Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 10 Sosialurin Leo Poulsen Grundlógaravhoyring var beint eftir døgurða í dag í sambandi við smuglaramálið týsdagin. Í gjár var grund­lógar­ av­hoyring av einari 28 ára gamlari danskari kvinnu, sum týsdagin royndi at smug­la 281 gramm av hassj til Føroya. Biðið var tá um at hurðarnar vórðu latnar aft­ur, tí ikki var greitt, hvørjir bak­ menninir í Danmark vóru, og hvør tók ímóti hassjinum í Føroyum. Avhoyringin hevur utt­ an iva givið úrslit, tí ein 52 ára gamal føroyingur varð í gjárkvøldið um 22.30 tíðina handtikin, og í grund­lógar­av­ hoyring beint eftir døgurða í dag varð hann skuldsettur fyri trý brot á lógina um rús­ andi evnir. Í fyrsta lagi varð hann ákærdur fyri í tíðar­skeiði­ num 19. til 23. mars at hava smuglað 225 gramm av hassj til Føroya og selt hetta fyri 20.000 krónur. Í øðrum lagi 23. mars at hava pakkað 40.000 krónur at senda til Danmarkar. Og í triðja lagi saman við tveim­um øðrum at hava roynt at smugla 281 gramm av hassj til Føroya. Maðurin játtaði seg sekan í teimum báðum fyrru ákæru­num, men noktaði seg sekan í teirri triðju. Út frá ákærunum tykist greitt, at løgreglan hevur ein triðja persón í kikaranum, og tí kann roknast við einari hand­tøku aftrat innan heilt stutta tíð. Hetta var helst orsøkin til, at ákærin bað um, at hurð­ar­ nar eisini í hesum førinum vórðu latnar aftur. Leo Poulsen Grundlógaravhoyringar eru rættiliga vanligar, men so títtar sum tær hava verið hesa vikuna er rættiliga óvan­ligt. Tað byrjaði týsdagin, tá ein 62 ára gamal maður úr Oyndar­firði varð avhoyrdur í sambandi við, at hann hevði hótt grannakonuna við felliknívi. Hann varð varð­halds­fongslaður í 14 dagar. Mikudagin var tað so ein 28 ára gomul donsk kvin­na, sum hevði roynt at smugla 281 gramm av hassj til Føroya. Hon varð varð­ halds­fongslað í 14 dagar. Og í gjár vóru heili tvær grundlógar­avhoyringar í senn. Onnur var ein 52 ára gamal maður, sum varð hand­tikin í sambandi við smuglara­málið við donsku kvinnu­ni, og hitt snúði seg um siðamisbrot. Maðurin, sum var hand­ tikin í sambandi við smug­ ling­ina bleiv varð­halds­ fongsl­aður í fýra vikur, ha­r­av eina í isolatión. Grundlógaravhoyringin, ið snúði seg um siðamisbrot varð hildið fyri dupult aftur­læt­num hurðum, og tí er sjálvt skuldsetingin loynil­ig. Tað hava verið óvanliga nógvar grundlógaravhoyringar hesa vikuna, heilar fýra í tali. Tvær snúgva seg um hassjsmugling, ein um hóttan við knívi og ein um siðamisbrot Rætturin hevur hesa vikuna verið karmur um ikki færri enn fýra grundlógaravhoyringar Nógvar grundlógaravhoyringar Enn ein handtøka í smuglaramálinum 28 ára gamla kvinnan, ið týsdagin varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla 281 gramm av hassj, hevði sambært ákæruvaldinum tveir samsekar. Politiið hevur tikið annan Ein 28 ára gomul donsk kvinna og ein 52 ára gamal føroyingur eru handtikin fyri at hava smuglað hassj til Føroya