Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í gjárkvøldið broyttist ann­ ars stabila støðan, sum mett hevur verið, at Athena hev­ ur verið í, og hetta førdi til nógv virksemi á olju­bryggj­ uni hjá Runavíkar havn um midnáttarleitið í gjár­ kvøldið. Fleiri bilar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði og øðrum sløkki­ liðum í Eysturoy, fleiri sløkki­ liðsfólk og løgregla troppaðu upp á bryggjuni, og tað skilt­ ist á øllum brøgdum, at her var okkurt við at henda. Sosialurin var niðri á bryggj­uni um midnáttarleitið og fylgdi tí, sum gekk fyri seg her, tað mest av einum tíma. Tryggjaðu skipið Meðan stigabilurin setti menn upp á skipið, og krana­ bilur lyfti trossar upp á skipið, skiftu vit orð við átaks­ leiðaran hjá Skálafjarðar Sløkki­liði, Sunleiv Højgaard og spurdu hann, hvat nú var á vási. – Vit fingu eina fráboðan í kvøld um, at fólk høvdu sæð royk koma úr skipinum aftur. Vit gjørdu eina rutinu­ kanning og fingu staðfest, at eitt sindur av royki sást aftur koma úr skipinum. Undir kanningini staðfestu vit eis­ ini, at Athena nú stend­ur meiri upp úr sjónum framm­ an, enn skipið hevur gjørt. Tá vit so kannaðu skipið aftan eisini, fingu vit staðfest, at Athena helst hevur tikið nak­að av sjógvi inni. Sunleiv Højgaard sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið gjørdi skjótt av og bað Brimil koma inn aftur á Skálafjørðin, eins og viðkomandi myndugleikar fingu fráboðan um broyttu viðurskiftini. Vit høvdu framm­anundan riggað ein leyt­ara upp á skipið. Tað er nakað av amoniakkroyki í erva á skipinum, og tí mugu vit hava roykkavarar til upp­ gávuna. Tað fyrsta, sum sløkkiliðs­ fólkini fóru í holt við, var at binda skipið betri, soleiðis at trossar vórðu festir ovarlaga á skrokkinum. Hetta varð gjørt fyri at tryggja sær, at skipið skuldi fella inn móti bryggjuni, um tað tók sjógv inn og í ringasta føri fór at søkka. – Vit hava eisini roynt at tett ymisku holini ella út­tøkini, sum ganga út úr skip­inum, tí vit vita jú ikki, hvussu tað sær út innan­fyri. Brimil hevur havt frosk­ menn niðri at hyggja eftir botn­ventilum. Nú ætla vit at royna at pumpa sjógvi úr skip­inum. Sunleiv Højgaard segði, at sigur, at einir 15-20 mans vóru við í átakinum, sum byrjaði í gjárkvøldið. Athena kann søkka Átaksleiðarin væntaði um midnáttarleitið, at pump­ urnar skjótt fóru at koyra. Reellur vandi fyri at Athena kann søkka við bryggju í Runavík Sunleiv Højgaard, átaksleiðari: ATHENA Síðstu nátt váttaði Sunleif Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, at nú Athena tekur sjógv inn, er – sum hann tók til - ein reellur vandi fyri, at skipið kann søkka við oljubryggjuna í Runavík Stabila støðan, sum hevur verið rundan um Athenu, broyttist í gjárkvøldið og í nátt, tá staðfest varð, at skipið lekur. Nógvur aktivitetur var við oljubryggjuna seint í gjárkvøldið og alla síðstu nátt Mynd: Vilmund Jacobsen Brimil hevur havt froskmenn niðri at hyggja eftir botn­ventil­ um. Nú royna vit at pumpa sjógv úr skipinum SUNLEIF HØJGAARD