Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam BK Frem vann annan dystin á rað við sjey málum. Og aftur hesaferð taldist føroyski áleyparin millum málskjúttarnar. Leygardagin var tað næstbesta liðið hjá Vanløse, sum stóð fyri skotum – ella skot­ unum hjá Andreas Lava Olsen og liðfeløgum hansara. Fýra ferðir hevði leirvíkingurin næstseinasta fótin á bóltinum, og einaferð setti hann sjálvur leður­ kúluna í kassan. Andreas Lava Olsen legði upp til tey bæði fyrstu málini, har hann í báðum førum breyt í gjøgnum í høgru og legði bóltin væl inn fyri. Triðja málið gjørdi landsliðsáleyparin sjálvur, tá hann rann frá verjuni og setti bóltin millum beinini á málverjanum. Fjórða málið fall eftir fína avlever­ ing frá gamla Víkinginum og LÍF- aranum, og fimta málið kom eftir ein spurt, har Lava setti fleiri mans av og legði bóltin tvørtur um til liðfelaga, sum skoraði trygt. Eftir stórspæl í smáar 80 min­ uttir, tók venjarin Andreas Lava Olsen av vøllinum, men tað eydn­ aðist BK Frem at skora tvær ferðir aftrat og vinna heili 1-7! Fyri hvønn dyst sum gongur og hvønn sigur, sum kemur í hús, nærkast málið um uppflyting í fjórðbestu donsku deildina. Troest og Popczynski sigraðu Eisini í triðbestu donsku deildini droyma menn, sum hava spælt í Før­oyum í nógv ár, um uppflyting. Lands­liðsleikarin Johan Troest Davidsen spældi allan dystin sum vongverji, tá lið hansara, Aarhus Fremad, undir leiðslu av Krzysztof Popcynski vann 2-1 á upp­flytar­ unum FC Djursland. Hinvegin vann kappingarneytin Blokhus eisini, so støðan í oddinum er óbroytt, har Blokhus førir við fimm stigum niður til Troest og Popczynski. Tað eru fýra umfør eftir at leika í 2. división Øst, sum deildin hjá Aarhus Fremad rópast. rolant@sosialurin.fo Lava nærkast toppformi Lægru deildirnar Andreas Lava Olsen vísti stórspæl um vikuskiftið við máli og fleiri uppleggum, og Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popczynski eru aftur á sigurskós Mynd: Rólant Waag Dam Rólant Waag Dam Christian Lamhauge Holst stað­ festi sigurin í ótrúliga spenn­andi dystinum millum Silkeborg og AaB Dýra Biðidag. Dysturin end­ aði ikki minni enn 4-3. Føroyski landsliðsleikarin byrj­aði dystin í høgra borði, men eftir at hava umskipað liðið varð Holst leikarin, sum bant miðvøll og álop saman. Ein uppgáva, hann loysti til fulnar. Holst var upp­havsmaður til fleiri góðar møgu­leikar, og hevði eisini onkr­ ar royndir sjálvur. Tað var tó fyrr enn, at dysturin skuldi avgerast, at Holst veruliga gjørdi bart. Beint fyri steðgin varð Holst spældur púra leysur. Lands­liðs­ leikarin spældi tvørtur um og liðfelagin skoraði trygt til 3-2. 12. minuttir fyri leiklok var Holst aftur framvið, men hesaferð sum málskjútti, tá hann lættliga setti bóltin í netið til 4-2. Tað eydn­ aðist AaB at minka um mun­in til 4-3, men nærri komu teir ikki. – Hetta var ein deiligur dystur og eg kendi meg sera væl á miðvøllinum, har eg í stóran mun hugs­aði um framrættaða spælið, segði Christian Lamhauge Holst við heimasíðuna hjá Silkeborg eftir dystin. Silkeborg liggur nummar fimm í bestu donsku deildini, sjey stig aftanfyri nummar fýra og við tveimum umførum eftir at spæla. rolant@sosialurin.fo 1. Superligan Landsliðsleikarin vísti seg frá síni allarbestu síðu, tá hann bæði skoraði og legði upp til mál fyri Silkeborg Holst vísti stórspæl Rólant Waag Dam Feløgini umboðað við føroyskum leikarum í næstbestu donsku deild­ini, eru vorðin eitt færri, nú Hvidovre, sum Øssur Dalbúð hevur verið knýttur at síðani januar­ mánað, tapti Dýra Biðidag. Felagið hevur tvinnar dystir eftir og seks stig upp um markið, men mál­úr­ tøkan er 25 mál verri enn kapp­ ingar­neytin omanfyri markið. Øssur Dalbúð, sum fekk nakrar min­uttir seinast Hvidovre spældi, varð soldaður frá beint áðrenn enda­ligi hópurin varð úttikin og slapp tískil ikki upp í part. Hóast lagnan hjá Hvidovre nú er kend, er ikki greitt, hvar før­oyski áleyparin spælir eftir summar­steðgin. Sáttmáli hansara við niður­flutta felagið gongur út við kappingar­ársenda, so Øssur Dalbúð skal nú finna út av, hvørt hann leingir við felagið og spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, ella um hann fer at royna nýggjar leiðir. Tað var liðið hjá Atla Danielsen, FC Roskilde, sum gav Hvidovre mønustingin. Landsliðsleikarin átti ikki beinleiðis leiklut í hesum við frísparki ella uppleggi, men við sínum sentrala leikluti á mið­ vøllinum gjørdi hann sítt til, at FC Roskilde vann seg upp á sætta plássið í deildini. Megnar liðið at varðveitti plássið, er hetta besta úrslitið hjá FC Roskilde nakrantíð. Viljormur við í máli Hin føroyingurin í botninum, Viljormur Davidsen, stríðist fram­ vegis fyri at lívbjarga FC Fyn. Fríggja­dagin hevði hann ein fing­ ur við í spælinum, tá teir hálaðu ein tryggan sigur í hús í móti upp­ flytarunum FC Hjørring. Viljormur røkti, sum vant, setningin sum bakkur dystin á tamb, og kom eisini framvið í borðunum við jøvnum millum bili. Bakkum so líkt, tók Viljormur sær av innkøstunum og tað var eitt av hesum longu køst­ unum, ein liðfelagið stútaði framvið málverjanum, sum kom nakað skeivt út. Hetta málið var tað fyrsta í 0-3 sigrinum hjá FC Fyn, sum sam­ stundis var ársins fyrsti sigur á útivølli hjá Viljormi Davidsen og lið­feløgum hansara. Liðini í næstbestu donsku fót­ bóltsdeildini skulu øll aftur í eldin í annaðkvøld, tá næstseinasta leik­ umfar í næstbestu donsku fót­bólts­ deildini verður avgreitt. rolant@sosialurin.fo Danielsen sendi Dalbúð í lægri deild Atli Danielsen og FC Roskilde liggja nummar seks í deildini. Heldur hetta sær, er talan um besta árið í søgu felagsins 1. división Ein sigur var einfalda kravið, men Hvidovre tapti í móti FC Roskilde, og tískil flytir liðið hjá Øssur Dalbúð eina deild niður. Hinvegin vann FC Fyn hjá Viljormi Davidsen og tískil er framvegis vón fyri teimum