mánadagur 16. mai 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Finnur Jensen
Ber tú nakað varandi brek?
Hvussu er heilsan hjá tær
í mun til aldurin?
Er tú limur í nøkrum fak
felag?
Hesar tríggjar spurningar
og aðrar við hava vit skyldu at
svara í heyst, tá fólkalteljarar
banka á dyrnar og biðja um
útfylla eitt spurnablað. Um
vit nokta, ella um vit svara
skeivt við vilja, so kunnu vit
vænta eina bót.
Tað er veruleikin, eftir at
ein meiriluti í Løgtinginum
leygarnáttina endaliga sam
tykti umstrídda uppskotið
um manntal, sum skal slóða
fyri umfatandi fólkateljing í
heyst.
Smávegis broytingar
Fleiri hava annars sáað iva
um uppskotið, tí tað gongur
privatlívinum ov nær. Bæði
politikarar og løgfrøðisligir
serfrøðingar hava róð fram
undir, at uppskotið er í stríð
við bæði mannarættindi og
grundlógina.
Løgtingið tók atfinning
arnar til sín og beindi upp
skotið aftur í nevnd. Men
tá uppskotið kom úr aftur
– nakrar tímar seinni – vóru
broytingarnar fáar.
Í nýggja uppskotinum,
sum varð samtykt, eru kom
nar
nakrar
nágreiniligari
ásetingar um krøv og heim
ildir hjá sonevndu teljarun
um, sum skulu banka á dyr
og syrgja fyri, at fólk svara
spurnabløðunum.
Men kravið um svarskyldu
stendur við, og tey, sum nokta
at svara ella svara skeivt við
vilja, kunnu revsast við bót.
Revsiheimildin
finst longu
Í nýggja álitinum, sum varð
skrivað, rættvísger meirilutin
í fíggjarnevndini revsingina
við at vísa á eina lóg frá 1991,
sum longu gevur heimild
til at sekta tey, ið ikki veita
neyðugar upplýsingar.
Tað er lógin um Hagstovu
Føroya, sum gevur stovninum
heimild til at krevja sær slík
ar upplýsingar.
Í § 5 stendur, at »tann,
sum ikki rættstundis veitir
tær upplýsingar, ið verða
kravdar av honum eftir
grein 3 og 4 við vilja ella við
grovum ósketni veitir rang
ar upplýsinar, verður sekt
aður.«
Í stríð við
mannarættindi
Hinvegin hevur Birita Lud
víksdóttir, løgfrøðisligur ráð
gevi í løgtingsumsitini í notati
viðheft fyrra álitinum víst á,
at svarskyldan kann vera í
stríð við artikul 8 í evropeiska
mannarættindasáttmálan,
sum staðfestir, at øll hava
rætt til virðing fyri sínum
privat- og familjulívi.
Hóast sáttmálin góðtekur,
at almenni myndugleikin í
serligum førum kann gera
inntriv í henda rættin til
privatlív, metir hon ikki, at
fólkateljingin er ein nóg góð
orsøk til tess.
»Tað er ilt at fáa eyga á,
at tað er “neyðugt í einum
demokratiskum samfelag” at
áleggja einum privatpersóni
bót, um hann av onkrari
orsøk ikki ynskir at svara
ávísum spurningum í spurn
arblaðnum,« skrivar løgfrøðis
ligi ráðgevin m.a. í notatinum
til løgtingslimirnar.
Í lagi at revsa
Kunningarráðgevin
hjá
Manntali, Øssur Winthereig,
er hinvegin ikki samdur við
løgfrøðiliga ráðgevan á løg
tingsskrivstovuni ella minni
lutanum í fíggjarnevndini
um, at tað er skeivt at revsa
tey, sum ikki vilja svara
spurnablaðnum.
– Av royndum veit man, at
tað ikki letur seg gera at fáa
øll at svara, um tað verður
sjálvboðið fyri borgarar at
svara. Tí er tað mett neyðugt
at áleggja fólki at svara
spurningunum, sigur Øssur
Winthereig.
Hann metir - í mun til løg
frøðiliga ráðgevan – at inn
trivið er forsvarligt.
– Hendan skyldan fyri
borgaran verður mett at
vera eitt minni inntriv sæð
í mun til nyttuna, sum sam
felagið fær av úrslitinum av
manntalinum, sigur Øssur
Winthereig, sum sipar til,
at alt Føroya fólk kann fáa
ágóðan av tí, sum spyrst
burturúr hagtalslýsingini í
heyst.
finnur@sosialurin.fo
Løgtingið:
Útfyllið spurna
blaðið ella fáið bót!
Tey, ið nokta at útfylla spurnablaðið í heyst, kunnu vænta sær eina bót.
Løgtingið samtykti leygarnáttina umstrídda uppskotið um manntal,
sum skal slóða fyri eini umfatandi fólkateljing í heyst.
Ætlar
tú tær
ikki at
svara?
Set teg í
samband við
okkum, um
tú umhugsar
at nokta
at útfylla
spurnablaðið
í heyst.
Finnur Jensen
Ikki allir føroyingar
eru
so
fegnir
um,
at teir skulu svara
spurnablaðnum, sum
kemur í hvørt húsar
hald í heyst. Tað sæst
á bæði portalum og
kjak-síðum á netinum,
har fleiri skriva, at
tey beinleiðis ætla at
nokta at svara spurn
ingunum og kunnu
sostatt vænta ein bót.
Hetta er áhugavert,
tí um fleiri eru, sum
nokta at svara og so
leiðis ikki verða fevnd
av fólkateljingini, dett
ur sjálvt grundarlagið
undir fólkateljingini
burtur.
Vit á Sosialinum
ynskja tí fegin at vita,
um fleiri føroyingar
eru, sum ganga við
hesum tonkum.
Send okkum ein
meyl, har tú stutt
greiðir frá, hví tú ætl
ar tær at nokta at út
fylla spurnablaðið og
annars um tú ert til
reiðar at fáa eina bót
fyri stríðið.
Adressan er:
finnur@sosialurin.fo
Í mun til verkætl
anina Manntal ætla
vit á Sosialinum okk
um ikki at avdúka tín
samleika um 80 ár.
Soleiðis sá forsíðan til spurnablaðið til royndarteljingina í heyst út. Í heyst
skulu øll útfylla eitt líknandi spurnablað – annars fáa tey bót