mánadagur 23. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
Sosialurin
Ítróttarblaðið
í gjár, men málið hjá HB var væl
spælt. Jón Krosslág Poulsen heldur
væl upp á bóltin og sendir hann inn
um til Símun Samuelsen, ið gevur
HB eina vón. Hvørki Jón Krosslág
Poulsen ella Símun Samuelsen
spæla við fullari ferð í løtuni, og
tað býr meira í teimum enn tað teir
vístu í gjár.
Verjuvilla kostar
Eina løtu eftir málið trýstir HB,
men fyri uttan eitt skot í síðunetið,
so er sjáldan vandamikið framman
fyri málinum hjá Gunnari á Steig.
Í hinum endaðum eru HB-mið
verjarnir óansnir í tveimum før
um. Fyrst er tað Rógvi Holm, ið
missur bóltin lang uppi á KÍ-
hálvuni, men einki kemur burtur
úr mótálopinum. Men átta min
uttir fyri tíð verður HB revsað,
tá Rói Danielsen missur bóltin á
miðari egnari hálvu. Innskifti Filip
Djordjovic vinnur bóltin og letur
hann til Kristoffur Jacobsen, sum
rekur og dribblar til hann gerst
leysur og avgerð dystin. Í evstu
løtu økti Hjalgrím Elltør eftir stutt
horna. Úr vinstu dregur hann inn
til høgra beini og meddar til.
KÍ vann miðvøllin
HB hevur nú tapt tveir dystir á
rað 4-1 og er útspælt í báðum før
um. Okkurt er galið í HB, og í gjár
tóktust klaksvíksingar at vera nógv
betri fyri, hvat orku viðvíkjur. Helst
mundi størsta mistakið hjá HB
vera at spæla við bara tveimum
mitt á miðjuni, tí mangan høvdu
Nenad Stankovic, Høgni Madsen
og Hjálgrím Elttør lætt spæl á mið
vøllinum.
Nenad Stankovic sum tann
verjukendi við góða yvirblikkinum
og frálíku avleveringinum, Høgni
Madsen sum stríðsmaðurin og
Hjalgrím Elttør sum tann álops
kendi, skapandi og hóttandi við
sínum dribblingum og nógvu ferð.
Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen
taptu í gjár dystin um miðvøllin.
Sterkasta vápnið hjá klaks
víksingum eru skjótálopini. Fleiri
ferðir vunnu teir bóltin framman
fyri egnum brotsteigi og runnu
HB umkoll í skjótálopunum. Tað
gingu eisini bara tíggju minuttir av
seinna hálvleiki, til HB skifti Ólav
í Ólavstovu inn á stríðast á mið
vøllinum. Tá var longu ov seint, og
teir bláu og hvítu høvdu longu takið
á dystinum.
Einki niðurflytingar
tos í Klaksvík
Um KÍ megnar at spæla á sama stigi
sum í gjár, so verður niðurflytingar
tos ikki at hoyra aftur í Klaksvík í ár.
Sterkastir í myndini stóðu Hjalgrím
Elttør, Høgni Madsen og Nenad
Stankovic á miðvøllinum, saman
við Kristoffuri Jacobsen, sum sam
an við liðskiparinum skoraði tvey
mál. Tað var eisini hugaliga at
síggja ungar menn roynast so væl.
Eisini innskiftu leikarar sum Ivan
Joensen og Filip Djordjevic kom inn
og spæla ein avgerandi leiklut.
Hjá HB duttu fleiri leikarar niður
ímillum. Serliga lítið eyðsýndur
vóru Símun Samuelsen og Fróði
Benjaminsen, sum annars hava
verið HB drúgvir. Símun Samuelsen
tykist
framvegis
darvaður
av
sjúku, meðan KÍ dugir væl at spæla
rundan um styrkirnar hjá Fróða
Benjaminsen á miðvøllinum. Lið
skiparin hjá HB hevði seinasta
korterið fleiri royndir á KÍ-málið,
men nærri enn stongini kom hann
ikki. Hinum royndinum hevði
Gunnar á Steig ikki stórvegis
trupulleikar av. Mest eyðsýndi
leikarin hjá HB var Kristin R.
Mouritsen, sum umframt sítt ser
merkta reyða hár, eisini var tann
HB leikarin, ið megnaði at fylgja
orkufullu klaksvíkinginum. HB
skal komandi umfar spæla móti B71
á útivølli. Brádliga sær tað út sum
ein botnuppgerð, sum ikki hevur
ein so greiðan favoritt sum undan
hesum umfarinum.
trondur@sosialurin.fo
KoyrHB í Skápið
Klaksvískingar settu veruliga føroyameistararnar uppá pláss, tá teir greitt vunnu »gamla klassikararn«
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir dystin stóðu fjølmiðlarnir í
kø fyri at tosa við Julian Hansen,
venjara hjá HB. Meðan leikarar,
hjálparfólk og dómarar komu av
vøllinum, so kom ongin Julian
Hansen. Hann sat á útskiftings
bonkinum saman við málmans
venjarinum og sá ógvuliga hugs
ingarsamur út. Hann tóktist
biða sjónvarpi bíða eina løtu við
samrøðuni, meðan teir báðir tos
aðu um okkurt innanhýsis.
– Eg visti áðrenn eg kom til
HB, at eg kundi koma undir
trýst. Tað kemur við starvinum
sum venjari og eg eri klarur til
at taka ímóti tí. Eg havi stuðul
frá leiðsluni og í felag ætla vit at
venda gongdini, sigur ein róligur,
men
samstundis
avgjørdur
Julian Hansen.
Hann metir ikki, at formurin
er munurin á liðnum, men váttar
at hann kanska var ov djarvur
við at byrja inni við Andrew av
Fløtum og Jón Krosslá Poulsen
í álopinum.
– Ætlanin við at byrja inni
við Andrew av Fløtum var, at tað
skuldi geva okkum nakrar møgu
leikar í álopunum. Tað kann
gott vera, at hann enn manglar
tey seinastu prosentini, tí hann
hevur verið skaddur leingi, sigur
Julian víðari.
Julian saknar somuleiðis, at
menn taka ábyrgd á liðnum, nak
að sum var eyðsýnt í dystinum.
Ein av teimum, ið hevur tikið
ábyrgd seinastu dystirnar er
íslendski miðverjin, Doddi, men
hann hevur HB sent heim.
– Vit mugu finna eina loysn
og kanska eru nakrir av okkara
leikarum enn ov ungir. Men hon
verður funnin við tí hópinum,
sum vit hava í løtuni, sigur
Julian víðari.
Tað hevur verið nógv skriv
að um HB seinastu tíðina í fjøl
miðlinum. Fyrst var tað ein søga
um at Julian sjávur var koyrdur
og Sigfríður Clementsen skuldi
taka yvir. Síðani kom søgan við
Dodda, sum var fjølmiðlinum
í hendi áðrenn HB megnaði at
leggja tíðindaskriv út.
– Tá tú kemur til eitt felag
sum HB, so veist tú at tað altíð
fer at verða nógv skriving og
nógvar gitingar millum fólk og í
fjølmiðlinum. Tað er ikki nakað
sum eg hugsi so nógv um og
eg haldi heldur ikki tað hevur
ávirkað leikararnar nakað, sigur
Julian Hansen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Julian Hansen, HB venjari:
– Eg eri
undir trýsti
málini:
1-0: (23.) Kristoffur Jacobsen
2-0: (37.) Hjalgrím Elttør
2-1: (58.) Símun Samuelsen
3-1: (82.) Kristoffur Jacobsen
4-1: (90.) Hjalgrím Elttør
Dribbling
Ivan
Joensen
Kristoffur
Jacobsen
Jógvan
Isaksen
Jón Krosslá
Poulsen
Filip
Djordjevic
Hjalgrím
Elttør
Kristoffur
Jacobsen
Símun
Samuelsen
Hjalgrím
Elttør
Skot/Mál
Avlevering