Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin Eirikur Lindenskov Fyrsti ársfjórðingur er vanliga lakur, men í ár er úrslitið betri enn í fjør, tí bæði framleiðslan og sølan eru vaksin. Á grundrakstrinum var inntjeningin hjá felagnum 9,3 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 6,8 milliónir krónur í fjør. Samlaða sølan vaks úr 78,8 milliónir krónur fyrs­ ta ársfjórðing í fjør upp í 84,3 milliónir krónur sama tíðarskeið í ár. – Vit høvdu eitt flogfar færri í rakstri fyrsta árs­fjórð­ ing í ár, men talið á flog­tím­ um er vaksið 20 prosent. Á hendan hátt er felagið vorð­ ið effektivari, og hesa gongd fegnast vit um, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Air­ ways. Síðan 2008 hevur stígur ver­ið í bæði rutuflúgvingini og leiguflúgvingini, tí bú­ skap­ar­ligu umstøðurnar vers­naðu. Leiguflúgvingin er tó nógv økt fyrsta árs­fjórð­ ing í ár, heili 135 pro­sent. Í flog­tím­um øktist leigu­flúgv­ ing­in úr 210 tímum fyrs­ta árs­fjórðing í fjør upp í 494 tím­ar í ár. Felagið fleyg leigu­ túr­ar fyri ymsar opera­tør­ar í Ev­ropa, m.a. í sa­m­ban­di við skíðferðir. Rutuflúgvingin minkaði 7 prosent fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við í fjør, men havast skal í huga, at pásk­ir­nar í fjør vóru í mars, tá nógv flúgving var. Hóast lækk­aða ferðafólkatalið og hækk­andi oljuprísir stóð felag­ið seg betur í mun til sama tíðarskeið í fjør, tí eind­ ar­kostnaðirnir vóru lægri. Atlantic Airways hev­ ur í vár tikið stig til fleiri átøk, ið skulu økja um áhugan at flúgva til Før­oya. Í Danmark hevur lýs­ing­ ar­herferðin Together sett bæði Føroyar og Atlantic Air­ways á breddan, og hetta hevur økt um søluna ser­liga annan ársfjórðing. Talið á lut­takarum á ferða­vinnu­ stevnuni Visit Faroe Islands í síðstu viku var eisini met­ stórt. Eisini í Íslandi og Bretlandi hevur felagið skipað fyri átøkum saman við samstarvsfeløgum, og í summar verður farið undir at flúgva til Bergen. Í Noregi virka samstarvsfelagar hjá Atlantic Airways fyri, at fólk verða gjørd varug við hendan nýggjan ferðamøguleikan. – Hóast vit hava havt avbjóðingar fyrsta ársfjórðing í ár við høgum oljuprísum og ringum veðurlíkindum, so fegnast vit um, at støðuga arbeiðið at effektivisera raksturin framvegis ber ávøkst. Felagið hevur lagt nógva orku í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, men tann menningin hevði gingið munandi skjótari um ferðaavgjøld og skattir minkaðu ella hvurvu, sigur Magni Arge. Atlantic Airways væntar framhaldandi eitt betri úrslit í ár enn í fjør, men ásannar, at prísurin á brennievni kann ávírka hetta. Almanna- og heilsu­ røktara­felagið og Før­ oya Psykiatrifelag skipa fyri almennum til­taki í Miðlahúsinum mána­ kvøldið 16. mai kl.19.00. Endamálið er at fáa at vita, ”hvussu heilsu­ røkt­arin verður brúktur á arbeiðsmarkaðinum í dag”. Panel luttakarar: He­le­na D. á Neystabø, lands­stýriskvinna í menta­mál­um, Mary í Garði, stjóri í Nær­verki­ num, Rósa Samuelsen, lands­stýris­kvinna í almanna­mál­um og Naina Túgvu­stein, varastjóri á Lands­sjúkrahúsinum. Orðstýrari verður Rig­ mor Dam. Hetta kvøldið leggja vit upp til: • kjak og dialog um okk­ a­ra leiklut á arbeiðs­ mark­naði­num • at luttakarin fær kunn­leika um før­leik­ ar­n­ar og kvalitetin hjá heilsu­røkt­ar­um Heilsurøktarar vilja feg­ nir samstarva við allar starvsfólkabólkar í almanna- og heilsu­verki­ num. Tí vilja vit bjóða leiðsl­um og øðrum sam­ starvs­feløgum, so sum sjúkra­røkt­arfrøðingum, peda­gog­um, ergo- og fysio­tera­peut­um, heilsu­ hjálpar­um, ljós­møðr­um, lærar­um og læknum at koma til hetta tiltakið. Onn­ur áhugað eru eisini væl­komin. Eirikur Lindenskov Eftir at kórið mest sum bara hevur tikið sær av vælumtóktu sangleikunum seinastu árini, og ikki havt orku til nógv meira, ljómar kórsangurin frá ungu røddum. Seinastu dagarnar hev­ ur kórið tikið kórsang upp til Kringvarpið. Talan er um kantatuna »Boð og birting«, sum Eyðun Søren­ sen og Karsten Hoydal skriv­ aðu til vígsluna av nýgg­ja studentaskúlanum í Hoy­døl­ um í 1966. Tað løgna var tó, at skúlin ongantíð varð vígdur, og kantatan tí ongantíð varð formliga frumframførd. Ein av sangunum í kantatuni munnu flestu fólk kenna nevnliga »Landið eg bar við mær«, sum vanliga verður sungin við lagi eftir Hans Jákup Højgaard. Men kórið syngur kantatuna við løgunum hjá Eyðun Sørensen. Rytmiska Kórið í Hoydøl­ um hevur konsert sunnu­ dagin 15. mai kl. 16.00 í sam­ komu­høllini í Hoydølum. Hans Pauli Tórgarð er kór­ leiðari. Her verður brot úr kantat­uni framførd. Kórið legg­ur tó dent á rútmiskan tón­leik innan fleiri sjangrur, við solistum. Eisini verða spenn­andi framførslu saman við jazz/fusion bólkinum A Blue Journey. Bólkurin fer eisini at hava sjálvstøðugar fram­førslur. Mánadagin 16. mai letur ein framsýningin hjá So­ fu­si Poulsen upp á Torgi­ num í SMS. Talan er um eina fram­ sýn­ing við umleið 30 olju- og vatnlitsmálningum, sum allir eru málaðir í 2011. Myndevnini eru úr før­oysku náttúruni, og máln­ing­arnir taka støði í skiftandi náttúruni og før­oyska veðurlagnum, um­framt grindadrápi, før­ oys­ka dansinum og relief­ mynd­ir um Jesu lív. Hetta er aðru ferð at Sofus sýnir fram á Torginum, og fram­sýn­ i­ng­in er opin til og við leygardagin 21. mai. Umframt hesa fram­sýn­ ingina hev­ur Sofus eina perm­an­en­ta framsýning í ­mála­ra­skemmu síni í Kvívík. Svenskt/Finskt/Norskt/ Íslendski leikbólkurin SUBFRAU kemur nú aftur á vitjan í Føroyum. Leikbólkurin SUBFRAU hevur síðan bólkurin varð stovnaður bjóða tí norðulendsku uppfatanini av kynsrollum av. Og eftir tíggju ár er tíðin komin til eitt realitycheck! Hvussu er, í roynd og veru, støðan hjá javnstøðuni? Tað norðurlendska vælferðarsamfelagið sigst vera fyrimyndarligt. Her siga kvinnur seg hava tað best. Men hvussu ber tað til at vit blíva útbrendar, tá vit búgva í einum samfelag sum tekur sær bæði av børnunum og foreldrunum hjá okkum? Er tað frælsi og ríkidømi sum gera okkum sundurstrongdar av krøvunum um 13/4 pen børn, 1 penan mann, krøvunum um at vera kreativ á arbeiðsplássinum og sexut heima, at hava milda rødd, mammu á ellisheimi, vermammu til umlætting, arbeiðstelduna á køksborðinum, bollar í ovninum, fasta flyting til Amnesty og Spa í vikuskiftinum. Vit leggja okkum sjálvar undir lupp, okkara sjálvræði og serliga feminismuna, sum vit allar eru so góðar við – okkara norðurlendska flaggskip. Hvør er partur av javnstøðuni? Vit hava varhugan av at tað eru ikki øll. Hvørjar eru feministar? Og hví fáast vit við sovorðið? Skulu vit knúsa alt sundur, saman? Hvør vil byrja? Og hvør verður so eftir? Vit skilja ruskið. Vit vóna at eisini smátingini kunnu skapa broyting. Vit hugsa um deyðan. Vit leggja familjuhugnakvøld við lørdags-pizza afturum okkum. Vit rýma av skútuni. Vit heiðra Mou Martinsson og Spiderman. Vit syngja. Vit skríggja. Vit berjast. Vit flúgva. Vit dansa. Tvætla býtt og øsa okkum upp. Vit kempa. Og spekulera uppá um Gud er mannfólk – ella hvør er tað sum skapar alla mótstøðu? Vit gera okkara besta og eitt sindur afturat. Á svenskum. Á finskum. Á norskum. Á íslendskum. Niður og norður við øllum skipanum! SUBFRAU vóru seinast á Tjóðpallinum í 2007 við leikinum “Pretty Subfrau” . Tey, sum sóu tann leikin vita hvat tey hava í væntu: Stuttligt og provokerandi, fúlt og fitt, álvarsamt og svakt – alt í senn. Sýningar verða á Tjóðpallinum týsdagin 17. mai og mikudagin 18. mai kl. 19.30. Heilsurøktarin í fokus í Miðlahúsinum Listaframsýning á Torginum Mynd: Jens Kristian Vang »Boð og birting« við Rútmiska Kórinum í Hoydølum SANGUR Nú er lív aftur komið í Rytmiska Kórið í Hoydølum, sunnudagin verður vígslukantan til Studentaskúlan í Hoydølum framførd Atlantic Airways betri úrslit fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør ATLANTSFLOG Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrsta ársfjórðing í 2011 var eitt hall eftir skatt á 2,1 milliónir krónur samanborið við 5,7 milliónir krónur í halli sama tíðarskeið í 2011 SUBTALES – ariir úr miðalstættini