hósdagur 19. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
22
Sosialurin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Lat nú tey órættvorðnu fáa frið!
Lat meg bara byrja við Wayne
Rooney. Ja, hann!, Manchester
United-leikarin. Óuppdrigni
lortendin, sum hann er, ófittur
sum beri fanin, og sum er hví,
mær dámar hann.
Rooney
hevði
akkurát
skorað eitt hattrikk ímóti
West Ham, og ístaðin fyri
at boksa hornaflaggið ella
mussa kameralinsuna, fanga
hann og kameramaðurin hjá
Sky hvønnannan, og ýlur “You
fucking beauty”. Alt England
á gosi.
Tað er óvist, um tað er tí,
at hann er United-leikari, er
so ónossligur í atferð ella tí,
at onglendingar ikki høvdu
hoyrt “fuck” fyrr, sum væl ikki
er nakað eksplisitt banniorð
longur, men hann bleiv bann
aður at spæla tveir dystir fyri
at banna.
Nú, eg haldi ikki, tað er
gott at banna. Ein ávís virðing
eigur at kringa spælið, og ítrótt
annars. Eg eri pápi at fýra, og
royni sum best at koma mær
undan illbønum. Ikki tí, eitt
“helviti” her ella eitt “pínadoy”
har fer treyðugt at forkoma
teimum moralskt, men tí at
onnur og minni ídnaðarslig orð
eru til taks, taki eg oftast hesi
framum. Tó, onkuntíð, eins
og við sarkasmu og háðan, er
lekkurt at banna so at fremja
meiningina.
Men
revsingin,
Rooney
fekk, hevur einki við virðing
at gera. Nei, viðferðin hjá
enska fótbóltssambandinum
og littu pressuni, hvørs lynsj
mentalitetur til eina lúsa ill
bøn er heilt óhoyrd, er enn eitt
dømi um sosialstýring.
Um betrivitandi kontroll
frikar, ið halda seg hava
ein óyvirlítandi moralskan
myndugleika at gera av, hvat
vit sleppa og ikki sleppa, sjálvt
um tað, vit ikki longur sleppa,
eitt nú at niðra islam og
politiskt korrektar økofrikar,
á als ongan hátt skaðar hesi,
ið halda seg vera rakt.
Samanumtikið ein evrope
isk stevna, har politikarir skíta
á okkara rætt til privatlív, men
ístaðin, og leiddir av “prógvum”
frá sínum stovnum og stovum,
halda seg hava rætt til at gera
av, hvussu vit verða mest
lukkulig.
Stavnurin, ið bannaði inn
í filmstólið, tað er hann. Tað
er, hvør hann er. Soleiðis sær
hann út. Soleiðis ber hann seg
at. Ókey, hann er ein seriu-
hjúnabandsbrótari, men ikki
nakar Che Guevara, eitt seriu-
myrðandi uppreistrarikon. Tað
er ósiðiligt at lata flengmogg
andi Rooney fáa toyggið, bara
tí hann ikki umboðar hatta
nydeliga og eyðmjúka ung
fólkið, vesturlendskir mynd
ugleikar og tess mannahatandi
ávaringarstovnar søkja.
Eg skilji væl hví fótbólts
heimurin stúrir fyri Rooney.
Hansara hvessandi andlit og
illsinnisgleps passar ikki inn í
tí nýggju, reinu, sanitetseraðu
útgávuna av einum spæli,
fyri ikki at siga verð, frælsis
stjalandi
myndugleikar
og
partafelagsítrótturin
ynskir
at prosjektera.
Nei, vit vilja hava ein
tankaleysan og træklemmandi
ungdóm, ein smílandi og sæl
an ungdóm. Ein ókritiskan
ungdóm; ein, ið heldur tað
sama sum hini og substituerar
fríggjadagsbomm við økolog
iskt brokkoli.
Ein lýdnan ungdóm, sum
ikki tosar um prinsippir, um
framsagnarfrælsi og nakað
so rættvíst og íborið sum
hevnd, men ger, sum hann
fær fortalt. Harrin forbjóði,
um Rooney og hansara ópenu
og ókorrektu X-Box spælandi
kollegair kanska hava følilsir
eins og vitonnur, ið ikki enn
eru vorðin formyndað íhel.
Tað tykist sum um, at tey, ið
ýla mest um tolsemi, faktiskt
hava minst tol, og er tað henda
tagnaðartyranniska elita, ið
krevur at umvæla Rooney og
hasi friðarspillandi elementini,
ið ikki vita, nær tey skulu
halda hol. Sjálvrættvísa elitan
ynskir at siga honum, hvussu
hann skal uppføra seg. Hon
ynskir at gera honum greitt,
at ikki bara skal hann halda
uppat við at banna, men at
hann skal flenna upp um bæði
oyru, tá ið hann skorar.
Tað er nú heldur ironiskt, tá
tú hugsar um tað: handa sama
stokkkonservativa javnaðar
elitan, ið brúkar ósømiliga
orku uppá at fortelja sínum
nikkandi massa, hvussu ræðu
ligt tað er, at ungdómurin nú
á døgum ikki er nóg glaður,
eginliga er tann sum, ja, ikki er
nóg glað.
Hasir
ússaligu
fanarnir
sóu Wayne Rooney skora eitt
brilliant hattrikk á Upton
Park, men teir eru ikki glaðir.
Ístaðin gera teir ikki annað
enn at stuna og vena seg um
eitt neyðars banniorð.
Opinberiliga
eru
vit
ræðslusligin fyri spontaniteti.
Helst er tað akkurát hesin,
ið argar. Tað er jú í hesum,
at landsapparatið risikerar
gerningar, ið ikki framman
undan eru fyriskrivaðir. Gera
vit nakað so spontant sum at
opna ein kipsposa, til dømis,
fáa vit at vita, at “tað er bara
at blíva við, so oyðileggja tit
planetina, tykkara hedonist
isku umhvørvissvín.”
Ikki bara er kips ófor
skammað dýrt, og er blivið tað
í tráð við at vit renna meiri og
meiri og meiri... og meiri, og at
forbjóðandi Fólkaheilsuráðið
heldur seg vera vigtigari enn
tað í grundini burdi verið, men
nú boðar reyðgrøna ørinda
blaðið hjá føroyska daddu
statinum, Strok at navni, frá,
at etur tú kips, gongur verðin
undan.
Tey rationellu vita væl, at
hetta er óblandað bullshit og
vatmelóns-propaganda, men
hey!, boðskapurin hevur longu
fingið fastatøkur.
Eitt er ein kipsposi ella
seks, sum vit vegna illavorð
num feittsýrum harumframt
blíva so ónormalt feit av. Verri
er, at vit nú eru so bebba-rædd
fyri spontaniteti og sam
felagsligum avvikum, at vald
skipanin nú tráar eftir eini
robottsligari einvending, og tá
ið problembørn sum Rooney,
sum forrestin elskar kips, ikki
eru við uppá tað, verða tey
revsað.
Forboðsfólkini
øtast,
tí
Rooney er ein fyrimynd, siga
tey, og tá ið hann bannar, fara
børn at halda, at tað er í lagi
at banna. Ja, sjálvandi, og tí er
tað, at tá ið sonurin sær Tim
Cahill boksa hornaflaggið, tá
fer hann at gera tað sama við
kettuna. Nei, soleiðis fungerar
tað ikki rættiliga.
Eg veit ikki, hvussu tómur
nýríki Rooney er, men hann er
so ongantíð ein fyrimynd, bara
ein framúr fótbóltsspælari.
Vit, foreldur og onnur, eru fyri
myndirnar.
Í samband við vitjan av
íslendska
forsætismálaráð
harranum og hennara betru
helvt fingu vit so eitt meiri
staðbundið dømi um hvussu
tey órættvorðnu aldri fáa frið,
tá ið tann altíð so konsensus-
krevjandi Uni Arge, viku
skiftishøvundur hjá Sosialin
um, skrivaði:
“Trongskygdir borgarar og
politikarar fara altíð at siga
sína hugsan, og fólk sum Jenis
av Rana skulu eisini hava rætt
at tala frítt. Men veruleikin er,
at føroyingar í løtuni verða
úthongdir í heimspressuni
sum ógestablíðir homofobar
og víðgongdir ørvitisknokkar.
Vit eiga at staðfesta í okkara
nýggju stjórnarskipan, at í
Føroyum er rúm fyri øllum,
og við lógini á lofti vísa um
heiminum, hvat okkara veru
liga virðisgrundarlag er.”
Álvara,
øllum?
Eisini
Jenis av Rana og “frelstum”
ørvitisfiskum, ið á ongan hátt
yvirhøvur
skaða
nakran?
Teirra “brot” er at hava eina
“órættvorðna” meining. Tað er
tað. Eina meining, sum ikki so
mikið sum leggur upp til eina
óbeinleiðis hóttan.
Tað er nettupp poengið
við einum fólkaveldi, einum
liberalum fólkaræði, ið jú er
treytað av eini áhaldandi
ósemju, at tað skal rúma
bæði Jenis av Rana og Wayne
Rooney. Talufrælsi eigur ikki
bert at vera fyri keðilig og
borandi fitt fólk og moralskar
relativistar, hvat enn Theodor
E. D. Olsen—sjálvur ein teirra
— roynir at billa tær inn.
(Hetta er, hóast alt, sami klima
prestur, ið gav mannaættini,
kapitalismuni og yvirforbrúki
yvirhøvur, skyldina fyri at
hvítabjørnin fór at doyggja
út, tá ið faktum er, at í dag eru
25000 hvítabjarnir samanborið
við 5000 í 1940.)
Tvey ting. Tað er sera iva
samt í hvønn mun føroyska
umdømið verður svertað. Eg
lesi dagliga útlensk dagbløð,
skikkaðar heimasíður og, í
ovurmát, útlendskt útvarp, ser
liga enskt, og higartil havi eg
hoyrt... akkurát onki um Jenis
av Rana ella homofobisku Før
oyar.
Øll samfeløg rúma homo
fobar, rasistar, slagistar, eisini
“fyrimyndarliga”
Danmark,
sum kortini er tað mest
fremmandahatska og óliberala
landið í Evropu, og tí er Jenis
ikki ein søga.
Nummar tvey. Tað er væl
betur
at
hava
ódámligar
meiningar undir ljósinum enn
goymt undir teppinum, har
tær fáa loyvi at liva seg feitar
og púrasta óavbjóðaðar.
Harumframt er tað polit
isk analfabetisma at lokka
fíntfølandi
myndugleikar
at klemma eina so grund
liggjandi lóg, so ævig sum
ein stjórnarskipan, bert tí at
“veruleikin” hjá einum viku
skiftishøvundi fortelur honum,
at vit føroyingar í løtuni verða
úthongdir í heimspressuni
sum homofobar.
Ein
stjórnarskipan,
ella
grundlóg, skal væl grundast á
nøkur djúptøkin, verldarvon og
tíðarleys virði, hvørs innihald
og prinsipp ikki lata seg lita av,
hvat er “uppi í tíðini”.
Tak John Stuart Mill! Hans
ara størsti ótti var ikki so nógv
hetta, at avdúka maktina, tey
ráðandi og statsmaktina, men
— sum Flemming Rose kallar
tað — “den offentliges menings
tyranni.” Og tað er júst hetta,
ið hendir hjá okkum, serliga tá
ið landsapparatið er so veikt
og grunt og virðisfátækt, at
tað ikki so nógv er statsmakt
in, men heldur felagsskaps
normar, har tað er ein elita
ella ein felagsskapur, sum ger
av, hvat tú kanst loyva tær at
siga.
Søguliga sært tú, at norm
arnir, hvat tú kanst siga, broyt
ast støðugt, og at hesir ikki so
nógv eru stýrdir av hvørt tú
hevur nøkur universell virði
ella eina ávísa virðing fyri
menniskjanum, men aleina
stýrt og treytað av hvussu tað
einstaka samfelagið, einstaki
felagsskapurin, uppfatar, hvat
tú kanst loyva tær at siga, og
hvat tú ikki kanst loyva tær
at siga.
Uni Arge og, tíverrri, ein
asins rúgva av “modernaðum”
meiningsmyndarum tykjast at
hava eina upppumpaða mynd
av Jenisa yvirtalingarevni, og
lítið álit á hansara egna før
leika at sannføra.
Men gakk við politiskum
dirvisloysi. Tað veruliga órógv
andi er Unasa støða, ið jú er
fornermandi sum ólukkan fyri
tann meiniga mannin. Ætlandi
eru vit so góðvarin og so pill
býtt, at bert við at lurta eftir
Jenis ger, at vit formast til eitt
bøssahatandi harkalið.
Hví ikki geva Jenis av Rana
allar møguleikar frítt at siga
sína hjartans meining, fyri
síðani at lata hann standa til
svars fyri einum skilagóðum
almenningi? Tað má vera tað,
tagnaðartyranniska elitan og
tess paternalistisku fylgis
sveinar halda: at tú ikki sjálvur
klárar at hugsa.
Problemið er, at vinstra
vongurin er blivin ótolerantur
fyri eini opnari og gjøgnum
skygdari atgongu til fría fram
søgn. Uppruna-marxistar, ið
endaðu
sum
vælbjargaðir
sosialdemokratar, eru nú eins
substansríkir og sukurvatt á
síðsumri. Og tí er tað, at tá ið
vitaðrir, liberalistarnir, taka
undir við anti-sensuristiskum
áskoðanum, og tí vilja strika
266b, verða vit ákærdir fyri at
vera homofobar.
Noam Chomsky segði tað
so væl:
“If you believe in freedom
of speech, you believe in free
dom of speech for views you
don’t like. Goebbels was in
favour of freedom of speech
for views he liked. So was
Stalin. If you’re in favour of
freedom of speech, that means
you’re in favor of freedom of
speech precisely for views you
despise.”
Men hetta sær ikki út til at
rína við býttu elituna...
Ístaðin, tak væl ímóti eini
verð, har tey, ið víkja frá nor
malinum, ið hætta sær at bróta
slóð og siga tað óhugsandi,
og tora at manifestera síni
sjónarmið, enda sum útskot!
Ein verð, har tey “klóku
høvdini”
forlanga,
at
tú
lenar teg at teirra idéfátæku
kanningum og terroriserandi
tilmælum, heldur enn at lena
teg at egnum morali—og gera
nakað so kollveltandi sum at
hugsa fyri teg sjálvan.
Ein dag, kanska, fara vit
at síggja, at tað ikki er Wayne
ella Jenis og teirra illavorðna
kompaní, ið eru gleðisleysir,
men
hasir
forbjóðandi
vanlukku-profetarnir,
sum
upp í saman siga teimum, hvat
er loyvt at siga, og hvat ikki er
loyvt at siga.
Uni Arge letst hava eina upppumpaða mynd av Jenisa yvirtalingarevni,
og lítið álit á hansara egna førleika at sannføra
Kjak