Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen At hvalbingar roynast sum fiskimenn, hevur leingi verið kent. Men hvalbingar duga meiri enn at reka skip. Teir duga eisini at reka fiska­framleiðslu. Bygdin er kend sum trolarabygd, og í nógv ár hevur eisini eydnast hvalbingum – undir ymiskum eigarum – at reka fiskavirkið í bygdini. Keypa aðrastaðni Hesa vikuna hevur eingin landing verið í Hvalba, men TG Seafood hevur keypt fisk frá skipum, sum hava land­ að aðrastaðni. Virkið hevur soleiðis í dag keypt fisk frá Beinissvørði, sum partrolar saman við Ednu. Skipini hava landað í Vági, og fiskurin er komin norður til Hvalbiar í bili. Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at tey hava keypt umleið 70.000 pund av upsa frá Beinis­ svørði. – Í endanum av seinastu viku keyptu vit eisini fiskin hjá Steintóri og Niels Paula – og hjá Hamranesi og Breiðanesi, og hesin fisk­ urin vardi nakað út í hesa vikuna. Stjórin minnist ikki rætt­ iliga, hvussu nógv Steintór og Niels Pauli høvdu inni, men veiðan hjá Hamranesi og Breiðanesi var umleið 170.000 pund tilsamans. – Seinasta mánaðin hevur fiskiskapurin eftir upsa verið vánaligur, sigur hann. Mars var góður Ólavur Bjarkhamar sigur, at mars mánaði royndist rætt­ iliga góður hjá skipum, mann­ ingum, virki og arbeiðsfólki. – Hendan mánaðin fingu skipini rættiliga nógvan upsa, og vit keyptu nógvan fisk í Hvalba. Stjórin sigur, at allan mars mánaða arbeiddi tey í tvey skiftivakt á virkinum, har fyrra vaktin arbeiddi frá klokkan 8-16 – og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt. – Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið slak­ ur í seinastuni, hevur tó verið hampiliga støðugt við fiska­arbeiði, og hóast eingin beinleiðis landing hevur verið hesa vikuna, hevur kort­ini verið samanhangur í fiska­arbeiðnum, sigur Ólavur Bjarkhamar. Í løtuni eru umleið 70 fólk til arbeiðis hjá TG Seafood í Hvalba. Higartil í ár hevur virkið keypt umleið 2000 tons av ráfiski, og tað er umleið tað sama sum somu tíð í fjør. Ymiskar upsavørur Stjórin á TG Seafood sigur, at framleiðslan á virkinum er fryst flak, frystar portiónir, fesk fløk og feskar portiónir. – Vit arbeiða bara upsa og hava lagt okkum eftir at fáa sum best burtur úr, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo Gongur væl hjá TG Seafood – Allan mars mánaða fingu skipini nógvan upsa, og tá arbeiddu vit í tvey skiftivakt, men í apríl hevur fiskiskapurin hjá partrolarunum verið slakur, sigur Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sum er fiskavirkið í Hvalba Vilmund Jacobsen Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood í Hvalba, væntar ikki, at virk­ið hjá teimum fer at keypa og virka makrel í summ­ar, um skip, sum eru heima­ hoyrandi í Hvalba, fara á makrelveiði. – Tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir slíka framleiðslu soleiðis í eini handavend. Stjórin vísir á, at leiðsl­an á virkinum hevur ikki tikið nakra støðu í so máta, men hann heldur tað neyvan vera hugsandi, at tey fara at virka makrel á virk­inum í hesum um­fari. – Vit hugsa sjálvandi um, hvussu verður við til­ gongdini av ráfiski, um fleiri skip fara á makrel­ veiði, men í løtuni er ov tíðliga at siga nakað um hetta. Spurdur, um ætlanin er, at TG Seafood kanska fer at lata aftur eitt skifti í summar vegna summar­frí, sigur Ólavur Bjark­hamar, at ætlanin hevur ikki verið at lata virkið aftur. – Men nú fáa vit sjálv­ andi at síggja, hvussu verður við ráfiska­til­gongd­ ini – og hvussu verður við møguligari makrel­veiði hjá skipunum, sum landa her hjá okkum, sigur stjórin. Fara neyvan at keypa makrel – Nú fáa vit at síggja, hvussu verður við ráfiskatilgongdini – og hvussu verður við møguligari makrelveiði hjá skipunum, sum landa her hjá okkum, sigur stjórin Allan mars mánaða arbeiddu tey í tvey skiftivakt á TG Seafood í Hvalba. – Í mars fingu skipini nógvan upsa, men seinasta mánaðin hevur fiskiskapurin verið smáligur, sigur Ólavur Bjarkhamar Mynd: Jens Kristian Vang