Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 17 síður

Tekstur á síðuni

32 Nr. 15 - 23. januar 2004 VEÐRIÐ Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og kava- ælingur, men eisini sól- glottar. Hitalagið mill- um frostmarkið og ÷3 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norði og sólglottar, men kanska okkurt kavaælið. Hitalagið millum frostmarkið og ÷4 stig – um náttina niður í ÷6 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Fyrrapartin stívt and- øvsgul upp í hvassan vind av suðri og regn. Seinnapartin hvassur vindur av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. 19. januar: Mánin næstur jørðini 21. januar: Tendring 29. januar: Fyrra kvarter 31. januar: Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2004 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 23. jan 07.52 20.19 06.52 19.19 07.07 19.34 09.52 22.19 10.52 23.19 06.07 18.34 05.07 17.34 08.07 20.34 09.07 21.34 07.37 20.04 08.52 21.19 24. jan 08.44 21.09 07.44 20.09 07.59 20.24 10.44 23.09 11.44 — 06.59 19.24 05.59 18.24 08.59 21.24 09.59 22.24 08.29 20.54 09.44 22.09 25. jan 09.32 21.54 08.32 20.54 08.47 21.09 11.32 23.54 00.09 12.32 07.47 20.09 06.47 19.09 09.47 22.09 10.47 23.09 09.17 21.39 10.32 22.54 26. jan 10.14 22.35 09.14 21.35 09.29 21.50 — 12.14 00.54 13.14 08.29 20.50 07.29 19.50 10.29 22.50 11.29 23.50 09.59 22.20 11.14 23.35 5 707265 100050 > Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynn- ingi, seinnapartin hækkar hann upp í út- nyrðing. Ælingur, um kvøldið sum vátaslett- ingur ella kavi. Hitin millum 1 og 4 stig. HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 Hitalagið mált frá 21/01 kl. 0600– 22/01 kl. 0600. Hitin í gjár: 8,5° Minsti hiti máldur í jan.: ÷8,8° - Mesti hiti máldur í jan.: 11,6° Miðalhitin fyri januar 12–17 m/s LUFTTRÝSTIÐ Eitt lágtrýst, 982 hPa. yvir Atlantshavinum á 52N-36V fer móti Íslandi og dýpist. Djúpa lágtrýstið sunnan fyri Ísland fer spakuliga í landnyrðing og kuldabrúgvin haðani verður yvir Føroyum fríggjamorgun- in. H H H H H L H 5–10 m/s 5–10 m/s AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: 6,0 mm – mált frá 21/01 kl. 0600–22/01 kl. 0600 Avfallið higartil í januar: 132,9 mm 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri januar Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires ÷14 ÷9 0 ÷3 ÷2 ÷4 4 5 8 7 7 9 ÷7 ÷1 – ÷11 ÷4 ÷14 ÷9 ÷2 ÷4 ÷9 ÷3 6 7 11 15 6 13 15 ÷2 17 28 30 – ÷3 17 16 17 32 12 – 29 10–15 m/s 10–15 m/s 10–15 m/s L L L Tórleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiðir frá valkvøldi- num á Sjómansheimi- num Ørkini í Reykjavík LØGTINSVALIÐ Torleif Johannesen Valdagin 20 januar var ikki bara valfepur í Føroyum. Hann hevði eisini spreitt seg í ein útnyring, heilt yvir til Íslands. Grundin til val- fepurin í Reykjavík var ikki bara tann, at íslendingar eru áhugaðir í føroyskum poli- tikki, og serliga í spurningi- num um samband ella loys- ing. Høvuðsgrundin var, at fleiri av teimum uml. 300 føroyingunum sum búgva í Reykjavík og har umleiðir, eru áhugaðir í føroyskum politikki. Tað er nýggi leiðarin á føroyska sjómansheimi- num, Ørkini, Rúni Hentze eisini. Hann var tingmaður fyri Páll á Reynatúgvu síðsta valskeið. Hann still- aði ikki uppaftur hesaferð, tí hann skuldi verða »skip- ari« á Ørkini frá fyrsta janu- ar. Úrslitini á stórskíggja Fyrst í árinum hevði føroy- ingafelagið sent bræv út til sínar 250 limir. Har kunn- aðu tey m.a. um, at undirrit- aði skuldi vitja og hava møtir. Samstundis boðaðu tey frá, at valkvøldið skip- aði føroyingafelagið og sjó- mansheimið fyri hugna á heiminum, har fylgjast skuldi við valinum á stór- skíggja yvir alneitið. Seinnapartin valdagin var gjørt klárt. Føroysk fløgg komu á borðini í matstov- uni, samstundis sum upp- vørpan (video-kanónin) var riggað til. Limir í føroyingafelag- num komu við køkum og heimið gav kaffi. Peningurin fyri drekka- munnin fór til heimið. Kl.19.45 komu tey fyrstu. Tað merktist skjótt á teim- um, at hóast fleiri teirra høvdu búð í Íslandi í nógv ár, so vóru tey rættiliga spent upp á valið. Úrslitini blivu eisini gjølla kannað so hvørt tey komu upp á veggin. Tosið gekk lívliga, samstundis sum køkurnar blivu skolað- ar niður við kaffi ella te. Tey uml. 50 fólkini, ið vitjaðu inn á heimið val- kvøldið, høvdu tað rættiliga hugnaligt. Tá endaliga úrslitið kom, var hýrurin sera góður á teimum flestu. Rúni slongdi harmonikuna um herðarnar, Rúni Eysturlíð og Mads Jacobsen tóku guitararnar, samstundis sum Grønasangbók kom fram. Sangir sum t. d. »Føroyar tá sólin í tindrandi megi« vóru sungnir. Klokkan var farin av eitt áðrenn tey síðstu fóru til hús. Jú, jú! Útisetar kunnu sanniliga hava tað hugna- ligt, í samband við eitt løg- tingsval. Føroyskur valfepur í Reykjavík Flest loysingarfólk Valkvøldið merktist týðu- liga, at meirilutin av teim- um uppmøttu vóru loysing- arfólk. Ein tók so ramliga til, at allir føroyingar sum eru í Ísland, eru loysing- arfólk. Eru teir ikki tað tá teir koma, so gerast teir tað eftir eina tíð í Íslandi. Møguliga er hetta rætt. Valkvøldið var í øllum før- um ringt, fyri ikki at siga ógjørligt at hoyra málið á nøkrum sambandsfólki. Ein av teimum, sum fyrst møtti upp valkvøldið, var 87 ára gamla Paulina Jóns- son, úr Froðba. Hon er íðið loysingar- fólk, hóast hon hevur búð 57 ár í Íslandi. Vælkomin á Ørkina Sjómansheimið, sum var vígt 2 juni 1991, hevur øll árini virkað sum sjómans- heim/hotell, men eisini sum eitt slag av føroyskari sendistovu. Har hittast før- oyingar til álvara og gam- an. Har gista skúlanæm- ingar, sjómenn, og annars vitjandi úr nógvum lond- um. Vetrarhálvárið er friða- ligt, við nøkrum fastbúgv- andi næmingum, og annars vitjandi, sum tørva gisting. Um summarið er heimið væl vitjað. Tá er ein altjóða dámur yvir heiminum, við fólkum úr ymsum londum. Rúni sigur, at føroyingar eru sjálvandi hjartaliga vælkomnir á Ørkina at búgva ella bara at vitja inn á gólvið. Nú er gott flog- samband við Atlantsflog til Ísland, so nú er lagað manni at koma ein túr til Reykjavíkar at vitjað og síggja seg um í hesum fjøl- broytta og spennandi bý- num. Hann sigur eisini, at tey sum ætla sær at gista á Ørkini í summar, mugu bí- leggja í rímiligari tíð, tí út- lendingar bíleggja so tíð- liga. Føroyingar eru altíð væl- komnir at ringja ella senda teldupost, tá teir hava ør- indir til Sjómansheimið. Í løtuni arbeiða bara før- oyingar á heiminum, og teir lata heilsa vinum og kenningum í Føroyum. Rúni Hentze, fyrrverandi løgtingsmaður, er nú leiðari á Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Valkvøldið hitt- ust »íslendskir« føroyingar á Sjómansheiminum at fylgja valinum um alentið Mynd: Torleif Johannesen C M Y K 32