mánadagur 23. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– »Álvaratos« er eftir mínum
tykki ein primitiv og ten
densiøs sending. Tað heldur
Jógvan á Lakjuni, løgtings
maður hjá Fólkaflokkinum.
Hann vísir á, at verturin
kallar hetta eina kjaksend
ing – men tað er heilt týðiligt,
at hann velur bara panellut
takarar, sum halda mestsum
tað sama (sum hann) og bara
umboða ein lítlan part av
tí føroysku almannahugs
anini.
– Føroyingar eru tíverri
sambært lóg noyddir at
gjalda í dýrum dómum fyri
Kringvarp Føroya, sum átti at
verið ein mentanarstovnur.
Men eg má siga, at eg øtist
inn á ta ómentan, sum hesin
stovnur í dag loyvir, og eg
haldi, at hann í fleiri førum
arbeiðir beint ímóti sínum
endamálum.
Lesið alla greinina á síðu
23,
Tað var Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur, sum í útvarpinum mælti
til, at Kaj Leo Johannesen, løg
maður, og Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharri í Danmark, sam
skipaðu bæði valini til løgtingið
og fólkatingið soleiðis, at tey verða
hildin sama dag.
Hóast ein slík samskipan neyvan
er realistisk, so eru fleiri spennandi
perspektiv í slíkum. Vit hava ikki
roynt tað í Føroyum, at hava fleiri
val samstundis. Í Danmark royndu
tey tað 20. november í 2001, tá tey
høvdu kommunuval og fólkatings
val sama dag. Í 1988 høvdu vit bæði
fólkatingsval og løgtingsval, og í
1990 somuleiðis, tá vóru bara eina
tríggjar vikur ímillum valini bæði.
Samfelagsfrøðingurin vísti á, at
eitt fólkatingsval órógvar politikkin
annars, og ofta snýr valstríðið til
fólkatingsvalið seg um viðurskifti,
sum fara fram í Føroyum heldur
enn um fólkatingsviðurskifti, og
hann vísti á aðrar fyrimunir við at
leggja valini sama dag:
Tað hevði verið ruddiligari hjá
flokkunum, tað hevði verið bíligari
fyri flokkarnar og tað hevði ført til,
at somu politikarar ikki vórðu vald
ir í bæði tingini.
Tað er rættiliga áhugavert, at
vit hvørjaferð velja løgtingsmenn
í fólkatingið. Vanliga er eisini talan
um leiðandi persónar í flokkunum
- og seinast var tað formaðurin í
Tjóðveldi og Edmund Joensen, fyrr
verandi løgmaður – og táverandi
løgtingsformaður.
Tað er rættilga margháttligt so
leiðis at velja sama persón í tvey
parlament í tveimum ymiskum
londum. Hóast hendan siðvenjan
er aldargomul í Føroyum, so er tað
ikki vanligt í eitt nú Danmark, sum
eisini velur fólk í ES-parlamentið.
Tey fólk, sum verða vald í ES-parl
amentið, leggja fólkatingsarbeið
ið frá sær, eru tey frammanundan
vald í fólkatingið. Og tey stilla ikki
upp til bæði valini heldur.
Her er ein munur á donskari og
føroyskari siðvenju. Vit hava bara
havt tveir fólkatingsmenn, sum
hava verið valdir á løgting. Teir eru
Poul Adrian Andreassen, sum um
boðaði Fólkaflokkin frá 1964-1968,
og Johan Nielsen, sum umboðaði
Javnaðarflokkin frá 1960 til 1979.
Hvussu leikur fer, er ilt at spáa
um, men valla fer Kaj Leo Johanne
sen at skriva út val fyrr enn í fyrsta
lagi í heyst – og í Danmark er magt
sum bendir á, at Lars Løkke Ras
mussen heldur ikki trýstir á reyða
knøttin fyrr enn í heyst. Kaj Leo
Johannesen hevur tó tann fyrimun,
at hann hevur góðar veljarakann
ingar, sum kunnu eggja honum
at skriva út val, meðan støðan er
øvugt hjá Lars Løkke Rasmussen.
Men heilt vist er, at tað ikki verð
ur stutt ímillum valini, so hví ikki
skera yvir ein kamb og halda bæði
valini sama dag...?
Margháttlig støða at velja
sama persón í tvey parlament
Tvær skapandi kvinnur fara
at sýna grafisku verk síni
fram í Smiðjuni í Lítluvík í
komandi viku.
Tær báðar, Sunrid í Gong
og Annika A. Gregoriussen,
hava báðar roynt seg við
ymiskum kreativum mál
búnum áður. Sunrid við
foto og grafikki og Annika
við akryl, tussj og grafikki.
Men hesaferð sleppa við
at síggja grafisku verkini,
sum tær báðar hava fram
leitt seinastu mánaðirnar.
Hóast ymsar av lyndi og tí
eisini í stíli, hava tær tað
eksperimenterandi og fem
inina í felag.
Annika A. Gregoriussen
er fødd og búsitandi í Havn.
Hon hevur áður sýnt fram
á Várframsýningini, Ólav
søkuframsýningini
og
í
Smiðjuni í Lítluvík.
Sunid í Gong er fødd í
Havn og hvar hon eisini býr.
Sunrid hevur eisini áður
sýnt fram á Várframsýn
ingini, Smiðjuni í Lítluvík,
blómuhandlinum Orkis og
í býráðssalinum í Saltang
ará.
Fernisering verður hós
dagin 26. mai kl. 17 í Smiðj
uni í Lítluvík. Framsýningin
er opin til og við týsdagin 31.
mai 2011. Opið er gerandis
dagar kl. 12-18 og í vikuskift
inum kl. 12-16.
Sunrid og Annika
í Smiðjuni
Superval í heyst
Tá nýggi skúlin á Argjahamri
verður tikin í nýtsu eftir
summarfrítíðina, eigur skúl
in eisini at hýsa ungdóms
virksemi eftir skúlatíð. Tað
heldur Levi Mørk, býráðslim
ur í Tórshavnar kommunu.
Hann vísir á, at karmarnar
eru framúr góðir inni í nýggja
skúlanum.
– Tað er upplagt, at
kommunan tekur stig til
at
hava
ungdómsvirk
semi í nýggja skúlanum á
Argjum. Har verður eisini
frítíðarskúli, og tað er upp
lagt, at ungdomsvirksemi
verður lagt aftrat frítíðar
skúlanum. At leggja ung
dómsvirksemi saman við
frítíðarskúlavirksemi er ikki
ókent, hetta hevur komm
unan gjørt í Hoyvík, sigur
Levi Mørk, sum bæði er bý
ráðslimur og leiðari á Frítíð
arskúlanum í Hoyvík.
– Í dag er einki skipað
ungdómsvirksemi á Argjum,
og tørvurin er stórur, og nu
er tíðin omin til at bøta um
støðuna. Málið verður tí lagt
til støðutakan á næsta sam
gongufundi hjá Tórshavnar
kommunu,
sigur
Levur
Mørk.
Ungdómsvirksemi í nýggja
skúlanum á Argjhamri
Kringvarpið loyvir
ómentan
Ikki
spyrja sak
kunnleikan
Rolf Guttesen
kjak á síðu 10
Meðan
sektirnar
stríðast
Edmund JOensen
kjak á síðu 24