fríggjadagur 23. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 15 - 23. januar 2004
Nr. 15 - 23. januar 2004
25
Barnagarðurin á Velbastað sóknast eftir
avloysara
Timatalið verður væntandi 80 tímar um mánaðin. Arbeiðstíðin er oftast løgd til
rættis, men skotbráið kann eisini verða stutt. Uppgávan er at loysa av á stovunum
og talan er bæði um stuttar og langar dagar.
Barnagarðurin er opin frá 7.30 til 17.00 og hevur tríggjar stovur við 11 børnum í
hvørjari. Børnini eru frá 1 – 6 ár.
Vit vænta, at viðkomandi:
•
hevur góð samstarvsevni
•
kann arbeiða sjálvstøðugt
•
leggur dent á umsorgan
•
dámar væl at verða úti
Løn
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 02.02.04
Nærri fæst at vita á tel. 32 81 21. lok 10: Hanna Jacobsen, leiðari ella lok.14:
Borgny Jacobsen, varaleiðari.
team85 • 358000
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
Pedagogur og
hjálparfólk
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 29 tím-
ar um vikuna frá 1. mars 2004. Lønarstig 10/16.
Einum hjálparfólki at arbeiða 29 tímar um vikuna
frá 1. mars 2004. Lønarstig 1/5.
Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur við 2 stov-
um, 18 børnum í hvørjari, í aldrinum 3-7 ár.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er røkin, nærlagdur og álítandi
• Nýhugsan og ígongdsetandi
• Dámar væl at vera úti í náttúruni
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel-
ag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at ringja til okkum og tosað
við leiðarin Súsanna á Stongum, tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl-
um skal verða okkum í hendi seinast 9.februar 2004:
Barnagarðurin »Sýslan«
FO-380 Sørvágur
Stevningsmaður
Søkt verður eftir stevningsmanni fyri Norðoyggjar
skjótast til ber.
Umsóknir vera at senda Dómaraskrivstovuni,
C. Pløyensgøta 1, Postbox 28, 110 Tórshavn innan
31. januar 2004.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært kunngerð
frá Justitsministeriet frá 15. apríl 2003.
Sorinskrivarin í Føroyum
tann 20. januar 2004
Jørgen B. Petersen
adm.
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralærling.
Hevur hetta tín áhuga so ring og spyr eftir
Jóhan B.Vilhelmsen ella skriva til:
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 311060
Sjúkrarøktar-
frøðingur
Avloysarastarv á starvsbrøkii 0,7 í skiftandi vaktum
á D2 er leyst at søkja til setan 1.mars 2004 ella skjót-
ast gjørligt fram til 31. august 2004.
Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini starv-
ast sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsurøkt-
arar.Deildin er ein áhugaverd deild við nógvum av-
bjóðingum.Vit leggja okkum eftir, at starvsfólkið er
í støðugari menning og áhaldandi at betra um
terapeutiska umhvørvið á deildini.
Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og
miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur
tætt samstarv við aðrar fakbólkar, so sum lækna,
sálarfrøðing, ergo- og fysioterapeut. Saman eru vit
eitt lið, sum er um hin einstaka sjúklingin.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Upplýsingar um starvið:
Meira um starvið fæst at vita við at venda sær til
Birgit Andersen, deildarleiðara á D2 tlf. 313540,
lokal 422 ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktar-
frøðing, lokal 351, ella e-post bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 9. februar 2004 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
C
M
Y
K
25
24