fríggjadagur 13. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
Sosialurin
Góði Kristin
Tíbetur vita vit onki um,
nær okkara síðsti dagur her
á fold er komin. Eiheldur er
tað tað, vit ganga og hugsa
um. Sjálvandi var tað heldur
ikki hetta, eg hugsaði um, hin
8. apríl, tá tú rópti til mín á
veg úr skúlastovuni: »Lisa, vit
síggjast aftur mánadagin!«
Tú hjálpti einum vinmanni
og fór knossandi avstað við
tveimum skúlataskum.
Hendan dagin hevði tú
glett teg nógv til. Tú skuldi
nevniliga hava allar tínar
floksfelagar heim við beint
eftir skúlatíð, tí tú skuldi
halda tín føðingardag.
Dagurin byrjaði góður. Vit
fóru í handaverk og list-stov
una at gera leirfuglar, og eins
og hini, sat tú hugagóður og
elti leirin og formaði av eins
listum. Tá tú, sum ein av
teimum fyrsti varð liðugur,
byrjaði at rudda upp eftir
tær, endaði tú á gólvinum
við ein sjaskvátum klúti, tí
nógvir leirmolar lógu har og
teir skuldu vaskast burtur.
Jana hjálpti tær, og tað gjørdi
hon nærum altíð. Tit bæði
høvdu eitt heilt serligt vinar
lag og fylgust tit altíð. Í frí
korterinum hálvgun tíggju,
komu næmingarnir í 1. flokki
í Vestmanna skúla á vitjan.
Saman við teimum fóru
vit túr í bygdini og oman í
útgrevsturin. Vit bæði fylgd
ust oman, og á vegnum segði
tú mær frá, hvør búði hvar.
Millum onnur sást tú abba
tín, sum sat í vindeyganum.
Kanska sá hann okkum?
Tað helt tú í øllum førum.
At hoyra teg siga frá tínum
kæru, segði mær nógv um,
hvussu góður tú vart við tína
familju. Tú nevndi tey altíð í
ymsum samanhangum, og av
tí sama segði tað mær eisini
nógv um, hvussu høgt tey
elskaðu teg.
Tíbetur hevði eg mynda
tólið við mær og fekk tikið
nakrar myndir av tykkum
øllum - dýrabærar myndir at
eiga í dag.
Kristin góði, tað var ikki
altíð so lætt hjá tær at fylgja
við í øllum, og viðhvørt so
fór tú í verkfall. Tað gjørdi
tú friðarliga, men eg kendi
teg so væl, at eg skuldi bara
hyggja at tær, so visti eg, at
nú tímdi tú ikki meir hatta
fjasi við antin at halda rætt
í blýantinum ella at skriva
innanfyri linjurnar. Og tað
var í lagi, tí tú vart mentur
heilt fantastiska nógv síðan
skúlabyrjan. Ongin, heldur
ikki tíni foreldur, høvdu vænt
að, at tú fór at taka okkum á
bóli. Tú dugdi næstan allar
bókstavirnar og øll tølini. Av
tí at sjúkan, sum tú skuldi
dragsast við í tínum stutta
lívi, varð staðfest so seint,
var kropsliga menningin hjá
tær ikki á sama støði, sum
hjá tínum javnaldrum. Men
tú gjørdi okkum øllum til
skammar. Eitt má eg eisini
nevna í hesum føri, Kristin,
og tað eru tíni foreldur. Tey
hava frá fyrsta degi gjørt alt,
sum gjørligt var at stuðla tær
í tíni skúlagongd. Tað er alla
æru vert.
Tað varð tungt at fara í
skúla aftur mánamorgunin
eftir. Tí tað var so óveruligt
og óskiljandi, at tú ikki
skuldi koma aftur og vera
saman við okkum. Hendan
mánamorgunin kom prestur
og hjálpti okkum við eini
minningarløtu - eisini vóru
mamma, pápi og systkin tíni
komin, so øll kundu sleppa
at heilsa uppá tey. Av tí at
øll vóru kedd, so kanst tú
ætla, at vit grótu nógv tár.
Vit fóru inn í skúlastovuna
og har tendraðu vit eitt ljós,
sum stóð á tínum borði. Vit
skrivaðu tær brøv og tekn
aðu myndir til tín at hava
við í kistuna. Og hóast onkur
spurdi, hví vit skuldu skriva
tær bræv, tá tú ikki kundi
svara uppá brøvini, so vita
vit vaksnu, at hetta var ein
av nógvum reaktiónum uppá
sorgina yvir missin - at tað er
óskiljandi hjá øllum, tá eitt
barn doyr.
Vikan endaði við at fylgja
tær á tíni síðstu leið til grav
arbakkan. Løtan í kirkjuni
gjørdist hátíðarlig, og sang
urin, sum tit lærdu so væl
og sum skuldi syngjast til
jólahaldi, men sum bleiv
av
ongum
vegna
veður,
varð sungin fyri tær. Eg eri
errin av, at tínir floksfelagir
kláraðu tað so væl. Tá vit
komu út úr kirkjuni, skein
sólin so vakurt, og eg visti tá,
at hóast tú ikki ert millum
okkum meir, so hevur tú tað
gott heima hjá Jesuspápa. Tú
fert altíð at vera ein sólstrála
í mínum minni- ein raskur,
djarvur, hugagóður og fittur
næmingur.
Við hesum orðum fari eg
at takka tær fyri mangar
minniligar løtur í álvara og
gaman. Eg vóni, at tú ofta
fert at senda okkum tínar
góðu tankar saman við øll
um sólstrálunum, sum fara
at koma, so at øll verða
styrkt í sorgini. Serliga vóni
eg, at tíni foreldur, systkin og
familja, koma væl ígjøgnum
hesa sváru tíð við øllum
teimum góðu minnunum,
tey hava um teg. Løtan á fold
er stokkut, men vit hittast øll
aftur heima í himli.
Tær kærastu heilsanir frá
tínum flokslærara,
Lisa Hendriksdóttir
Til minnis um
Kristin Davidsen
* 13.04.2003 † 08.04.2011
Nú fríggjadagin tann 13.
mai fer mamma mín um tey
sjeyti. Hon er klaksvíkskona,
dóttir Alexandru og Kaj
Johannesen og systkini
eru Mortan, Mariu, Hannu
og Julius. Hon giftist tí
læknalesandi Oddmari í
Århus í 1963 og hava tey
verið saman síðani. Hon
passaði meg og pápa sum
heimagangandi tey fyrstu
árini í Århus, har mang
ar góðar løtur vóru og
spælipláss í fleirtali vóru
vitja. Ein forkunnug tíð
har familjan bleiv væl
samansjóvað. Seinni fór
mamma á læraraskúla og
fekk prógv frá Skovlunde
Lærerseminarium í 1978.
Arbeiddi so sum lærari í Al
bertslund til vit fluttu heim
til Føroyar í 1980, tá hon for
at arbeiða í Hoyvíkar skúla
til hon gavst fyrraárið.
Sum lærari hevur hon
givið næmingum uppliv
ingar sum tey ivaleyst fara
at minnast fyri lívið. Bæði í
undirvísingar hópi og uttan
fyri skúlatíð hevur hon sett
síni spor. Hugsi eitt nú um
túrin til Ummannaq. Saml
aði lítla millión til henda
grønlandstúr,
sum
fáir
føroyingar munnu hava
upplivað makan – allur
flokkurin á hundasletum
út í oyðuna at liggja nátt í
óbygdum. Tá mamma setur
sær nakað fyri fer hon um
neyðugt gjøgnum heilt fyri
at røkka sítt mál.
Mamma ber ikki burtur
úr ætt. Hon hevur fingið
nógv bæði frá Alexandru
og frá Kaj. Hon er heilt víst
eisini ein dama fyri sín hatt.
Hon er sum eitt stórt orgul
við
nógvum
registrum,
bæði við tølandi floytu
stemmu og við gjallandi
basúnstemmu. Hon er fram
søkin, initiativrík og heilt
órædd, men hon er eisini
kensluborin og skapandi,
sum eitt listarfólk og í øllum
hesum stendur hennara álit
á Gud og Frelsara okkara
fremst. Hon hevur ikki bert
samkenslu við øðrum í mót
gongd, men eisini viljan og
evnini at umseta sína sam
kenslu til praktiska hjálp og
stuðul.
Men fyri mær er hon
fyrst og fremst mamma
mín, sum við kærleika og
hjálpsemi hevur fylgt mær
og mínum á lívsleiðini.
Fyri okkara børnum er
hon omman, har tað er
høgt til loftið og vítt til
veggja. Hvør minnist ikki
pyjamas party hjá Joannu
við tilhoyrandi móta show
fyri allar gentunar heima
hjá sær ella tá hon kavaði
av hægstu vippu í svimju
hylinum saman við ommu
børnunum. Nógvar aðrar
trivaligar løtur kunnu trív
ast í og einki er at ivast í, at
hon er ein sera spennandi
omma at hava hjá sær.
Fyri pápa hevur hon ver
ið álitið í lívinum; hon sum
gjørdi tilveruna góða, sjálvt
um arbeiðið hjá pápa breyt
náttarfriðin
í
áratíggju.
Saman hava tey givið mær
eina góða og trygga upp
aling við Gudi í hásæti og
natúrligur partur av okkara
dagliga tilveru.
Eg fari at ynskja mamma
hjartaliga tillukku við teim
um sjeyti og Guds ríki sign
ing framyvir.
Mamma góða, tín partur
liggur ikki eftir, so tú kanst
njóta lívið við góðari sam
vitsku – og ikki minst....
ferðast um heimin, sum tú
elskar.
Einkarsonurin
Jonna Færø
70 ár