Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 6 Sosialurin Tíggju nýggir býbussar til koyring í Tórshavnar kommunu komu í land av Norrønu í morgun. Í komandi viku koma fýra bussar afturat. Teir fjúrtan bussarnir skulu eftir ætlan byrja at koyra eftir nýggju ferðaætlanini, sum kemur í gildi 1. juli. Bussarnir eru av merkinum SOR og eru framleiddir í Kekkia við Iveco motori og teknikki. Bussarnir hava hægstu umhvørvisgóðkenning og eru styttri enn teir verandi býbussarnir og harvið smidligari til býkoyring. Fyritøkan Metek á Hjalla kemur at hava service og eftirlit við bussunum. Tað eru Gundurs Bussar saman við HZ-Bussum og Jón Thomasen, sum síðan 1. apríl hava rikið Bussleiðina í Tórshavnar Kommunu. mg Nýggir býbussar Í sambandi við guds­ tæn­ast­una í Leirvík næst­seinasta sunnudag, hand­aði Anne Mette Klemen­sen, prestur, Mari­ us Jacobsen ein málning frá kirkjuráðnum, nú 35 ár eru liðin síðani hann byrj­ aði sum deknur í Leir­vík­ a­r kirkju. 35 ár sum deknur er long tíð. Marius man hava lisið hundraðtals lestr­ar og verið við til hundrað­ tals kirkjuligar hand­ling­ ar øll hesi 35 árini. Vit eru mong, ið eru takksom fyri hetta og hava fingið nógv gott burtur úr lestrunum, ið Marius hevur lisið, við síni kláru og mergjaðu rødd. Umframt barnadóp, var eisini altargangur har eisi­ni konfirmantarnir vóru til altars. 35 ár í somu tænastu Eirikur Lindenskov Nú, stutt fyri, at Fólkatingið fer í summarfrí, er avgerð tikin um at umskipa Føroya­ nevnd­ina hjá Fólkatinginum. Føroyanevndin viðgerð øll mál, sum koma til Fólka­ tingið og hava við Før­oyar at gera. Edmund Joen­sen, fólka­tingsmaður fyri Sam­ bands­flokkin, er for­mað­ur í nevndini. Higartil hevur Føroya­ nevndin – eins og aðrar nevnd­ir – verið mannað við 17 føstum limum og 12 eyka­ lim­um. Frameftir verður hetta broytt soleiðis, at 29 fólka­tingslimir hava sæti í nevndini. Harumframt verð­ ur skipanin við eykalimum slept. – Broytingin ber í sær, at tað verður bæði ruddiligari og smidligari at arbeiða. Tað skap­ar eyka umsitingarligt arbeiði at hava eykalimir, ið skulu kallast inn, tá fast­ ir limir hava forfall, sig­ur Ed­mund Joensen, nevnd­ar­ formaður. Umskipanin av Føroya­ nevnd­ini er partur av generel­lari broyting, sum Fólka­tingið ger í øllum sínum stóru nevndum, teimum so­ nevn­du »standandi nevnd­ unum« (stående udvalg). Broytingin kemur í gildi, tá Fólkatingið kemur saman eft­ir komandi val. Føroyanevndin kemur á vitjan í Føroyum í august í ár. Limirnir í nevndini skulu hava eitt ávíst innlit í før­ oysk viðurskifti, og tí vitj­ar nevnd­in í Føroyum annað hvørt ár. – Føroyanevndin er aktiv, og limirnir eru sum heild fegn­ir um at fáa møguleika at vitja í Føroyum. Her fáa tey fyrs­tu handar upp­lýs­ ing­ar og upp­liv­ing­ar, og her knýtast sam­bond, sum koma væl við í politiska arbeiðinum, sigur Edmund Joen­sen, formaður í Før­oya­ nevnd­ini. Føroyanevndin verður umskipað POLITIKKUR Føroyanevndin hjá Fólkatinginum, sum kemur á vitjan í Føroyum í august, skal um­ skipast, so 29 fastir limir verða í nevndini Finnur Jensen Danska ES-umboðanin mát­ti í morgun fara úr skriv­stovu­num í Bruxelles eft­ir at tey høvdu fingið eina bumbuhóttan. Tað upplýsir Ritzau. Sam­ bært danska ekstra­ blað­num var talan um falskan alarm. Men bumbuhóttanin hev­ur eisini ávirkað før­oysku sendistovuna í Bruxel­les, sum heldur til í bygn­ingi nummar 71, sum ligg­ ur beint við síðuna av bygn­ing­i nummar 69 í Rue d´Arlon. Føroysku starvsfólkini, sum eftir ætlan skul­du møta klokkan hálv­gum tíggju lokala tíð, fingu sms- boð um, at bygningurin varð stongdur vegna bumbuhóttan. Men sum skilst skuldi alt lata uppaftur sum vanligt nú á døgurða. finnur@sosialurin.fo Bumbuhóttan rakar føroyska sendistovu Í morgun varð ein bumbuhóttan í bygninginum við síðuna av føroysku sendistovuni í Bruxelles Nordjobb, verkætlanin, ið sam­skipar summarstørv fyri ung í Norðurlondum, leingir í ár umsóknarfreistina til 30. juni. Orsøki er, at tað eru óvanliga nógv pláss eftir, ið ikki eru sett, og fleiri av teim­um verða heldur ikki sett fyrr enn komið er longur fram á summarið. Hetta inniber, at ung mill­um 18 og 28 ár, sum leita eftir summarstarvi, hava ein mánaða eyka til at skriva sína umsókn. Sum ”nord­ jobbari” er møguleiki at fáa starv innan ymsar vinnu­ vegir, tildømis á eldraheimi í Stockholm, á hotelli í norsku fjøllunum, á einum garði í Íslandi ella á einum flaka­ virki í Skagen. Nordjobb hevur altíð havt ilt við at fingið umsøkjarar úr Føroyum, hóast tølini eru batnað hesi seinastu tvey árini. Framvegis er talið av føroyskum umsøkjarin tó bert ein brotpartur at sam­ laða talinum. Hetta gev­ur teim­um fáu før­oy­ing­unum, ið søkja, ein góðan møgulgika at fáa tilboð um starv. Møguleikarnir fyri starvi eru sum vera mann, tengd­ir av royndum á arbeiðs­mark­ naðinum, men fyri tann, ið ikki er kræsin er møguleiki at finna fleiri spennandi størv á heimasíðuni hjá Nordjobb. Umframt at finna fram størv, syrgir Nordjobb eisini fyri bústaði og skipar fyri eini frítíðarskrá, har møgu­ leiki er at hitta ung­dóm frá øllum Norður­lond­um. Nord­jobb-verk­ætl­anin er rikin av Föreningarna Nord­ ens Förbund og fíggj­að av norðurlendska ráð­harr­a­ráð­ num. At søkja Nordjobb er ókeyp­is. Umsøknin verður send beinleiðis á www.nord­ jobb.net. Nordjobb leingir umsóknarfreistina Raska í pinku­ bók Við orðum og tekn­ ing­um kunnu føroysk børn nú uppliva stutt­ ligar søgur um Røsku, ið tey flestu munnu ken­na frá yrkingunum á mjólkarpakkunum. Í viku­ni gevur MBM nevni­liga út pinkubók til tey smáu um kúnna og vinir hennara. Raska loysir hug­ flogið úr øllum bond­ um, og søgan verður søgd við nútíðarligum málisk­um og yður í orðum, ið kveikja mál­ ið hjá børnunum á nýggjan hátt. Raska tek­ur støði í føroyska gerand­is­degnum og stim- brar børnini við at fortelja um teirra egna heim. Ikki umsettan og til­gjørd­ an, men soleiðis, sum tey sjálv kenna hann – tó at hann er væl krydd­aður við undar- lig­um hugskotum og stutt­ligum vinklum. Júst so, sum børn eru von at síggja verðina. – Við Røsku vilja vit geva børnum og vaks­num stuttligar søg­ur og málsligar av­ bjóð­ingar aftur við mjólkini. Vit ken­na hana longu frá mjólk­ ar­pakkunum, og nú kunnu vit so njóta enn fleiri løtur saman við hen­ni í bóku- num,« sig­ur Kim Petersen, mark­nað­arleiðari hjá MBM. Ætlanin er at geva fleiri bøkur um Røsku út. Henda fyrsta bókin eit­ur Hoppa galoppa og fæst í flestøllum mat­vøru­handlum. Sjúrður Gullbein og Ann-Mari Egholm hava skrivað og teknað søgu­na um Røsku, og konseptment og fram­ leitt fyri MBM hevur Sendi­stovan.