mikudagur 18. mai 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
16
Sosialurin
Bátastevnan
Vilmund Jacobsen
Hann er royndur í leikum á sínum øki.
Útbúgvingina sum kokkur tók hann á Hotel
Hafnia, og hann hevur bæði starvast sum
kokkur í Føroyum og í Danmark. Seinastu
tvey árini, áðrenn tók við starvinum í
Fjørukrónni um hálvan apríl, sigldi hann í
tvey ár sum hovmeistari við Norrønu.
Góð buffet
Nú bátastevna verður í Vestmanna í
vikuskiftinum, bjóðar Fjørukrógvin buffet
leygarkvøldið.
– Hetta verður ein góð buffet við eitt nú
oksakjøti, høsnarunga, salati, góðari suppu
og desert – og eisini verður okkurt kalt at fáa,
sigur Rúni Djurhuus, kokkur.
Hann leggur aftrat, at tað kennist sum
ein stór avbjóðing at hava átikið sær at lyfta
Fjørukrónna upp á eitt hægri støði.
– Eg fari at byggja á tað, sum hevur verið,
men málið hjá okkum er at gera tað enn betri
og meiri forvitnisligt, enn tað hevur verið
áður.
Rúni sigur, at uppgávan hjá honum á
Fjørukrónni í fyrsta lagi verður at taka sær
av døgurðanum – og síðan at gera salat og
sandwich til kvøldini.
- Eg eri einsamallur kokkur, men tá nógv
er at gera, havi eg góð fólk at hjálpa mær,
bæði í køkinum og við tænastuni. Vanliga
manningin á Fjørukrónni er annar kokkur
og tænari.
Afturt í land
Rúni sigur, at honum dámdi væl umborð
á Norrønu, men eftir at hava siglt í tvey ár,
hevði hann hug at koma í land aftur.
- Tá eg so fekk bjóðað arbeiði á Fjørukrónni
í Vestmanna, tók eg av, og nú vil eg royna at
gera mítt besta, sigur Rúni Djurhuus.
Fjørukrógvin
bjóðar buffet
Birgir Waag Høgnesen
Í dag eru tvey feløg sum samstarva
um siglingina við fýra snøggum
túrbátum. Somu feløg reka eisini
leiðina til Mykines fyri Strand
ferðsluna.
Í 2005 bygdu vestmenningar
so Vestmanna Tourist Centre, at
avgreiða fólkini sum koma við á
ferðirnar undir Vestmannabjørg
ini. Bæði føroyingar og útlend
ingar vitja í dag ferðavinnumið
støðina í stórum tali. Matstovan
Fjørukrógvin er partur av kon
septinum, eins og ein gávubúð sum
selur pløgg, tinganeyst og aðrar
gávulutir til tey vitjandi.
Søgusavnið
Og so er tað nýggja Søgusavnið,
sum læt upp í fjør. Nógv hava longu
vitja savnið, kanska í samband við
ein góða sunnudagsdøgurða á
Fjørukrónni ella eina útferð undir
Vestmannabjørgini. Á Søgusavn
inum kunnu tey vitjandi uppliva
søguna á ein heilt nýggjan og
sera spennandi hátt. Søgan verður
fortald við einum MP3 spælara á
fleiri ymsum tungumálum. Tann
vitjandi sær søguligu persónarnar
í fullari stødd og mundering og ljós,
ljóð og lukteffektir gera uppliving
ina heilt einastandandi.
Vestmanna Tourist Centre er
opið hvønn dag alt summar millum
klokkan 9 og 17.
Vestmanna Tourist Centre ligg
ur við bátahylin í Vestmanna.
birgir@sos.fo
Ein upplivingarmiðdepil
Vestmanna Tourist Centre Tá tú sigur ferðavinna í Føroyum, so er mest nærliggjandi at hugsa
um Vestmanna. Túrarnir undir Vestmannabjørgini munnu vera millum allar fyrstu skipaðu tilboð,
sum ferðafólk í Føroyum kundu velja, og teir hava verið á skránni hvørt summar í yvir 20 ár.
Rúni Durhuus er royndur sum kokkur, og
nú er hann í føstum starvi á Fjørukrónni
í Vestmanna, har hann bjóðar buffet
á bátafestivalinum leygardagin
Mynd: Birgir W. Høgnesen