fríggjadagur 13. mai 2011síða 66
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
2
Sosialurin
kappingin
Summar
”The location was excellent. Also,
the staff was very helpful during
our stay!”.
Soleiðis tók ein av gestunum,
amerikumaðurin Richard úr Gig
Harbour til, tá hann skuldi meta
um hetta hotellið.
Hann er ikki einsamallur um
hesa positivu metingina, tí miðal
metingin hjá gestum teirra er 8,1
á einum skala millum 1 og 10. Før
oyingar hava eisini búð á hesum
hotellinum, og fekk tað 7,5 í ummæli
frá viðkomandi.
Tað er serliga staðsetingin ið
dámar teimum vitjandi væl, men
eisini reinhaldið fær eisini gott
skoðsmál.
Eitt annað sum ger hetta hotellið
so væl umtókt, er uttan iva møgu
leikin hjá fólki sjálvi at kóka sær ein
drekkamunn: Fleiri av kømrunum
hava nevniliga ein tekøk.
Alt á einum staði
Fyri tey ið elska at vitja handlar,
er Hotell Frón snøgt sagt staðið.
Miðskeiðis í góðum shopping-øki,
reisir hetta hotellið seg við tveimum
bygningum á høvuðsgøtuni Lauga
vegur.
Tann ið hevur gist her, hevur
eisini sannað tað litspælið sum
sermerkir sethús og bygningar í
Reykjavík.
Íslendski høvuðsstaðurin liggur
á eini hálvoyggj, og hiðani av
hotellinum hevur ein besta útsýnið
yvir fjøllini og Atlantshavið. Av
hotellinum er stuttu vegur til Tjóð
leikhúsið, og eitt stórt úrval av
matstovum, café'um, gallarí'um og
søvnum.
Hotell Frón hevur nøkur sera
góð tilboð til tann vitjandi, men
megnar samstundis at hava rími
ligar prísir og kann tryggja eitt gott
uppihald, m.a. við ókeypis alneti
og eina matstovu við eini terassu
í stovuhæddini, har tú fært ein
morgunmat við altjóða dámi.
Næsti granni hjá hotellinum
er mexikanska Santa Maria-mat
stovan, og tað er eisini her at
morgunmaturin verður etin. Við
ektaðari mexikanskari innrætting,
hevur Santa Maria rættar mexi
kanskar rættir á matarskrá síni.
Mánadagin millum klokkan 11 og
12 hevur tú møguleika at vinna eina
ferð til Reykjavíkar og eitt uppihald
júst á hesum hotellinum.
Væl fyri og mitt í blómandi høvuðsstaðnum
í Íslandi, bjóðar Hotell Frón nútíðar kømur
og alt tað sum tí vitjandi leingist eftir.
Hotellið mitt í býnum
MITT Í
Hotel Frón liggur mitt í "tí
heila" og ger sítt til, at tey
ið gista her skulu fáa so
góða tænastu sum tilber