Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Nú verður neyðugt at gera eina nýggja, politiska sem­ju um, hvussu kommunu­bygn­ að­urin í Føroyum skal skip­ ast framyvir. Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, lands­stýris­ kvin­na, sum nú hevur fingið kommun­u­mál at umsita, eft­ ir at Fólkaflokkurin fór úr sam­gongu­ni. Á landsfundi í Skopun 26. mars, boðaði løgmaður ann­ars frá, at nú var semja í samgonguni um at leggja Før­oy­ar saman í níggju stór­ ar kommunur frá 1. januar 2013 at rokna. Men hendan semjan stend­ur ikki til longur, nú Fólka­flokk­urin er farin úr sam­gongu­ni og vit hava fing­ ið eina minnilutastjórn. Og nú staðfestir nýsetta lands­stýris­kvinnan í kom­ munu­mál­um, at tað verður neyð­ugt at gera eina nýggja sem­ju ímillum po­lit­isku flokk­ar­nar um kom­mu­nu­ byg­n­að­in. Hon sigur, at hon hevur havt fund við umboð fyri flokk­ar­nar og hevur spurt um áhugi er fyri at brúka summarið til at viðgera ein framtíðar kommunubygnað. Tað fara flokkarnir nú at um­hugsa og so venda teir aft­ur til lands­stýris­kvinn­u­ na. Sjálv hevur hon góðar vón­ir um eitt úrslit, tó hon held­ur, at talan var um ein góð­an fund. Hon vónar framvegis, at tað fer at bera til at leggja upp­skot fyri Løgtingið á ólav­søku. Men tað veldst um, antin tað ber til at finna eina semju ella ikki. Ongar treytir Spurningurin er so um tað fram­veg­is er ætlanin, at kom­munurnar skulu leggja sam­an í 2013 og um talan skal verða um níggju kommunur, so­leið­is sum løgmaður boð­ aðu frá. Men hetta er ikki nøkur treyt hjá Helenu Dam á Neysta­bø. - Tað hevur alstóran týdn­ ing, at vit ikki seta treytaleys krøv, tá ið vit fara undir tær politisku tingingarnar um kommun­urnar, sigur hon. - Tað kunnu verða sjey kommunur, ella tað kun­ nu verða níggju. Men tað er greitt, at tað verður onku­ stað­ni har á leið, sigur hon. Hon heldur, at tað vildi eisini verið skeivt at tvíhildið um samanlegging í 2013, vissi treyt­in fyri eini semju er kom­mun­urnar verða lagdar sam­an eitt annað ár. Hetta ljóðar sum um at alt arbeiði nú skal byrja av nýggj­u­m? Tað afturvísir lands­stýris­ kvinn­an. Hon leggur dent á, at tað er longu gjørt eitt ná­greini­ ligt fyrireikandi arbeiði og at tað verður á hesum grund­ar­ lagi, at tær nýggju ting­ing­ar­ nar verða. Men kortini skal rúm vera fyri at gera broytingar fyri at røk­ka eini politiskari semju. Nøkur ár fram Helena Dam á Neystabø sig­ur, at hennara mál er a t finna eina politiska semju, sum skal ganga nøkur ár fram, til komið er á mál og ein verulig ný­skipan er sett í verk. - At leggja kommunur sam­an er bara ein partur í hesi nýskipan, tí vit skulu eisi­ni finna semju um, hvørji mál­s­øki skulu leggjast undir kommun­ur­nar at umsita, hvus­su tað skal fíggjast o.s.fr. Hon leggur stóran dent á at fáa so stóra undirtøku sum gjørligt fyri eini sem­ ju, so at politikkurin á kom­ munu­økinum ikki liggur og rek­ist sum tongul í brimi, alt eft­ir, hvør samgonga situr. - Nú vit sita í eini minni­ luta­stjórn, hevur tað týdning, at vit brúka hetta høvi til at fin­na eina semju, sum so nógv­ir flokkar, sum gjørligt, taka undir við, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur e i s i n i dent á, at eru teir politisku f l o k k ­ a r ­n i r sinnaðir at fara undir tingingar um kom­mu­ nu­b­yg­nað­in, er hetta eitt politiskt a­r­beiði, hon fer at raðfesta fram­ma­liga í summar. Men hon stúrir eisini fyri, at miseydnast tað hesuferð, er ein nýggj kommunuskipan skot­in langt fram í tíðina - Eg havi eina kenslu av, at eydnast tað ikki at finna eina semju um ein framtíðar kom­ munu­bygnað nú, verður tað sein­ur dagur, áðrenn nakað hend­ir, tí nú hevur tað verið á skrá so leingi, at øll eru við at troyttast av hesum, leggur hon afturat. Kommunusamanlegging fyribils farin fyri skeytið KOMMUNU­SAMANLEGGING Nú verður neyðugt at gera eina nýggja semju um kommunubygnaðin, sigur Helena Dam á Neystabø, sum nú umsitur kommunumál Nýggj semja Semjan, sum varð gjørd í samgonguni um at nýskipa kommunubygnaðin, er ikki til longur, men Helena Dam á Nystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, hevur spurt politisku flokkarnar um teir eru sinnaðir at gera eina nýggja semju - Nú er klárt at leggja allar Føroyar saman í nígg­ju kommunur. Tað boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ ur frá í for­mans­frá­greiðing síni á lands­fundi Sam­ bands­floks­ins í Samljóði í Skopun tann 16. mars. Hann segði, at lógar­ upp­skotini um at leggja Føroyar í níggju kommu­ nur vóru skrivað og vóru klár at leggja fyri Løg­ting­ ið. Ætlanin var at allar Føroyar skuldu leggjast saman í níggju kom­ mun­ur frá 1. januar í 2013. Samstundis verð­ ur eldraøkið lagt und­ir kommunurnar at umsita og eisini skal fólka­skúlin skipast í níggju eindir tann 1. aug­ust í 2012. Hann staðfesti eisini, at løgdu kommunurnar ikki saman sjálvboðið, høvdu tær verðið lagd­ar saman við lóg. Men, sum tað sæst í hinari greinini, er hend­an semjan nú dottin á gólv­ið. Helena Dam á Neystabø sig­ur, at tað, sum hevur lig­ ið í kortunum, er, at eldra­ øk­ið skal leggast und­ir kommunurnar at um­sita. Hinvegin leggur hon sjálv dent á, at skúlin skal ikki leggjast undir kom­ mu­nur­nar, tí har skal evsti myndug­leiki varðveitast und­ir landinum. Hinvegin skal skúlin skip­ast í øki, sum sam­svara við tey níggju kom­mu­nu­ mørkini og so verð­ur hann samskipaður í hvørj­um øki sær. Tann fíggjarligi part­ur­ in verður eisini eitt tungt hoyggj at draga, tí spurn­ ing­urin hevur verið um um kommunurnar skulu hava blokkstuðul frá landinum, tá ið tær eru lagdar saman, fyri at átaka sær at umsita nøk­ur málsøki, sum nú eru und­ir landinum. Sjálv heldur Helena Dam á Neystabø, at tað hev­ur stóran týdning at fin­na ein fíggingarleist, sum ikki skeiklar skatta­ trýst­ið. Eitt, sum hevur ver­ið ein knútur í hes­um sam­ ban­di, er, at lands­skat­ t­ur­in er stig­vek­s­andi, sam­stund­is sum at kom­ munu­skatturin er ein fast­ ur prosentpartur av løn­ini. Verður kom­mu­nu­skat­ t­urin hækkaður, rak­ar tað tær lægru inn­tøkurnar lutfalsliga hart. Eldraøkið - men ikki skúlin Alt var klárt Tað hev­ ur stóran týdn­ing, at vit ikki seta treyta­leys krøv At legg­ ja kom­ munur­nar saman, er bara ein partur