Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Føroya Tele Cup - føroya­ meistara­kapping í GoKart - verð­ur á økinum uttan fyri hjá Føroya Tele í Hoyvík í tíðar­skeið­unum 21.- 22. mai og 28.- 29. mai 2011. Firmakappingin verður skip­að við einum innleiðandi um­fari, og síðan eini kapp­ ing um meistaraheitið. Ferða­steyp verður latið til vinnandi fyritøkuna. Hetta ferðasteyp kann ein­ans ognast eftir at sama fyri­ tøka hevur vunnið føroy­ meistara­heitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt. Tvey ár á rað hevur MB Bussar í Havn vunn­ið kappingina. Stórur áhugi er fyri kapp­ ingini, sigur Agnar Dahl frá AD-Import í RC Effer­søe­s­ gøtu, sum skipar fyri kapp­ ing­ini. Meira upp­lýs­ing­ar á www.ad-import.fo Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Donsku hjúnini Hjalte Tin og Nina Rasmussen, sum vitj­aðu í Føroyum fyri tveim­um árum síðan, tá tey m.a. hildu fyrilestur í Norður­landahúsinum um teirra ævintýrkenda lív á motor­súkklu, eru júst nú aftu­r­komin til Danmark eftir at hava koyrt jørðina runt í einum Nissan Qashqai elbili. Á ferðini kring heim­ in vitjaðu tey m.a. á heims­ fram­sýningini EXPO 2010 í Shanghai í Kina, á bila­fram­ sýningini í Detroit og luttóku í kappkoyring fyri elbilar í Monte Carlo. Føroya Tele CUp 2011 Koyrt jørðina runt Vinnu- & bilradio á