Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Dagfinn Olsen Harmoni- og hornorkestur úr øllum landinum hittast árliga dýra biðidagsvikuskiftið. Eins og undanfarin ár verður, um­framt høvuðskonsertina, eisini hildið eitt verkskeið og ein konsert við skúla­ orkestrum. Í ár verður Føroya Landsorkestur eisini partur av skránni. Musikkstevnan 2011 fær vitjan úr Íslandi. Skúla­ orkestrið av Akureyri og Aku­reyri Big Band fara eis­ ini at seta sín dám á hesa musikk­stevnuna. Hóskvøldið 19. mai hava Føroya Landsorkestur og Akureyri Big Band konsert í Norðurlandahúsinum. Fríggjadagin, dýra biði­dag, er dagurin, tá før­oysku skúla­ orkestrini hava konsert. Á somu konsert framførir eisini skúlaorkestrið av Akureyri. Hósdagin og fríggjadagin verður verkskeið, har før­ oyskir yrkistónleikarar verða skeiðshaldarar. Úrslitið av verkskeiðnum verð­ur at hoyra á samkomu fyri skúla­ orkestrum og verkskeiðslut­ takarum fríggjadagin. Høvuðskonsertin á musikk­stevnuni verð­ur seinna­partin leygardagin 21. mai. Í ár roynir GHM at seta nakrar karmar um kon­ sertina, fyri at gera hana so lurtara­vinarliga sum gjør­ ligt. Orkestrini hava fing­ið ein leist at velja eftir til tón­ leikaframførsluna. Orkestr­ ini kunnu velja trý tónleika­ stykki: Nýggj føroysk kom­po­sitión, swing, stykki við solisti, filmstónleikur ella marsjur. Konsertin leygardagin verð­ur partvíst skipað sum ein kapping. Teir tríggir dóm­arar­nir skulu meta um bestu samansettu skrá, besta spælandi orkestri og fest­ligasta íkast. Vinningar verða eftir heildarmeting latnir trimum orkestrum. Fólk í øllum aldri manna føroysku harmoni- og horn­ orkestrini. Musikk­stevnan er árliga hæddarpunktið hjá hesum tónleikarum, har høvi er hjá orkesturlimum úr øllum landinum at hoyra onnur orkestur, og at hitta aðrar spælarar. Dýrabiðidag á hvørjum ári møtast øll blásiorkestrini til musikkstevnu. Orkestrini skiftast um at verða vertur, og stevnunar hava verið hildnar kring alt landið síðani 1966. dagfinn@sosialurin.fo Tónleikur Verkskeið, festligasta íkasti, solistar og annað. Harmoniorkestrið GHM skipar fyri árligu musikkstevnuni, sum hesaferð verður í Norðurlandahúsinum 19. til 21. mai. Høvuðskonsertin verður leygardagin Lurtaravinarlig musikkstevna Nýt frálíka møguleikan, sig gerandisdeg- num farvæl og løð upp til nýggja viku. Á snarferð til Íslands við Norrönu eru um- støðurnar av teimum bestu. Steðgurin í Seyðisfi rði er 1½ dag, har tú hevur møguleikan at gista umborð og fara útferðir í Íslandi (sí www.smyrilline.fo) ella koyra runt í økinum kring Seyðis- fjørð. Á túrinum eru fýra máltíðir íroknaðar, harímillum sjálvtøkuborð mánakvøldið. 2 VAKSIN + 4 MÁLTÍÐIR, FYRI HVØNN KR. 995 TAK BIL VIÐ FYRI BERT KR. 500,- SNARFERÐ Í MAI TIL ÍSLANDS FRÁFERÐ MÁNADAGAR TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO BÍLEGG ÁÐRENN FRÁFERÐ Matpakki at hava við í land: 3 x sandwich, 1 x køka, 1 x frukt og 1 x juice BERT 72