mánadagur 23. mai 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
6
Sosialurin
kappingin
Summar
Skjern Å liggur, sum navnið sig
ur, í nánd av býnum Skjern í
Vesturjyllandi. Hon er somuleiðis
4. størsta og vatnríkasta áin í Dan
mark.
Tað er kortini ikki hetta sum ger
ánna serstaka. Tað er heldur tann
veruleiki, at Skjern Å í dag hevur
heiti sum tjóðpark, eftir at økið
kring ánna fekk henda heiðurin í
2008.
Nationalpark Skjern Å fevnir um
eitt øki uppá 24.500 HA, harav 16.000
HA eru náttúra og skógur. Nevnast
má, at økið hevur bæði lokalan og
altjóða týdning, tí fleiri sjáldsom
og hótt djóra- og plantusløg finnast
her.
Millum hesi djórini er oturin
sum er komin aftur, eins og tann
sonevndi Skjernå-laksurin, sum
ger økið til eitt paradís fyri stutt
leikafiskarar.
Fleiri teirra hava havt góða
eydnu at fáa laks í ánni, og teimum
so líkt, er eisini ein kapping um at
fiska tann størsta.
Metið higartil er frá apríl mánaði
í fjør, tá ein heppin stuttleikafiskari
dró ein 18 kilo tungan laks úr ánni.
Her kundu føroyskir stuttleikarar
uttan iva havt bjóðað seg fram fyri
at kappast um metið.
Annars er Nationalpark Skjern Å
merkt av fleiri parkeringsplássum
við útsýni, borðum, stólum og
onkustaðni eisini grillplássum.
Møguleiki er eisini fyri at sigla
við kano, eins og møguleikar eru
fyri primitivum leguplássum á
leiðini.
Hjá teimum ið dáma væl at fiska laks,
er Skjern Å avgjørt eitt ferðamál.
Møguleiki er enntá at sláa eitt
met um størsta laksin í ánni.
Serstakt øki
kring ánna
Hevur tú hug at fiska laks – og kanska seta danskt met, er bara at royna
eydnuna við Skjern Å. Tann størsti higartil vigaði 18 kilo
MET-LAKSUR
Sp/f Soundcheck | Tlf 565510 | Johannes Olavsson | johannes@soundcheck.fo
gibson es 137
vanligur prísur 15.999,-
9990,-
-50%
frávaldir
el-guitarar
nord lead
anniversary model
vanligur prísur 11.599,-
7599,-