Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 6 Sosialurin BankNordik 92.000 nýggjar kundar Leo Poulsen Við keypinum av pørtum av Amagerbanken økist virksemið hjá BankNordik munandi, og innlánini fara úr 8,9 upp í 14,2 milliardir, meðana útlán og trygdir vaksa úr 8,4 upp í 12,9 milliardir við teimum 92.000 nýggju kundunum, bankin fær BankNordik vann kapp­ingina um sunna partin av Amager­bank­ en. Janus Petersen var í gjár í Danmark og sam­ráddist um sein­ astu smálutirnar við Finansiel Stabilitet, og BankNordik endaði við at fáa sunna partin av Amagerbanken fyri 350 milliónir krónur í good­ will, sum tað eitur. - Keypið ger strateg­ isku ætlanina um at vaksa á danska markn­ aðinum til veruleika. Vit hava hildið eitt vakið eyga við møguleikanum fyri at yvirtaka áhuga­ vert virksemi, sum hósk­ar til tann háttin, vit ynskja at reka banka. Eins og Amagerbanken leggja vit dent á tætt samskifti við kundarnar og tøtt sambond við lokala marknaðin. Í bank­anum leggja vit harumframt dent á sterka kredittstýring, tí eru vit nøgd við, at meginparturin av kund­ unum er privat­kundar og minni fyritøkur. Keypið styrkir sostatt frammanundan sterka váðaprofilin hjá bank­ anum, sigur Janus Peter­ sen, forstjóri í Bank­ Nordik. Í fráboðan sigur BankNordik, at við keyp­ inum yvirtekur bankin 82.000 privatkundar og 10.000 vinnukundar, inn­lán fyri DKK 5,3 mia., útlán og ábyrgdir fyri DKK 4,9 mia. umframt goymsluvirði hjá kund­ um fyri DKK 10 mia. kr. Umleið 160 starvsfólk úr nøkrum av deildunum í høvuðstaðarøkinum umframt deildunum í Odense og Århus fara at taka sær av yvirtikna virkseminum. Partarnir eru samdir um, at tíðin fram til yvirtøkudagin skal nýtast til at taka av­ gerð um, hvørjar deildir og hvørji starvsfólk skulu reka virksemið fram­yvir. Íleggjarar fíggja Keypið av nýggja virkseminum verður fíggjað lutvíst við egnum midlum og lutvíst við at styrkja bankans framm­anundan sterka kapi­tal­grundarlag. Bankin hevur longu havt jaligt samskifti við útvaldar stovnsligar íleggjarar um íløguna. BankNordik hevur givið Nykredit heimild til at gjøgnumføra eitt útboð av kapitalprógvum sum hybridur kjarnu­kapi­ talur og/ella ábyrgdarlán til stovnsligar íleggjarar. Harumframt hevur Fíggjarligt Støðufesti giv­ið bindandi til­søgn um at læna Bank­ Nordik DKK 300 mió í ábyrgdarkapitali, treyt- að av, at bankin ikki rind­ar vinningsbýti í eitt tíðarskeið. - Vit halda fram við leistinum at vera ein lokalur banki við tøtt­ um sambandi við kund­ arnar. Samstundis hava vit kapitalstyrkina til at gera ein mun. Vit vilja fegin menna l a n g t í ð a r s a m b o n d og sterk samstørv og taka atlit til tørvin hjá kundum okkara, bæði í góðum og ringum tíð­ um. Hesin leisturin hevur givið BankNordik góð úrslit, eisini undir bú­skaparkreppuni, og hevur samstundis tryggj­að bankanum gott lønsemi, høgt kunda­ nøgdsemi og ein rætti­ liga høgan solvens, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Randi Jacobsen Fyri smáum vikum síðan fóru tveir lærarar við fjórða flokki í Skála skúla ein biltúr til Gøtu Bilurin, sum lærararnir koyrdu í, var ikki so stórur, at øll børnini kundu sita bund­ in, og tí vórðu trý børn koyrd í viðførðisrúmið til Gøtu og aftur. Foreldrini vóru forfard, tá ið tey frættu hetta, og foreldrini at einum næmingi, sum sat í viðførisrúminum, vóru so skelkað, at tey kærdu til­burðin til Menta­mála­ráð­ ið. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna váttar, at kæran er komin til Menta­ málaráðið. Kanna kæruna Men enn veit hon ikki, hvat gjørd verður við kæruna. Kærandi foreldrini hava valt at vera ónevnd, við tað at viðurskiftini á Skála eru so smá. - Eg havi tí heitt á fyri­ siting mína um at kanna, hvussu vit eiga at bera okk­ um at, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur tó, at um inni­ haldið í kæruni er rætt, hevur Mentamálaráðið ein trupulleika, sum tað noyðist at taka støðu til. Fyrsti lærari í Skála skúla hevur ikki hug at gera við­ merkingar til málið. Hinvegin hevur Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini fyri Ráðið fyri Ferðslu­trygd greiða mening um slíkan flutning av skúla­ næmingum. - Eg havi ongantíð áður hoyrt um slíkt. Hatta ljóðar ikki trygt. Vanligt er at flyta skúlanæmingar við skúla­ bussi, tí børnini skulu ferðast trygg millum heim og skúla. Vit eiga altíð at seta trygdina í hásætið. Næmingarnir eiga at sita fastspentir í bussinum, og vit fara ikki at mæla til nakað annað, heldur ikki sum undantak, sigur Kári Thor­steinsson, sum sigur seg væl skilja, at foreldur klaga um nevnda tilburðin. Zvonko Mrdalo, formaður í skúlastýrinum á Skála hev­ ur ikki hoyrt eitt orð um hend­ingina. Hevði børn í við­ førisrúminum Foreldur á Skála hava kært ein lærara fyri at hava fylt bilin við børnum, harav nøkur sótu í viðførisrúminum3