fríggjadagur 13. mai 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
20
VIKUSKIFTI
Í smásamfeløgum verður ofta roynt at sleppa undan tí skriftliga og
formliga, og mál verða avgreidd umvegis persónlig sambond. Júst av hesi
orsøk er so umráðandi at hava óheftar eftirlitsstovnar sum umboðsmannin
og dómstólarnar, segði Róbert Spano, professari við Háskóla Íslands, á
ráðstevnu um umboðsmannin fríggjadagin. Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur,
tók undir við hesum sjónarmiði og helt, at føroyska umsitingin væl kann
brúka umboðsmansstovnin sum inspiratión heldur enn frustratión
óheft
eftirlit
alneyðug
í føroyum
umboðsmaður
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
»Stórur tørvur er á einum effektivum
eftirliti við umsitingini í smáum sam
feløgum, har fáir persónar hava stórt
vald. Eg havi stundum sagt við fólk
í umsitingini í Reykjavík, at støddin
hjá Íslandi hevur við sær, at fakligu
krøvini til umsitingina eru størri enn í
stórum samfeløgum. Orsøkin er, at tann
skaði, sum ein lítil og fáment umsiting
kann fremja í einum lítlum samfelag,
kann vera munandi størri enn í stórum
samfeløgum, har valdsbýtið er størri, og
fleiri eru at taka sær av umsitingini.«
Við hesum orðum sló Róbert Spano,
professari við Háskóla Íslands, rimmar
fast á ráðstevnu hjá løgtingsins um
boðsmanni í Norðurlandahúsinum,
at umboðsmansstovnurin hevur av
gerandi týdning fyri rættartrygdina
í smásamfeløgum. Umboðsmaðurin
hevði boðið trimum fyrilestrarhald
arum, Sjúrði Rasmussen, ráðgeva
á Løgmansskrivstovuni, Johnhardi
Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingi í
Almannamálaráðnum og Heilsu
málaráðnum, og Róberti Spano at
siga sína hugsan um, hvønn týdning
umboðsmaðurin hevur.
Allir tríggir vóru sannførdir um,
at umboðsmaðurin hevur stóran
týdning. Sjúrður Rasmussen helt, at
umboðsmaðurin við sínum niður
støðum kann venda frustratión í um
sitingini til inspiratión, og Johnhard
Klettheyggj nevndi, at umboðsmaðurin
er eitt sera gott amboð at mana
illgitingar í jørðina. Júst illgitingar
um umsitingina vóru grundgevingin
hjá Tjóðveldisflokkinum fyri at fáa
á føtur ein umboðsmansstovn í 1992.
Ta ferðina kom stovnurin ikki, men tá
Jenis av Rana úr Miðflokkinum royndi
aftur í 2000, varð ætlanin sett í verk.
Persónlig sambond
Ein spurningur, ið stundum er frammi,
er, um føroyska umsitingin yvirhøvur
er før fyri at umsita á reiðiligan hátt.
Viðurskiftini í Føroyum eru smá, øll
kenna øll, og mangan verða mál av
greidd umvegis persónlig sambond. Alt
hetta viðgjørdi Róbert Spano í sínum
fyrilestri. Hann nevndi, at í Íslandi hava
fólk ofta hug at avgreiða mál persónliga,
tí fólk kennast. Har á landi er eisini ofta
trupult at taka illa umtóktar avgerðir,
og politikkur ger tí mangan av, hvussu
úrslitið verður, heldur enn galdandi
reglur. Róbert Spano segði:
»Í smásamfeløgum verður ofta
roynt at sleppa undan tí skriftliga
og formliga, og ein politisk og sosial
mentan tekur seg upp, har dentur
verður lagdur á fleksibilitet, effektiva
og skjóta avgreiðslu, ongar formalitetir
og stuttskygdar loysnir. Galdandi
reglur verða settar til viks, og tørvurin í
løtuni verður settur fremst. Í tílíkum
umhvørvi krevjast sterkir og óheftir
eftirlitsstovnar sum umboðsmaðurin
og dómstólarnir fyri at halda røttu
kósina og gera vart við meginreglurnar
um virðing fyri galdandi lógum og
reglum.«
Leikluturin hjá umboðsmanninum
skal sostatt ikki undirmetast, segði
Róbert Spano, men at vera umboðs
maður er ikki bara lætt, vísti hann á.
Í einum lítlum samfelag, har viður
skiftini eru persónlig og ofta óformlig,
krevst, at persónurin, sum røkir
umboðsmanssessin, hevur dirvi og
karakter. Umráðandi er, at hesin per
sónurin ikki letur seg ávirka av dagsins
kegli og teimum kenslum, ið allatíðina
taka seg upp í samfelagnum, tí tá er
vandi fyri, at umboðsmaðurin missir
úr eygsjón meginreglurnar um fólka
ræði, rættarsamfelag og rættvísa máls
viðgerð.
Ivaðist í stovninum
Sjúrður Rasmussen, sum onkuntíð hevði
fingið átalu frá umboðsmanninum
á Løgmansskrivstovuni, t.d. í einum
innlitsmáli, hevði tikið atfinningarnar
til eftirtektar og broytt atferð í tílík
um málum, nevndi hann. Hann var
vorðin inspireraður heldur enn
frustreraður av umboðsmanninum.
Upprunaliga var hann kortini ikki so
sannførdur um, at nakar yvirhøvur
kundi vera umboðsmaður í Føroyum,