Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Leo Poulsen Havnarnevndin hjá Tórs­ havn­ar kommunu hevur nógv arbeiðir í gongd í løtuni. Seinasta hondin verður løgd á ferjuleguna í Nólsoy, sum verður avhendað hós­ dag­in. Eisini dýpingin við Tinga­ nes er up at vera liðug, með­ a­n arbeiðið í Bakka júst er farið í gongd. Men ein av størstu av­ bjóð­ingunum hjá havn­ar­ nevndini er stóri tørvurin á smá­báta­plássum. 312 standa á bíðilista. - Frá at hava verið ein brúks­lutur til at fáa sær eitt kók, so er tað at hava bát vorðið ein lívsstílur. Tað vísa eisini bátastevnurnar kring landið, sigur Jákup Sím­un Simonsen, formaður í havnarnevndini. Tað hevur leingi verið ar­beitt við einari ætlan at leing­ja grótkastið á Argjum, men hendan ætlanin er mest sum slept. - Kostnaðarmetingar vís­ tu, at tað hevði kostað um 22 millión­ir krónur at útvega 80 nýggj bátapláss, og tí hava vit hugt eftir øðrum loysnum. Og har vísa kanningar, at vit kunnu fáa upp til 275 nýggj smá­báta­pláss inni á Sundi fyri nakað sama prís, einar 25 millió­nir krónur, sigur Jákup Sím­un Simonsen. Nógvir møguleikar Prísurin er nakað tengdur at hvar grótið fæst. - Verður byrjað at bora Skála­fjarðartunnilin, er grót­ ið beint við. Annars vóna vit at kunna taka grótið inni av Sundi, tí skulu vit niðan í Hundsarabotn, verður tað til ein heilt annan prís, sigur Jákup Símun Simonsen. Fæst grótið á staðnum, fer prísurin at liggja um 24 millió­nir krónur. - Ætlanin er at gera báta­ hylin fram við trøðni hjá Gustavi á Sundi, har er út­ grunt og tí skal ikki so nógv fylla til fyri at gera grót­kast, sigur Jákup Símun Simon­ sen. Hann sigur, at tað er ein samd havnarnevnd og samgonga í býráðnum, sum arbeiðir víðari við ætla­nun­ um soleiðis, at ein loysn fæst á smábátatrupulleikanum. - Vit hava eitt gott sam­ skifti við Landsverk, og tí rokna vit við at finna eina loysn í sambandi við verk­ æt­lan­ina, sigur Jákup Símun Simon­sen. Ein bátahylur á Sundi hevði givið stórt øki á landi, sum kundi verið nýtt til nógv ymisk endamál, eitt nú lang­ tíðar­leigu. - Stórt øki verður at seta bát­ar­nar á til viðlíkahald. Møgu­leiki verður eisini at gera ein drátt, har vognurin koyr­ir niður í sjógvin at draga bátarnar upp. Teir eru eftir­hondini vorðnir so stórir og tungir, at tað gerst ikki við stroppum, sigur Jákup Sím­ un Simonsen. Somuleiðis er møguleiki at seta eina høll upp inni á Sundi, so til ber at vera inn­ an­dura, eins og fyritøkur, sum umvæla og selja báta­út­ gerð, kann hava sítt virksemi á økinum. - Gongst sum ætlað ber til at fara undir verkætlanina kom­andi ár, sigur Jákup Sím­ un Simonsen. Sund skal loysa smábáta­trupulleikan Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at gera smábátahyl inni á Sundi við plássi fyri 275 bátum. Tvær skitsur eru gjørdar, og prísurin liggur um 25 milliónir krónur Her inni á Sundi hevur Jákup Sìmun Simonsen, formaður í havnarnevdini hjá Tórshavnar kommunu, saman við einari samdari havnarnevnd ætlanir um at gera smábátahyl Mynd: Jens Kristian Vang Skitsa er gjørd, og ein fyribils kostnaðarmeting sigur, at verkætlanin, sum hon tekur seg út, fer at kosta góðar 27 milliónir krónur