hósdagur 19. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
20
Sosialurin
Kjak
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum
Løgtingið hevur talað við
greiðari rødd: Nú skal setast
nevnd at gera uppskot til
føroyskar lógir um rætt
argang og revsing – umframt
at gera tilmæli um, hvussu
vit best skipa dómsvaldið í
Føroyum.
Vert er at minna á, hvat
stýrisskipanin sigur um dóm
stólar í kapitlinum um dóms
valdið: “Dómsvaldið er hjá
óheftum dómstólum, sum
virka sambært rættargangs
lógini fyri Føroyar.” Vit hava
tí skyldu at tryggja okkum,
at dómstólar fáa umstøður
at virka bæði óheftir og virka
sambært
rættargangslóg,
ið er lagað til viðurskiftini í
Føroyum, til samfelag okk
ara.
Eisini yvirtøkulógin – sein
asta avtala okkara við danir
um stjórnmál – sigur greitt,
at Føroyar kunnu ikki bara
yvirtaka rættarskipan sum
málsøki, men eisini “heruppií
at seta á stovn dómstólar,” og
“Dómstólar, sum føroyskir
myndugleikar seta á stovn,
hava dómsvaldið á øllum
málum og málsøkjum í Før
oyum. “
Flestu
okkara
munnu
umrøða
og
fata
Føroyar
sum fólkaræði. Vit smíða
okkara egnu lógir og út
innan tær um okkara egnu
stjórn og fyrisiting. Hóast
stýrisskipanin
umrøður
rættarskipanina, er tó hesin
týðandi táttur í fólkaræðinum
enn ikki á føroyskum hond
um, enn ikki skipaður eftir
okkara tørvi og tykki. Men
mest týðandi er at tryggja
fólkaræði, rættindi og tryggar
karmar. Vit mugu hava ans
fyri føroyskum høpi og tørvi
og felags rættindum og virð
um.
Tí verður rættarskipanar
nevnd nú sett, at gera før
oyska
rættargangslóg
og
laga støðið undir meiri full
fíggjað fólkaræði, har vit
sjálvi taka ábyrgd av øllum
valdsbýtinum. Leingi hevur
verið
bíðað
eftir
hesum
týdningarmikla arbeiði, sum
Løgtingið við ársbyrjan í
1999 samtykti skuldi vera
partur av setninginum hjá
Grundlógarnevndini,
sum
skuldi “harumframt gera upp
skot til eina føroyska rættar
skipan.” Nakað var gjørt við
tann partin, men nú verður
so loksins høvi at rógva afturá
aftur.
Rættartrygdin
Tørvurin á føroyskari rættar
skipan verður alsamt størri, jú
fleiri málsøki verða yvirtikin,
og jú fleiri lógir, viðmerkingar
og tingviðgerðir bert eru á
føroyskum.
Fólkaræðislig
valdsbýti krevur, at dóm
stólarnir gera av trætur,
verja borgaran ímóti óheim
ilaðum avgerðum, tryggjað
valdsbýtið, eisini tá ið Løg
tingið fer um mark og sam
tykkir lógir ímóti manna
rættindum og grundreglum
sum líkarætti ella valdsbýti.
Tann neyðuga skákanin ber
neyvan til, um eitt av vald
unum virkar á øðrum máli og
uttan at vera partur av sama
samfelagsliga høpi.
Serliga landsrætturin er í
dag í sera truplari støðu, tí trý
fólk skulu seta seg inn í sam
felagsligar fortreytir, søgu,
tingviðgerðir, alment kjak,
myndugleikabygnað, lógir og
viðmerkingar í landi á máli,
sum tey ikki hava fortreytir
skilja, hvørki málsliga ella
sum høpi. Fyri vanliga føroy
ingin er støðan trupul at
skula greiða frá støðum, orð
um og fatanum, ið søgd og
upplivað eru á føroyskum,
á fremmandum máli. Fyri
fyrisitingina og málspartar er
sera dýrt at umseta skjalatilfar
í rættarmálum til danskt.
Vit skulu tó rósa verandi
rættarskipan fyri mangan
at hava kýtt seg at tryggja
føroyskum máli sømdir. Fyrsti
umboðsmaður Løgtingsins,
Jógvan Andreassen, hevði
frammanundan verið dómari
í mong ár og skrivaði dómar
sínar á føroyskum; E. A. Bjørk
skrivaði nógv um føroyskan
bygdarætt. Men júst virksemið
hjá teimum og øðrum sum
dómarar,
dómarafulltrúar,
ákærar,
kærunevndarlimir
osfr. vísa tørvin á fólki við
innliti og fatan at taka dagar
ímillum í trætumálum.
At føroyingar ikki hava
egna rættarskipan, er helst fyri
stóran part av gloymsku ella
misgáum, tí søguliga høvdu
føroyingar egna rættarskipan;
so seint sum undir krígnum
virkaði føroysk rættarskipan.
Á búnaðarøkinum er skipanin
við
landbúnaðarstevnum
mest sum føroysk serrættar
skipan (við kæru beinleiðis
til hægstarættar), á fyrisit
ingarliga økinum fer fram
roynd í kærunevndum og hjá
Løgtingsins umboðsmanni.
Serliga kann vera vert
at vísa á, at partarnir á ar
beiðsmarknaðinum
hava
skipað
fastan
gerðarrætt.
Heimasíðan www.fg.fo sýnir,
hvussu rættarstøðan øgiliga
ofta valdast, hvussu ymsar
rættarkeldur verða brúktar í
senn, sáttmáli, lóg, almennar
grundreglur og próvførsla.
Revsilóg fyri Føroyar
Løgtingið samtykti í fjør at
yvirtaka revsirættin; ongin
atkvøddi ímóti. Men hóast
revsilógin nú er yvirtikin,
so er talan um danska revsi
lóg. Stórt sæð allar broyt
ingar, sum danir hava gjørt
seinastu mongu árini, vórðu
fluttar yvir í føroysku revsi
lógina, áðrenn hon varð yvir
tikin.
Revsilógin eigur at endur
spegla mentan okkara, og
hvussu vit vilja, at okkara
samfelag
skal
síggja
út,
hvussu borgarin skal taka
við rættindum, skyldum og
avleiðingum av egnum gerð
um. At gera munandi broyt
ingar í revsilóg og herða revsi
karmin fyri ymisk brotsverk,
eigur tí ikki at verða gjørt
uttan eina gjølla viðgerð í tí
landi, har lógin skal virka, og
við hollum grundgevingum.
Lætti parturin er at lova
hevnd yvir brotsverk, trupl
ari er at fáa fólk at koma
fram við málunum og at fáa
brotsmenni til fólk aftur.
Ov harðar revsingar gera
bæði, at offur og vitni halda
seg aftur, og at tann dømdi
missir fótafesti og endar í
framhaldandi brotsverkum.
Her krevst, at rættar-skip
anarnevndin, ger uppskot
til neyðugar broytingar og
dagføringar í revsilógini, so
hon saman við brotsmáls
umsorgan fæst at hóska til
samfelag okkara og bæði
steðgar
brotsverkum
og
djypru orsøkum til brotsverk.
Tá uttanlandsnevndin, við
táverandi formanni og nú
verandi løgmálaráðharra John
Johannesen á odda, viðgjørdi
yvirtøkuna av revsirættinum,
skrivaði nevndin í álitið:
“Nevndin er samd um, at
talan er um stóra avbjóðing
at fara undir at orða føroyska
revsilóggávu, ið er grundað
á føroysk viðurskifti, men
eisini á ta norðurlendsku
revsirættartradisjónina.
Slíkt arbeiði eigur at verða
fyrireikað og skipað í eini
serkønari
rættarskipanar
nevnd. Vit eiga at luttaka í
norðurlendskum samstarvi,
samstundis sum vit skipa
innlendis
samskifti
um
revsimál, herundir gransking
og undirvísing. Neyðugt er tó
alt fyri eitt at fara undir eina
bráðfeingis endurskoðan og
neyðugar dagføringar av gald
andi revsilóg.”
Betri kundu vit ikki orðað
tað, og vit fegnast sjálvandi
almikið um, at Løgtingið nú
við hollum meiriluta hev
ur tikið undir við, at rættar
skipanarnevnd verður sett, so
hetta fyri okkara fólkaræði so
týdningarmikla arbeiði kemur
í gongd.
Kári á Rógvi
løgtingsmaður
Ólavsøkan 2011
Øll søla og øll tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í
ólavsøkuskránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað.
Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni og í sjálvavgreiðsluni
á www.torshavn.fo.
Freistin at lata inn umsóknarblaðið er fríggjadagin
17. juni 2011 kl. 16.00.
Umsóknir, sum koma inn eftir hesa freist,
verða ikki viðgjørdar.
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna