mánadagur 16. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Leo Poulsen
Tórshavnar kommuna hevur
lagt stóran dent á umhvørvið
seinastu valskeiðini. Nógv
er gjørt fyri at reinsa áir og
kloakkir og fjøruna seinastu
árini, og nú umhvørvisvika
var í síðstu viku, var tað
ógvuliga
passsandi,
at
Brennistøðin á Hjalla fekk
sonevndu ISO 14001 góð
kenningina.
Tað er Norsk Veritas, ið
góðkennir hesi støðini, og
stórur dentur hevur verið
lagdur á, at menna allar
skipanir og mannagongdir
á KOB.
Elin Lindenskov er for
kvinna í Heilsu- og um
hvørvisnevndini hjá Tórs
havnar kommunu, og hon er
sera errin av avrikinum hjá
Brennistøðini.
Tað
er
einastandandi
flott av Brennistøðini at fáa
hesa
góðkenningina.
Vit
skulu minnast til, at talan er
um allar mannagongdir hjá
Brennistøðini, og teir hava
arbeitt hart fyri at fáa hesa
góðkenningina, sigur Elin
Lindenskov.
Tað tekur vanliga eitt ár at
fyrireika eina slíka góðkenn
ing, men tað var ikki fyrr enn
í oktober, at teir rættiliga
fóru undir fyrireikingarnar
at fáa hesa góðkenningina.
Talan er um eina um
hvørvisgóðkenning, og vit
hava arbeitt hart í seks mán
aðir, sigur Jóhannes Gutte
sen,
umhvørvisleiðari
á
Brennistøðini.
Hetta er eitt diplom, ið
setir krøv til brennistøðina
um mannagongdir, lógir og
reglugerðir.
Talan er um eina trygd
mótvegis
borgarunum
í
kommununi at øll okkara
umhvørvisviðurskikfti eru
í lagi, sigur Jóhannes Gutte
sen.
Brennistøðin hevur áður
rynt at fingið hesa góðkenn
ingina, men tað hevur ikki
eydnast fyrr.
Vit hava brúkt royndirnar
frá undanfarnum ferðum,
umframt at vit hava lagt enn
størri dent á at fáa góðkenn
ingina hesuferð, sigur Jóhan
nes Guttesen.
Góðkenningin merkir, at
brennistøðin nú hevur papp
ír upp á, at alt teirra arbeiði
er í lagi.
Vit hava alla tíðina hildið,
at okkara arbeiði er í lagi,
men nú hava vit prógv fyri
tí. Og vit eru nú undirlagdir
eitt loypandi eftirlit, sigur
Jóhannes Guttesen.
sansir.fo
Móttøka á
Landsverki
Ewald Kjølbro hevur tikið við sum nýggjur stjóri á Landsverki.
Vit bjóða til móttøku og opið hús á Tinghúsvegi 5,
hósdagin 19. mai frá kl. 15.00 - 17.00.
Øll eru vælkomin.
Bárður Michelsen, leiðari á
brennistøðini, og Jóhannes
Guttesen, umhvørvisleiðari,
við góðkenningini
Mynd: Jens Kristian Vang
KOB ISO 14001 góðkend
Tað var sum eitt eyka herðaklapp at fáa á sjálvari umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar
kommunu, tá Kommunala Orku- og Brennistøðin fekk ISO 14001 góðkenning