerð um, at peningurin í staðin skul­di fara beinleiðis til Megin­felag teirra Brekaðu í Føroyum, sigur Jákup Mikkel­sen. Lógartryggjaðir pengar Hesum broytingaruppskoti tók Løgtingið undir við og sam­tykti tað við aðru og triðju viðgerð. Hetta merkir, at MBF fær ein beinleiðis stuðul um árið upp á millum 400.000 og 500.000 krónur. Tað er ójavnt, sum før­ oy­ingar spæla við í donsku eydnu­spølunum, men roynd­ ir­nar hava víst, at bornar verða millum átta og tíggju millión­ir aftur til Føroya um árið, og nú er so samtykt, at MBF fær 5% av pengunum, sig­ur Jákup Mikkelsen. Hetta merkir, at býtið fram­eftir verður 60% til ÍSF, 20% til FUR, 15% til Menta- mála­ráðið og 5% til MBF. Hetta merkir so aftur, at MBF við lóg er tryggjað 5% av teirri afturbering, sum P/F ìtróttavedding fær frá Danske Spil, og tað liggur mill­um 400.000 og hálva millión um árið. Umframt hesar peng­ar­ nar til MBF, fær ÍSB sum part­ur av ÍSF eisini sín part av veddingarpengunum, og hóast talan sum so er um tveir púra ymiskar felags­ skapir, so er nú lógar­tryggj­ að­ur teimum brekaðu í Før­ oyum ein fittur partur av vedd­ing­ar­køkuni. Hálv millión til MBF Tillagingar í lógunum hjá Ítróttavedding hava verið fyri í Tinginum, og eftir broytingaruppskoti frá Jákup Mikkelsen fara nú 5% veddingarpengunum, sum koma aftur til Føroya, beinleiðis til MBF Leo Poulsen Broytingin í býtinum av vedd­ingarpengunum, sum Løgtingið samtykti við triðju viðgerð í vikuni, merk­ir, at Meginfelag teir­ ra Brekaðu í Føroyum nú verða beinleiðis nevnt sum móttakari av 5% av aftur­beringini. – Vit kunnu bert fegnast um, at vit nú eru við í vedd­ing­arpengunum, sig­ur Laila Solmunde, for­ kvin­na í MBF. Longu undan at P/F ítrótta­vedding varð sett á stovn, kundi MBF um­ veg­is Ríkisumboðið søkja um at fáa pengar frá tí, ið tá æt, Tipstjenesten, men seinni lutaði Happa­ dráttar­grunnurin út pen­ ing frá sínum spæli. – Happadráttar­grunn­ ur­in lutaði pening út til øll tiltøk, sum høvdu við brek­að at gera, og ikki bert til okkara limafeløg. Tí­verri bara minkaði og minkaði grunnurin, til hann at enda var tómur, sig­ur Laila Solmunde. Tí er hon stak væl nøgd við, at møguleiki nú aftur verð­ur fyri at limafeløgini hjá MBF fáa møguleika fyri fíggjarligum stuðli. – Um tað verður gjørt umvegis Happa­dráttar­ grun­nin ella tað er MBF bein­leiðis, hevur ikki so ógvu­liga nógv at siga. Tað er sjálvandi lættari, um MBF umsitur pengarnar, soleiðis sum tað nú er sam­tykt, tí tað gevur okum møguleika, at hugsa um tey 24 feløgini, sum eru limir í MBF, sigur Laila Sol­mun­de. Enn er hetta so nýtt, at tey ikki heilt hava gjørt av, hvus­s­u tey skulu umsita peng­ar­nar. – Hetta gevur í hvussu er okkara limafeløgum møguleikan veruliga at blomst­ra og taka tøk til tess at bøta um korini og umstøðurnar hjá brekað­ um i Føroyum, sigur Laila Sol­mun­de. Til aðru viðgerð legði Jákup Mikkelsen fram broytingaruppskot um, at 5% av partinum hjá Mentamálaráðnum skuldi fara beinleiðis til MBF í staðin fyri umvegis Happadráttargrunnin MBF fegnast um veddingarpengar Laila Solmunde, forkvinna í MBF, held­ur, at peningainnspræningin frá vedd­ing­ar­pengunum fer at geva teirra limafeløgum ein ­fan­ tastiskan møgu­leika at blomstra Laila Solmunde, forkvinna í MBF, fegnast um, at felagið nú er beinleiðis nevnt í lógini um veddingarpengarnar