mánadagur 16. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í sendingini »Meg minnist«,
hevur Jógvan Arge seinastu
vikurnar tosað við Paula Ell
efsen, fyrrverandi løgtings-,
fólkatings- og løgmann. Onk
ur vil siga, at Pauli Ellefsen á
mangan hátt var ein íspegil
– í øllum førum, at honum
dámdi væl at arga.
Men hvussu er og ikki,
so greiddi hann frá, hvussu
hann kom upp í praktiskan
sambandspolitikk í sínum
ungum árum:
»Tað var á VBV (studenta
skúlin, red). Har var ein ser
deilis ivrigur sambandsmað
ur, sum æt Zacharias Wang.
Hann spurdi meg, um vit
báðir ikki skuldu taka ein
politiskan fund saman við
øðrum. Eg hevði ongantíð
upptraðkað fyrr, so eg vildi,
at vit fyrireikaðu okkum væl.
Vit fóru oman til Georg L.
Samuelsen, hann gav okkum
krút. Vit hirdu á, og eg trúgvi
ikki, at Sambandsflokkurin
nakrantíð hevur fingið so
stórt stemmulutfall, sum tað
kvøldið...«
Soleiðis segði Pauli Ellef
sen. Vit kunnu bara staðfesta
orðini hjá Jens Otto Krag, at
»man har et standpunkt, til
man ta’r et nyt«.
Stjórnarmálið hevur fylt nógv í før
oyskum politikki, longu langt áðr
enn vit fingu floksbýti á tingi mill
um sjálvstýri og samband í 1906.
Tey nógvu árini eftir floksbýtið, var
stjórnarmálið tað, sum var munurin
millum flokkarnar.
Í 1928 blandaði sosialdemokrat
iski Javnaðarflokkurin seg uppí,
kom á ting við eini sosialdemo
kratiskari hugsjón, sum ikki hevði
stjórnarmálið sum høvuðsmál. Í
1936 kom Vinnuflokkurin, kanska
sum eitt mótspæl til arbeiðararørsl
una, sum kom á ting gjøgnum Javn
aðarflokkin. Vinnuflokkurin bleiv
til Fólkaflokkin, tá fólk úr Gamla
Sjálvstýrinum kastaðu saman við
Vinnuflokkinum um Fólkaflokkin.
Støðuna undir krígnum kenna
vit, tá Fólkaflokkurin var ein ting
mann frá meirilutanum. Ein av
tingmonnunum hjá Javnaðarflokk
inum hevði betur hug á Fólkaflok
kinum, og tað endaði alt við fólka
atkvøðuni um loysing ella samband
14. september í 1946.
Tað sló Zakariasi Wang fyri
bróstið, at vit á hesum stað miku
dagin skrivaðu, at fólkaatkvøðan
var »demokratisk ivasom«. Tá vit
skrivaðu so, er tað tí, at vit halda
ikki, at tilgongdin ella viðgerðin
ella fólksliga luttøkan kring fólka
atkvøðuna var nóg rímulig. Men tað
er nú ikki so nógv tað, sum vit hava
áhuga í at viðgera. Tað er so mang
ur, sum hevur vrakað hasa fólkaat
kvøðuna, so tað nýtist okkum í dag
ikki at kjakast um.
Men vit halda so avgjørt ikki, at
hendan fólkaatkvøðan kann brúk
ast sum grundarlag fyri fólksins
støðu í dag. Tað er ikki rætt at
grunda fólksins støðu á eina út við
sjeyti ára gamla fólkaatkvøðu, sum
varð vrakað, og hvørs týdningur
annars er fánaður, tí allir flokkar í
praksis hava góðtikið ta heimastýr
islóg, sum nakrir flokkar samtyktu í
kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni.
Men sjálvandi er tað fólkið í Før
oyum, sum skal taka avgerð um
okkara framtíð – eisini um okkara
framtíð í danska ríkinum. Tí er tað
spell, at arbeiðið í stjórnarskipan
narnevndini eftir øllum at døma er
farið fyri bakka. Tað allar besta var,
at allir flokkar á tingi kundu kom
ið til eina felags støðu. Men tað ber
helst ikki til, og tí minnir støðan í so
máta eitt sindur um støðuna í 1946,
at vit ikki ein gong kunnu semjast
um, hvussu tilgongdin skal vera til
avgerðina, sum annaðhvørt loysir
okkum frá ríkinum ella sigur, at vit
góðtaka at vera partur av ríkinum
og harvið eisini av donsku grund
lógini.
Men tað er ikki neyðugt at gera
tað so innviklað. Tá tingfólk ikki
megna at finna eina semju – nú tey
hava roynt tað besta tey kunna í 13
ár, lat okkum so fáa hasa fólkaat
kvøðuna, so politikararnir kunnu
fara til arbeiðis – innan ella uttan
fyri ríkisfelagsskapin!
Sjálvandi skal fólkið í
Føroyum gera av framtíðina
Á framsýning, sum letur
upp í Steinprenti á 75
ára føðingardegnum hjá
Zacharias Heinesen hósdag
in 19. mai, sýnir hann fram
eitt úrval av vatnlitamynd
um, sum hann hevur málað
seinastu fimtan árini.
Vatnlitamáling
hevur
Zacharias altíð fingist við
til skitsubrúk, men hann er
seinnu árini farin at dyrka
hesa listagreinina í alsamt
størri mun sum eina sjálv
støðuga
listagrein,
sum
hann hevur fingið størstu
viðurkenning fyri bæði í
Føroyum og uttanlands. Tað
eru sum kunnugt hansara
vatnlitamyndir, ið prýða
okkara pengaseðlar og eisini
eru hansara vatnlitamyndir
umboðaðar í høgt virda
pappírslistasavninum hjá
Statens Museum for Kunst
(Kobberstiksamlingen).
Samanborið við oljumál
ing eru vatnlitir betri egn
aðir til spontanar, lættar og
ljósar myndir og eftir mynd
unum á hesi framsýningini
at døma, eru vatnlitir eisini
sum skaptir til listarligu
ætlanir
Zachariasar,
tá
hann við fáum ella mongum
strokum fangar eitt fúlt æl
í Havn, várligt sirm á Velba
stað ella glitrandi ljósbrigdi
í Mikinesi. Ofta eru spektra
llitirnir umboðaðir í mynd
unum, har skyggjandi gulir
og reyðir litblettir festa í
grønt, violett og blátt. Før
oyska landslagið, vátt í vátt
við leskiligastu litum – tað
ljóðar næstan sum kundi
tað verið ov nógv av tí
góða, men so er ikki. Hetta
er Zacharias Heinesen, ein
ektaður listamaður, ið sýnir
fram
sínar
sevjumiklu,
neyvu vatnlitamyndir, sum
brima av listarligum yvir
skoti.
Øll eru vælkomin til upp
latingina klokkan 16-18 hós
dagin 19.mai í Steinprenti á
Skálatrøð. Framsýningin er
stuðlað av Okkara og verður
at síggja í Steinprenti hetta
til 2. juli.
Zacharias Heine
sen sjeytifimm
Kom so við fólkaatkvøðuni
Í næstu viku fer Sosialurin
at
broyta
Lýsingartorgið,
sum hevur verið í blaðnum
í næstan 20 ár. Ein av broyt
ingunum verður, at nú skal
gjaldast fyri lýsingarnar, og
at tær skulu sendast blað
num umvegis internetið.
Higartil hevur tað verið
ókeypis at seta lýsingar í,
sum ikki eru handilsligar, ella
har virðið á selda lutinum
hevur verið undir eitt vist.
Hetta verður nú alt broytt,
so treytirnar verða einfaldari.
Fólk skulu nú sjálvi skrivað
lýsingarnar inn gjøgnum
internetið, og gjaldast skal
eisini við gjaldskorti umveg
is internetið.
Kostnaðurin fyri allar lýs
ingarnar verður framyvir 50
krónur hvørja ferð.
Gjalda fyri Lýsingartorgið
Tá Zakarias Wang skapti
ein sambandsløgmann
Arab
iskir til
standir á
tingi
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 24
Løg
maður
lagdur á ís
Kári á rógvi
kjak á síðu 25