Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Soleiðis skírir løgmaður, Kaj Leo Jo­hann­e­s­en, støðuna, sum var í løg­ ting­i­num sein­asta leyg­ar­morgun, tá fleiri mál vórðu skund­að í­gjøgn­um løg­ting­ið, sum skal í summarfrí í 11 vikur. Løgmaður er lagdur undir at sita við vald­ið við tí einfalda endamáli – at hann vil so fegin sita við vald­ ið. Tað er eitt kent fyri­brigdi, at pol­it­ik­ar­ar klistra seg so fastar at vald­i­num, og tí er tað eisini lætt at kasta løg­manni slíkt fyri í hesum døg­um, tá eing­in ann­ar enn hann sjálv­ur tyk­ist før­ur fyri at fáa hann frá vald­i­num. Men hes­um av­vísir løg­mað­ur sum vera man. Hann vís­ ir hin­veg­in á, at vit hava nýggj­ar tíð­ir – at vit hava sett skjøt­il á eina broyt­ing­ar­tíð í før­oysk­um pol­i­tikki­, har ein­stak­ir ting­lim­ir ikki long­ur kunnu blok­era mál og hó­reiggja sær, sum teim­um lyst­ir. Vit hava víst á tað áhugaverda við dags­ins pol­i­tikki – ikki bara hjá minni­luta­sam­gong­uni, men hjá teim­um skift­andi meir­i­lut­u­num, sum vísa seg í ting­i­num – at tað nú brád­liga ber til at við­gera eym mál, sum á­v­í­sir minni­lutar hava blok­er­að. Og tá løg­mað­ur sig­ur, at fólk eru troytt av, at minn­i­lut­ar set­a alt í veð – bæði sam­gongu og flokk – fyri at steðga mál­um, tey per­són­liga ikki kunnu taka und­ir við, so kunnu vit ikki verða ann­að enn samd í, at hetta hev­ur ver­ið til stór­an ampa fyri pol­it­iska ar­beið­ið og hev­ur tarn­að neyð­ug­um re­form­ um og broyt­ing­um. Løgmaður vísir eisini á, at tað eru hes­ir somu blok­er­andi minni­ lut­ar­nir, sum nú hava hug at ress­ ast við, nu teir merkja, at pol­it­iska gongd­in gongur teimum ímóti. Jú, tað er áhugavert at fylgja dags­ins pol­i­tikki. Ikki minst tí, at ar­beitt verð­ur tvørt­ur um sam­ gongu- og and­støðumørk. Tað sást við makr­el­sam­gong­uni mil­l­um Tjóð­ veldi og sam­gongu­na, og tað sást í »øl- og brenn­i­víns­sam­gong­uni«, sum sam­tykti søgu­liga broyt­ing í rús­drekk­a­lóg­ini. Men eru nýggir tónar at hóma í pol­iti­ska ar­beið­inum mill­um flokk­ ar­nar á tingi, so eru eis­ini nýgg­ir tón­ar hoyra eitt nú inn­an­floks í Tjóð­veld­i­num í hes­um døg­um, nú ó­semja er mill­um lim­ir floks­ins í stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ini, Høgna Hoy­dal og Sjúrð Skaale. Orð sum »lygn« og »ó­sann­indi« verða brúkt, hó­ast miðl­ar­nir sum ikki ein­a­ferð fáa skot­ið í skógv­ar­nar at leggja monn­um orð í munn­in. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer í hesi orrustu. Men broytingar eru: Blokerandi minn­i­lut­ar missa vald, skiftandi meir­i­lut­ar gera søguligar semju, inn­an­hýs­is stríð um loysing – og ein feg­in løg­mað­ur, sum kann taka und­ir við næstan øllum. Jú, business as usual, hví ikki tað? Løgmaður: Blokerandi minn­ i­lutar ressast tí teir missa vald Longu í komandi viku verður løgtingið eftir øllum at døma kallað samanaftur, hóast fundurin seinasta leygarmorgun skuldi vera tann seinasti. Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sigur í gerðabókini, tá tingfundin endaði klokkan hálvgum trý leygarnáttina, at ætlanin var at hetta skuldi verða seinasti fundur í hesi tingsetuni. Formaðurin plagar tá at siga, at um ikki okkurt serligt tekur seg upp, so kemur tingið saman aftur á ólavsøku. – Í ár er tað tó soleiðis, at vit vita, at nøkur mál eru eft­ir at av­greiða, og tá hesi eru klár vænt­andi um eina góða viku, verð­ur Løg­ ting­ið kall­að til fund­ar, sig­ ur Her­geir Niel­sen. Løgtingið verður kallað samanaftur Business as usual Sjálv­ andi eru minnilutar misnøgdir Kaj Leo Johannesen kjak á síðu 11 S­tjórn­ ar­skipan ella undir­ skipan? Høgni Hoydal kjak á síðu 13 Før­oy­a­prent hev­ur fing­ið eitt ord­ans herð­a­klapp, við »grønu gávuni« á heil­ar 42.320 kr frá Etika. Hetta hendi á ráð­stevnu í Norð­ur­land­a­ hús­i­num 13. mai, í samband við um­hvørv­is­vik­una sum Tórs­havn­ar Komm­una skip­ ar fyri. Dómsnevndin er mann­ að við um­boð­um frá A­g­en­ da 21 stovuni, Tórs­havn­ar kommunu og Um­hvørv­is­ stov­uni, og Før­oy­a­prent fær hendan stóra heið­ur, fyri at: brúka umhvørvisrætt pappír brúka vegetabilskar prentlitir endurnýta prentlutir minimera pappírsspill og burturkast spara um orkunýtsluna og at brúka sum mest varandi orku hava atlit til evnafrøði í arbeiðsumhvørvinum planta trø í Føroyum Føroyaprent er einasta fyr­i­tøka í Før­oy­um, sum er Svan­a­merkt, og er um­hvørv­ is­leiðsla hjá teimum merkt av krøv­um til góðkenningina. - Í apríl í ár fóru vit undir at planta trø við viðarlundina í Kerjum uppi við Hotel Føroy­ ar. Hetta er eitt skógarfriðað øk­ið, einar 3.650 m2 til stødd­ ar, har pláss er til eini 1.500 – 2.000 trø. Seinni í ár fara vit at planta trø á øðr­um økjum runt landi. Dóms­ nevnd­in legði í av­gerð dent á hesa verk­ætl­an­ina hjá Før­ oy­a­prent, og takk­aði Før­oy­a­ prenti fyri plantingarátakið, sig­ur Føroyarprent. Etika hevur gjørt av at taka 20 krónur fyri eina kannu av kranavatni. All­ ur pen­ing­urin frá sølu av vatni fer ó­skerd­ur í ein umhvørvisgrunn, og verð­ur hes­in pen­ing­ur á hvørjum ári latin til eitt fram­skygt náttúru- og um­hvørv­is­end­ a­mál. - Vit á Føroyaprent eru takk­som og fegin um at tað í ár er Før­oy­aprent, sum fær heið­ur­in. Virð­is­lønin frá Et­ ika fer heilt víst at síggjast aft­ur í nátt­úr­u­ni, til stóra gleði hjá okkum øllum, sigur Før­o­yaprent. Føroyaprent grøna gávu frá Etika Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórs­havn­ar komm­unu, Han­s­ina Dahl, markn­að­ar­ leiðari á Før­oy­a­prenti og Winnie Simonsen, leiðari á Etika Nú er aftur galið millum Høgna Hoydal, formann í Tjóð­veld­i­num, og Sjúrð Skaale, tingmann fyri Tjóðveldi. Málið snýr seg um ó­semj­u­na í stjórn­ar­skip­ an­ar­nevnd­ini – men tað sum eyð­kenn­ir strí­ð­ið er, at tosað verð­ur um »hálv­ar lygnir og hálva sann­leikar«. Sjúrður Skaale skriv­aði her­ fyri á Face­book, at Høgni Hoydal leyg, men í Dimm­ a­lætt­ing í síðstu viku bað hann um um­ber­ing fyri at brúka vend­ing­ina »ó­luk­sá­ liga frekt« – nú tosar hann um »hálv­ar lygnir«· Eyðsæð er í øllum førum, at op­ið stríð er innanveggja í Tjóð­veld­i­num, tá báðir partar velja at fara í bløðini við ó­semj­uni. Grein­arnar hjá Høgna Hoy­dal og Sjúrði Skaal kunnu lesast á síðu 11 og 13. Tjóðveldismenn í opnum stríði