Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 6 Sosialurin kappingin Summar Tað er Tripadvisor, ið er ein av týdningarmestu ferða­vinnu-síð­un­ um í heiminum sum hevur avgjørt hetta. Fólk í íslendsku ferðavinnunu eru rættiliga errin av hesum heiðri­ num, sum setur høvuðsstað teirra á sama stað sum París, Pragh,Venedig, Barcelona og aðrar vakrar býir kring alt Europa. Hjá Tripadvisor verður tikið so­ leiðis til: Reykjavík hevur heiðurin sum heimsins norðasti høvuðsstaður, og fyri nógv av ferðafólkunum er býurin eisini at meta sum inn­ gongdin til eitt hav av spennandi upp­livingum. Her hevur tú haraftrat møgu­ leika at endurløða teg eftir spenn­ andi ævintýr í náttúruni í teimum heitu keldunum ella innandura spa-baðum. Vit hámeta eisini stórsinnið hjá íslendingum og teirra orkufullu mentan, ið fevnir um altjóða viður­ kendan tónleik og ein forvitnisligan listapall, ótrúligan mat og eitt spenn­andi náttarlív. HÁMETTUR Íslendski høvuðsstaðurin er undir liðini á teimum stóru býunum í Europa, tá talan er um upplivingar og mentanarlig tiltøk Reykjavík er komin í lag við 25 av mest áhugaverdu ferðamálunum í Europa. Spennandi upplivingar í Reykjavík