mikudagur 25. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað er í fínasta ordan, at
Kringvarpið endursendir sín
ar sendingar – og Kringvarp
Føroya hevur fleiri góðar
sendingar, sum verdar eru
at endursenda. Men alt við
máta.
Tí nú er rættlig inflatión
komin í endursendingar – tí
ymsar sendingar verða end
ursendar bæði fýra og fimm
ferðir. Og tá blívur tað altso
for stuttligt. Tá man skal seta
seg at lurta eftir næsta parti
av útmerkaðu sendingini hjá
Jógvan Arge við Paula Ellef
sen, og man fær somu send
ing fyri fjórðu ferð, so blívur
tað for stuttligt.
So góðu kringarpsfólk!
Tað er í ordan at tit endur
senda, men vælsignaði sigið
frá, at talan er um endursend
ing. Tað er eingin grund til at
dylja, at Kringvarpið endur
sendir endursendar endur
sendingar. Kanska tað er eitt
sindur flóvisligt, men væl
signaði sigið bara sum er!
– Spurningurin er, um politikararnir
vita, hvat teir eru í ferð við at gera,
og um foreldur eru varug við, um
børn teirra fáa teir tímar, tey eiga
at fáa. Hetta kann bara enda galið.
So bersøgin var formaðurin í
Føroya Lærarafelag, Herálvur Jac
obsen, í síðstu viku. Hann vísir á,
at komandi skúlaár verða 300 und
irvísingartímar um vikuna tiknir
frá fólkaskúlanum, og miðfirraðu
tímarnir minka úr 15 niður í 13 pro
sent. Hann heldur, at hetta eru sera
stórar sparingar, tá 1.000 tímar um
vikuna longu vórðu tiknir síðsta
ár.
Herálvur Jacobsen vísti eisni á,
at í fjør varð sagt, at nú var skorið
inn á bein.
Helena Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna í skúlamálum segði
við Sosialin í november í fjør, at tey í
Mentamálaráðnum tá longu høvdu
spart tað, sum hon heldur at tað ber
til at spara og tí skulu antin fleiri
pengar til, ella umfatandi bygnaðar
broytingar til fyri at varðveita ein
skúla á norðurlendskum støði.
Formaðurin í lærarafelagnum
er komin til ta niðurstøðu, at vit
ikki longur kunnu halda fólkaskúl
alógina. Hann vísir á, at skúlaleiðsl
urnar sótu longu fyri hetta skúlaár
ið við svartaperi, tí tær høvdu ilt við
at fáa alt at hanga saman, og nú er
støðan bara versnað uppaftur meiri.
Leiðslurnar skulu finna loysnir; ein
máti er at leggja flokkar saman fyri
at spara tímar, men flokkar við 40
til 60 næmingum er eingin haldbar
loysn, sigur Herálvur Jacobsen.
Ilt er at vita, hvørjum vit skulu
trúgva, tí landsstýriskvinnan var
so bersøgin í nevndu grein í Sosi
alinum, at vann hon ikki ljóð fyri
sínum krøvum, so fór hon at leggja
landsstýrissessin frá sær.
Og lurta vit eftir formanninum
í Føroya Lærarafelag, so er Helena
Dam á Neystabø langt síðani komin
har til, at hon – sambært sær sjálvari
– skuldi leggja landsstýrissessin frá
sær til frama fyri fólkaskúlan.
Men politikkur er so nógv. Oluf
Palme segði, at politikkur er at vilja
– og at vilja broytingar. Men um
»broytingarnar« eru at slúka egnar
kamelar og lata standa til, so er poli
tikkur ikki nógv verdur. Og jú, tað
er altíð vandamikið at lova ov nógv
– sum til dømis at seta sína egnu
politisku karrieru í veð.
Men at rokna við, at dagsins
minnilutastýri í Tinganesi megnar
at fremja ein skúlareform, ella at
makrelsamgongan eisini blívur ein
kommunu- og skúlasamgonga, sum
megnar ætlaðu reformarnar, tað er
kanska í so bláoygt.
Men kanska skuldu háttvirdu
tingfólk komið niður á jarðarhædd
og viðgjørt dagsins realpolitikk –
sum til dømis føroyska fólkaskúlan,
sum sambært læraraformanninum
stendur fyri falli og lógarbroti.
Helena setti landsstýris
sessin í veg fyri fólkaskúlan
Góð
ráð
til
familjuna
frá Gigni ísamband við
útivikuna.
Børn elska at fara út
saman við sínum foreldrum,
eins og at røra seg saman
við foreldrunum. Tað kann
tó tykjast møtimikið at
fara út við børnunum tá
ein endiliga hevur fingið
frí, men við eitt sindur av
fyrireiking, kann tað gerast
hugaligari og lættari at fara
avstað.
Børn eiga, eins og vaksin,
at røra seg dagliga. Rørsla er
eitt av 8 kostráðunum, og
Sundhedsstyrelsen mælir
til, at børn røra seg í minsta
lagi 60 min. um dagin. Hetta
kann t.d. verða við at fara
ein túr í náttúruni, eins og
við rørsluspølum. At spæla
halda børnini sum oftast
verða stuttligt, og serliga
hugaligt er tað, tá tey
vaksnu eru við.
Her eru nøkur góð ráð
frá Gigni:
• Verð fyrireikað/-ur til
góðu løturnar.
• Pakka eina tasku, sum
er tøk, tá hguskotið kemur
at fara ein túr í náttúruna.
So skal ikki nýtast tíð til
at finna alt fram, sum tit
skulu hava við. Tað kann t.d.
vera ein taska við koppum,
tallerkum, einum teppi og
t.d. einum bólti ella frispi, at
spæla við. Eisini kann vera
gott at hava ein posa við, til
ymiskt sum børnini finna
í náttúruni so sum steinar,
blómur, kygd v.m.
• Tykkum nýtist ikki at
fara so langt. Gangið ein
stuttan lættan túr og finn
ein turran hugnaligan blett,
har tit kunna steðga á og
møguliga eta ein bita ella
bara hugna tykkum og/ella
spæla saman eina løtu.
•
Pakka
nátturðan
í
taskuna og et náttúrðan
úti í náttúruni saman við
børnunum.
Tað snýr seg ikki um at
skula ganga upp á høg fjøll,
ella at ganga langar túrar,
men at geva børnunum ta
jaligu felagsuppliving, sum
náttúran gevur okkum, tá
vit sita ella ganga í henni
og ikki minst um vit eisini
kunna njóta ein góðan bita
saman.
Góð ráð um
útivikuna
Ein ólógligur fólkaskúli
Tað verður tosað álvara, tá
Jógvan Ósa í Álvaratosi hjá
Jákupi
Magnussen
setur
navnan, Jógvan á Lakjuni
upp á pláss í almennum les
arabrævi. Jógvan Ósá hevur
ikki dult fyri, at hann er fólk
afloksmaður eins og Jógvan
á Lakjuni, men hann fer ikki
velja Jógvan á Lakjuni á ting
– tí Jógvan á Lakjuni heldur,
at Jógvan Ósá, eins og Jákup
Magnussen, Heri Jacobsen
og Elin Michelsen – er óment
aður.
– »Álavaratos« er eftir
mínum tykki ein primitiv og
tendensiøs sending, segði
Jógvan á Lakjuni í blaðum
mánadagin.
Hann heldur, at Jákup
Magnussen bara velur panel
luttakarar, sum halda tað
sama sum hann.
– Føroyingar eru tíverri
sambært lóg noyddir at
gjalda í dýrum dómum fyri
Kringvarp Føroya, sum átti
at verið ein mentanarstovn
ur. Men eg má siga, at eg øtist
inn á ta ómentan, sum hesin
stovnur í dag loyvir, og eg
haldi, at hann í fleiri førum
arbeiðir beint ímóti sín
øum endamáli, segði
Jógvan á Lakjuni.
Men Jógvan Ósá legg
ur ikki fingrarnar ímillum í
sínum svari:
– Mangan er skotið mær í
skógvarnir í »Álvaratos«, at
eg eri fólkafloksmaður. Og
havi eg ongantíð noktað fyri
tí. Men eg havi sagt, at eg ikki
altíð eri samdur við tær og
Jørgin Niclasen o. s. fr.
Kanska var hettar skrivað
av tær fyri at skora nakrar at
kvøður. Kundi hent, tað bleiv
umvent. Í hvussu so er fær
tú ikki mína atkvøðu aftan
á hettar esilssparkið, sigur
Jógvan Ósá.
Endursendar endursendingar
Grátu
ligt
Jóna
Mortensen
kjak á síðu 19
Tá Før
oya Banki
flutti til
Amager
Frits Johannesen
kjak á síðu 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Jógvan velur ikki Jógvan