mánadagur 23. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Talan var um ein nokk so avgerandi
dyst, tá FC Suðuroy vitjaði Skála
leygardagin, tí her hevði suðuroyar
liðið høvið at lata ein potentiellan
kappingarneytan hanga eitt sindur
longur afturi. Og tað var eisini júst
tað, sum eydnaðist hjá FC Suðuroy,
ið vann dystin 2-1.
Skála hevði síðstu dystirnar víst
góðar taktir og arbeitt seg upp eftir
stigatalvuni. Nú FC Suðuroy vitjaði,
fingu liðini eitt mál í part beint fyri
hálvleik, og so livdi dysturin annars
sítt fríska lív, til toppskjúttin í
deildini, ghanesiski David Asare,
eitt korter fyri tíð skoraði sigurs
málið fyri suðuroyingarnar.
Sostatt er FC Suðuroy framvegis
oddalið í 1. deild hjá monnum, nú
við 20 stigum og ávikavist tvey og
trý stig framman fyri næstu kapp
ingarneytarnar, sum eru AB og
TB. Skála er framvegis fremst av
avbjóðarunum longur niðri við 10
stigum, sum er tað sama sum FC
Hoyvík hevur, men har er málúr
tøkan munandi verri.
AB og TB fylgja við
AB, sum liggur til at flyta upp í
løtuni, fekk fitta mótstøðu frá Vík
ingi í Leirvík leygardagin, tí hóast
gestirnir komu á odda í fyrra hálv
leiki, var tað ikki fyrr enn eitt gott
korter fyri tíð, at teir kundu kenna
seg tryggar, áðrenn Víkingur mink
aði um munin við einum brots
sparki.
Hetta var fjórði sigurin á rað hjá
AB, sum heldur ikki hevur dult, at
ætlanin hevur verið at sloppið upp
aftur í Vodafonedeildina sum skjót
ast. Dysturin var annars nokk so
ófriðarligur og fevndi um heili sjey
gul kort, harav argjamenn fingu tey
fimm.
Triðja liðið, ið liggur og kappast
heilt har frammi, TB, hevði vitjan
av næstbestu manningini hjá NSÍ,
sum síðstu tíðina hevur argað
fremstu liðini við at blanda seg upp
í oddan. Men á grasinum í Hvalba
hevði TB avgjørt munin og vann
seg fyri steðgin framum 3-0, so
dysturin í roynd og veru longu var
avgjørdur.
Liðini fingu hvør sítt mál aftrat
áðrenn steðgin, men tað var ongan
tíð soleiðis, at sigurin hjá TB var í
vanda, og tí eru tvøramenn fram
vegis væl við og bjóða serliga AB av
í kappingini um tey bæði fremstu
plássini á stigatalvuni.
FC Hoyvík vaknar
Ikki hevur byrjanin hjá FC Hoyvík
verið tann besta, men leygardagin
eydnaðist at vinna fyri triðju ferð,
tá næstbesta manningin hjá EB/
Streymi vitjaði. FC Hoyvík vann
3-1, eftir at hava verið á odda 2-1 í
hálvleikinum.
Sigurin hevði stóran týdning fyri
hoyvíkingar, ið hava liðið og rótað í
botninum, men nú kundu taka eitt
stórt fet frá niðurflytingarstrikuni
og teljast millum liðini upp ímóti
miðjuni. EB/Streymur, sum eins og
NSÍ hevur argað fleiri av hinum lið
unum, liggur tó framvegis framman
fyri eitt nú FC Hoyvík.
Tað liðið, ið hevur staðið seg
ringast av øllum og mestsum longu
sær út til at vera á veg niðuraftur
í triðbestu deildina, er 07 Vestur, ið
heldur ikki hesa ferð fekk nakað
burturúr, nú HB vitjaði. Gamaní,
kom heimaliðið á odda 1-0, men HB
læt seg ikki hótta, men vann ein
tryggan 3-1 sigur. Sostatt eiga teir
næstbestu hjá 07 Vestur enn fyrsta
stigið á.
Hilmar Jan Hansen
Higartil hevði staðið á jøvnum á
stigatalvuni, har AB hevði ligið eitt
vet ovari, tí liðið hevði betri málúr
tøku enn KÍ, men við sama stigatali.
Í gjár broyttist hetta tó, tí tá liðini
bæði hittust í Klaksvík í toppdysti,
dró KÍ longra stráið og vann 5-3. Nú
hevur KÍ 19 og AB 16 stig.
Tríggjar ferðir kom KÍ framum,
men hvørja ferð megnaði AB
at javna. KÍ hevði tó munin í
fyrra hálvleiki og var á odda 3-2
í steðginum. Beint eftir hálvleik
javnaði AB aftur, men løtu seinni
fór KÍ framum 4-3.
Henda støða helt sær, til bara
átta minuttir vóru eftir og topp
skjúttin í deildini, Rannvá Andreas
en, við sínum tíggjunda landskapp
ingarmáli í ár tryggjaði KÍ sigurin.
Hini fylgjast
Hini fýra liðini í bestu kvinnudeild
ini síggja út til at fylgjast nokk so
væl – eitt fitt petti aftan fyri tey
bæði fremstu. Víkingur, Skála og
B36 hava øll sjey stig í part, og aftan
fyri tey kemur so HB við fýra stig
um.
Víkingur var á vitjan hjá HB í
Gundadali og kundi at enda eisini
fara avstað við øllum. Allur fyrri
hálvleikur og eitt korter av seinna
hálvleiki skuldi tó ganga, áðrenn
nakað mál kom, men so helt Víking
ur hinvegin ikki uppat, men vann
ein tryggan 4-0 sigur.
Triði dysturin í gjár var millum
Skála og B36, har skálakvinnur vís
tu seg at vera drúgvari og vunnu
heimadystin við einum máli í hvørj
um hálvleiki, so tær – eins og Vík
ingur – kundu vinna seg upp á sjey
stig.
hilmarjan@sosialurin.fo
KÍ vann toppdystin
Kvinnufótbóltur Tá KÍ og AB spældu í
Klaksvík í gjár, komu ikki færri enn átta mál, men
KÍ hevði munin og er nú einsamalt á odda
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
7
6
1
0
25
5
+20
19
2 AB
7
5
1
1
27
9
+18
16
3 Víkingur
7
2
1
4
18
18
0
7
4 Skála
7
2
1
4
7
13
-6
7
5 B36
7
2
1
4
6
16
-10
7
6 HB
7
1
1
5
3
25
-22
4
1. deild kvinnur
Trý eru um boðið
Fótbóltur So hvørt sum tað líður út á kappingina í 1. deild hjá monnum, sær tað meira út til, at
kappingin um tey bæði uppflytingarplássini fer at vera ímillum hesi trý: FC Suðuroy, AB og TB