Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 4 Sosialurin Eirikur LIndenskov Fyrrverandi stjórin í In­jec­ tor Trawldoors, Jan All­an Müller, er nú skuld­sett­ur fyri bedragarí í milli­óna­klass­ anum. Skuld­setingin kemur nú – eitt ár eftir, at leiðslan í felagnum meldaði málið til løgregluna. – Orsøkin til, at málið hev­ ur tikið so langa tíð er, at málið er sera fløkt, sigur Torben Svarer, politikommiserur í Sydøstjyllands Politi, sum tó ikki vil vátta, at talan er um Jan Allan Müller. Men hann sigur, at 41 ára gamli maðurin enn ikki hevur tikið støðu til skuld­ set­ingar, men Horsens Folke­ blad skrivar, at maðurin kann rokna við ákæru um fíggjar­ undandrátt og skatta- og mandatsvik fyri fleiri milli­ ónir krónur. Injector Trawldoors, sum fór á heysin í september í fjør, gjørdi útgerð til fiskiídnaðin, og tað vóru fyrrverandi eig­ ararnir av virkinum, sum varn­aðust, at stjórin eftir øll­ um at døma svindlaði við fe­ lagsins pengum. Síðani kom løgreglan upp í málið. Alt ljóðaði annars so væl, tá Jan Allan Müller og onn­ur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsen í Danmark, og TF Holding hevði álit á fyritøkuni. – Endamálið hjá okkum er eisini at stuðla upp undir føroyskar fyritøkur, og vit mettu, at trollemmarnir vóru ein tann besta uppfinningin, sum nakrantíð er gjørd. Tí settu vit pening í felagið, segði Gunnar í Liða, táverandi stjóri í TF Holdeing við Sosial­in í oktober í fjør. Hann segði eisini, at tað er trupult at tryggja seg ímóti óreglusemi. Tryggingarfelagið keypti seg gjøgnum eitt annað fe­lag inn í fyritøkuna og hev­ur síðani havt umboð í nevndini. Gunnar í Liða visti tá ikki nágreiniliga, hvussu nógvan pening Tryggingarfelagið hev­ur mist, men talan er um fleiri milliónir krónur. Hann segði, at talan er um eitt sera óheppið mál. Nevndin hevði illgruna um, at fyritøkan fór av knóranum vegna óreglusemi. – Vit og leiðslan í Danmark meldaðu málið til politiið, tí vit høvdu sterkan illgruna um óreglusemi. Vit vilja hava alt kannað, og er óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar. Hvør stein­ur skal vendast, segði Gunnar í Liða. Politiið í Horsens hevur arbeitt við málinum, síðani tað varð meldað, og nú er kanningararbeiðið komið so langt, at stjórin verður skuldsettur, váttar Torben Svarer, politikommisserur. eirikur@sosialurin.fo Skuldsettur fyri svik fyri milliónir SVIK Politiið í Horsen er nú komið undir land við kanningunum av leiklutinum hjá Jan Allani Müller í sambandi við Injector Trawldoors í Horsen. Hann er nú skuldsettur fyri svik fyri milliónir KÍ misti pengar Av teimum nógvu kre­ di­torunum hjá In­jec­tor Trawldoors er Klaks- vík­ar Ítróttarfelag ein. Teirra missur er spon­sor­ peningur fyri í hvussu er eitt ár. Fyrrárið gjørdi KÍ sátt­ mála við Injector Trawl­ door um at sponsorera, og tá fekk fótbóltsvøllurin í Klaksvík navnið Injector Arena. Men tað gekk illa at fáa peningin frá In­jec­ tor Trawldoors, og tá ið Injector Trawldoors end­ aði í fútarættinum síðsta summar, gavst KÍ at rykkja eftir peninginum. Nevndin helt tá, at fræg­ast var at gevast við at rykkja eftir pengunum og heldur brúka pengarnar til annað virksemi. Sáttmálin segði annars, at KÍ skuldi hava 120.000 krónur um árið. Í fjør fekk felagið ikki eitt oyra, so kravið til trotabúgvið var í minsta lagið tað. Vøllurin fekk síðani aftur navnið vøllurin á Djúp­umýri. Jan Allan Müller