Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 10 Sosialurin Rolf Guttesen rolfg@setur.fo Jákup Mikkelsen løgtingslimur Kjak Sum ravnar yvir deyðseyði Tað er heilt óskiljandi at Sambandsflokkurin let­ur seg ála sundur av Tjóð­veld­ inum, ímeð­an Javn­aðar­ flokk­urin bara stend­ur og hyggur at. Hvussu kann Sambands­ flokkurin verða farin so av leið, at teir nú føra vinnu­fígg­inda­ligan og vinstra­vendan poli­tikk, sum verður dik­ter­aður av Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen. Samráðingarrætturin Sambandsflokkurin var av­ gerandi tá løgtingi samtykti at áleggja vinnulívinum eina eyka rokning uppá nógv­ar milliónir í samband við lógaruppskotið um barn­sins fyrsta sjúkradag. Har­aftur­at hevur løg­ting­ ið (les Tjóð­veldi, Javn­að­ ar­flokk­ur­in, Mið­flokk­urin og part­ar av Sam­bandin­ um) nú lagt seg út í ar­ beiðs­markn­aðin við lóg. Hvørki arbeiðs­gev­arar ella umboð fyri fak­feløgini stuðlaðu hesi loysn­ini. Skuldi løgtingið við lóg gjørt broytingar hesum við­ víkjandi, vildi tað verið mest rímuligt at landskassin bar útreiðslurnar sjálvur, heldur enn at senda rokninga til onnur at gjalda. Tilfeingisgjald á vinnuna Í politiska ruðuleikanum sum valdar í løtuni, sær út til at tað fer at eydnast Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal at gjøgnumføra ætl­ anirnar um at leggja enn fleiri byrðar og máa støðið undan vinnuni, við einum tilfeingisgjaldi og eini fiski­ dagabúð. Vit hava hoyrt Kaj Leo Johannesen í fjølmiðlunum verða ímóti hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar so er hann fyri hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar so er hann ímóti, so er hann fyri, - spennandi verður í komandi viku um hann tá verður fyri ella ímóti. Álvara­tos, tað er ongin stýr­ing á okkara landi og vit hava ein løgmann, sum vendir sum vindur blæs­ur. Hetta gongur ikki meir. Og hvat siga tinglimir Sam­ bands­flokksins til hetta - vit síggja hvønn dag á tykkum hvussu illa tit eru við - nú mugu tit verða við til at steðga hesum ørskapi. Uppskotið hjá Tjóð­veldi um tilfeingisbúð og til­ feingisgjald er veru­leika­ fjart tanka­spinn hjá nøkr­ um aka­demik­arum, sum royna at breiðka inntøku­ grundar­lagið hjá lands­kass­ anum, fyri at varðveita ein almennan yvirbygnað, sum er ov stórur og sum vit annars ikki hava ráð til. Er tað, tað Sambansflokkurin vil? Eitt er vist, flestu velj­ ar­ar Sambandsflokksins vilja hetta ikki. Harafturat er Poul Michel­sen eisini farin av leið. Hann er eisini við upp­skotinum at leggja fleiri byrðar á vinnulívið og tað tykist sera løgið, tí tað er í stríð við poli­ tikkin hjá Fram­sókn. Er longu innanhýsis stíð í Framsókn? Tíðin er komin at lata Før­oya fólk tala og lat okkum bara gera tað sama dag sum komandi fólkatingsval! Ikki spyrja sakkunnleikan Fyrireikingarnar av nýggja atlassinum, sum Skúla­bóka­ grunnurin stendur fyri, ganga sína gongd. Nú bendir alt á, at vit fáa eitt nýtt atlas við teim somu løgnu landanøvn­ unum, sum í tí gamla Heims­ atlassinum frá 1993. Fundur hevur verið í Skúla­ bóka­grunninum, sum hevði inn­k­allað Staða­navna­nevnd­ ina og Málnevndina. Her for­klár­aðu Magnus Tausen, Birgir Kruse og Niels Peter­sen hvat verk­ætl­anin hjá teim­um gekk út uppá, og at landa­nøvn og onn­ur staða­nøvn í nýggja atlass­in­um fóru at føra stílin víð­ari frá gamla atlassinum. Skúlabókagrunnurin hægsti autoritetur í staðanøvnum? Menninir í Skúlabókagrunn­ inum spurdu hvørki um ráð ella rættleiðing, tí nú høvdu teir eitt skjal frá bretska Coll­ ins forlagnum í hondini, og tað pass­aði sum fótur í hosu til at rætt­vís­gera, at alt í gamla atlass­in­um var rætt og í ord­ an. Grunnamennirnir undir­ strik­aðu ferð eftir ferð, at Staða­navna­nevnd­in sam­ bært reglu­gerð­ini bert var ráðgevandi, tá spurdist um útlendsk nøvn. Tí kundu ráðini frá Collins vera líka góð sum tey frá Staða­ navnanevndini. Annars hevur Skúlabókagrunnurin fyrr púra avvíst, at nakrar leiðreglur kundu brúkast. Føroya Skúlabóka­grunnur leitar sær stuðul í útlondum Hetta er Føroya Skúlabóka­ grunn­ur, fíggjaður av føroysk­ um skattgjaldarum, sum leit­ar sær uttan­lands fyri at finna okk­urt, sum kann hjálpa teim­ um at sleppa undan at spyrja føroysku Staðanavnanevndina og annan føroyskan serkunn­ leika á tí geografiska økinum. Aftaná hendan umtalaða fundin, sum var í februar, hev­ ur Staða­navnanevndin í brævi til Skúla­bókagrunnin spurt, um teir halda fast um hesa av­ gerð við­víkj­andi landa­nøvnum og øðrum, at halda fram sum í gamla atlass­in­um. Nú eru meira enn tveir mán­aðir gingnir, og Skúla­bóka­grunn­ urin hevur ikki ønt teim­um svar. Hetta er ein løgin konstruktión Bretska forlagið Collins fylgir ráðum og leiðbeiningum frá bretsku staðanavnanevndini, PCGN, Permanent Commitee on Geographical names. Hend­ an nevnd, PCGN, er limur í al­ tjóðasamtakinum undir ST, sum kallast UNGEGN, United Nations Group of Experts on Geographical Names. Bret­land hevur, sum gamalt heims- og koloniveldi, eina aldar­ gamla traditión fyri kort- og atlasgerð, og fyri at stroya síni egnu staðanøvn út um allan heim. So tað kann sigast, at bret­ ar hava nógv konventionel nøvn í útlondum, nógv nøvn (exonymir) av bretskum upp­ runa, sum hava hevd, bæði í Afrika, Asia og aðrastaðir við. Í so máta eru Føroyar helst at finna í mótsetta endanum av hesum stiga. Føroyska Staðanavna­ nevndin er limur í ST- stovninumUNGEGN Føroyska Staðanavnanevndin, sum fór til verka í fjør, er nú boðin vælkomin sum lim­ur í UNGEGN, og tekur lut í ar­beið­ inum í norðurlandadeildini. Men heldur enn at spyrja føroysku Staðanavnanevndina (limur í UNGEGN), so fer Skúla­bókagrunnurin at biðja um ráð frá forlagnum Collins, sum spyr bretska PGCN, sum spyr UNGEGN. Lata vera við at spyrja Skúlabókagrunnurin sigur, at hetta er í fínasta lagi, tí Staða­ navnanevndin bert er ’ráð­ gev­andi’ tá støða skal takast í spurningum úm útlendsk nøvn. Hetta er so spurn­ing­ ur­in: eru teir í hesum føri bert ráð­gev­andi? Um so var (bert ráðgevandi), so var Staðanavnanevndin hóast alt hægsti ráðgevandi stovnur í hesum landi á hes­ um øki. Nevndin er einasta føroyska nevnd við autoriteti á einum serligum fakøki. Men í reglugerðini stendur (§ 4, stk 2): ”Nevndin kann somuleiðis verða biðin um at taka støðu til, hvussu út­ lendsk støð skulu nevnast í al­mennum føroyskum høpi, eitt nú í lærubókum ella fjøl­ miðlum”. Hetta problem klárar Skúla­bóka­grunnurin flott; teir lata vera við at spyrja. Staða­ navna­nevndin verður bara ikki biðin um at taka støðu til nakað. So er sloppið, og løgnu landanøvnini kunnu gevast út í nýggjum hami. Gamla málnevndin var inkompetent (hevði ikki førleika) Og eg standi framvegis við at eg meini, at tað arbeiði, sum gamla mál­nevndin gjørdi í 1990-93 við­víkj­andi gamla Heims­atlass­in­um, hevði álv­ ars­lig lýtir. Har var eingin fak­ligur ser­kunn­leiki. Fundar­ frá­greið­ingar vísa klárt og greitt, at eingin principiel, faklig viðgerð fór fram í Málnevndini. Teir løgnu stavimátar, sum Skúlabókagrunnurin uppfann í 1993, Kili, Simbabvi ella Ku­ veit, eru ikki konventionell ella hevdvunnin landanøvn, men bert ein annar, løgin stavi­máti, sum ikki vil kennast við nakrar fáar av teimum latínsku bókstavunum c, q, w, x og z. Allir hinir bókstavirnir í ”føroyska” alfabetinum eru góðir latínskir bókstavir, og summir variantar hava fingið eina striku sum frámerki. Haraftrat er í gamla atlass­ inum uppfunnin ein nýggj regla: at landanøvn ikki mugu enda við – e, tí einki føroyskt orð endar við – e. Tí Kili og Simbabvi, sjált um hesi nøvn als ikki eru føroysk ella av før­ oyskum uppruna. Hesi londini skriva sjálv síni nøvn Chile og Zimbabwe, við latínska alfabetinum, og soleiðis eigur tað at vera. Og soleiðis var eisini vanligt at skriva í føroyskum bløðum og bókum áðrenn 1993-Heims­atlassið fann uppá nakað ann­að. ”Føroyskt mál hevur rætt at vera reint” Síðan eg skrivaði um atlas- mál­ið seinast, hevur ein long sam­røða verið við Svenning Tausen í Dimmu. Hann var ”týðari” av gamla atlassinum. Hetta mátti verið besta høvið at víst øllum ákærum aftur um manglandi fakliga førleika. Tann 6. mars í ár var grein­ in, ið nevnist ”Føroyskt mál hev­ur rætt at vera reint,” at lesa í Dimmu. Innihaldið í yvir­ skrivtini skal ikki viðgerast her. Men vit fáa at vita, at Svenning brúkti Heimskringu hjá Snorra Sturluson (skrivað í 1200’talinum) sum keldu. Og at Janus Djurhuus hevði í eini yrking brúkt formin Burgundarhólm um Bornholm, sum oyggin eitur í dag. Tí er hetta reint føroyskt. Haraftrat hevur Sigurd Joen­sen á einum fundi í Mál­ nevndini argumenterað á ser­ ligan hátt um Liechtenstein ella Liktinstein. Hann bann­ aði, og segði ”Hvat helviti ann­ að skal tað vera enn við ’i’”. Hetta er av sonnum eitt tungt vig­andi og prin­cipi­elt argu­ ment fyri ikki at skriva tann almennt viðurkenda formin Liechtenstein. Eingin hevði hoyrt um Liktinstein, fyrr enn Heims­ atlassið kom út. Ikki eitt menn­iskjað hevði nakrantíð stavað tað soleiðis. Heldur eingin ís­lendingur vil kennast við slík­an van­skapning. Hvørki hjá Sturlu­son, Djur­huus ella Joen­sen er nakað, sum tekur støði í nútíðar føroyskum ella fakligum princippum. Fakkunnleikin útihýstur Nú situr so ein biologur og umsetir tann geografiska tekst­in í eingilska Collins- atlassinum. Um hesin man heva nakran geografiskan fak­ ligan kunnleika, veit eg ikki. Í Føroyum eru umleið 15 fólk við hægri útbúgvin í fakinum geo­ grafi, sum undirvísa, granska ella skriva. Løgið er, at eing­in av hesum er biðin gera hetta arbeiði. Tað sær so út, at Skúla­bóka­ grunnurin vil ikki vita av fak­ kunnleika. Hvørki frá Staða­ navnanevnd ella føroyskum geografum. Hann ger alt fyri at snúgva sær undan hesum, fyri at sleppa at endurtaka vanskapningarnar í gamla Heims­atlassinum.