mikudagur 25. mai 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
24
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Grannauppgerðirnar
millum
Víking og ÍF í fjør endaðu serliga
í tveimum førum við fyrimuni til
fuglfirðingar, sum fyrst vunnu seg
í steypafinaluna og síðani »stjólu«
europeiska
atgongumerkið
frá
Víkingi í evstu løtu. Gamaní, er ÍF
enn við í steypakappingini, men
annars líkist hetta nógv meira ein
um góðum ári hjá Víkingi.
Dysturin teirra millum mána
kvøldið hevði tað nógva av tí, sum
ein góð grannauppgerð skal hava,
men kanska gjørdist tað eitt sindur
lumpisligt, at einasta og avgerandi
málið longu kom í sjeynda minutti,
tá Sølvi Vatnhamar sendi fríspark
í høvdið á Finni Justinussen, ið
skallaði bóltin í málið aftan fyri
Jákup Mikkelsen. Hetta gav Víkingi
1-0, og soleiðis endaði dysturin
eisini.
Við lotinum undan, hevði Víking
ur munin fyrstu trý korterini, men
eftir steðgin vóru fuglfirðingar
nógv meira bragdligir og høvdu
onkran góðan málmøguleika. Tann
størsta mundi Dánjal á Lakjuni
eiga, men Geza Turi í málinum hjá
Víkingi stórbjargaði.
– Vit vóru undir trýsti fyrstu 10
minuttirnar, men síðani komu vit
meira upp í part, og í seinna hálvleiki
høvdu vit tak á. Mótstøðumenninir
lógu aftarlaga og spældu nógv við
longum sendingum, segði veteran
urin í ÍF-málinum, Jákup Mikkelsen,
ið harmaðist um tapið, sum hann
helt vera óneyðugt.
Hinvegin
var
venjarin
hjá
Víkingi, Jógvan Martin Olsen, væl
nøgdur við sigurin mánakvøldið:
– Okkara menn stríddust væl.
Talan var um tætta uppgerð, og vit
eru væl nøgdir við, at vit vunnu
við einum máli. Í seinna hálvleiki
høvdu teir okkurt innlegg og horna,
men vit hildu teimum frá teimum
stóru
møguleikunum,
staðfesti
hann.
Sigurin lyfti Víking upp á næst
fremsta plássið, har liðið bara er
eitt stig aftan fyri oddaliðið, B36.
Hinvegin hevur byrjanin hjá ÍF verið
alt annað enn góð, tí ÍF liggur beint
oman fyri niðurflytingarstrikuna,
enntá við sama stigatali sum 07
Vestur, ið er undir strikuni.
Víkingur væl við
Fótbóltur Longu í sjeynda minutti fall málið, sum avgjørdi
grannauppgerðina í Sarpugerði, ið lyfti Víking upp á næst
fremsta pláss, meðan ÍF enn liggur lágt á stigatalvuni
Víkingur
1
ÍF
0
Víkingur - ÍF 1-0 (1-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Finnur Justinussen, 6.
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling
Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnahmar, Sam Jacobsen, Niclas
Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu,
55.) – Finnur Justinussen (Ingi Sørensen, 90.)
Gult kort: Bárður Hansen, Evrard Blé
ÍF: Jákup Mikkelsen – Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni
Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Fritleif í Lambanum (Bárður á
Lakjuni, 72.), Karl Løkin, Bogi Løkin, Aleksandar Jovevic, Ari Ó.
Ellingsgaard (Pætur á Líknagøtu, 74.) – Dánjal á Lakjuni
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Aleksandar Jovevic, Pætur á
Líknagøtu
EB/Streymur - B71 5-1 (3-0)
Dómari: Alex Troleis
1-0: Leif Niclasen, 23.
2-0: Bárður Olsen, 29.
3-0: Arnar Dam, 37.
3-1: Allan Tungá, 53.
4-1: Egil á Bø, 68.
5-1: Hans Pauli Samuelsen, 71.
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni
Djurhuus, Leif Niclasen – Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen
(Jónstein Magnussen, 76.), Bárður Olsen – Arnar Dam (Arnbjørn
T. Hansen, 84.), Sorin Anghel (Poul G. Olsen, 71.), Hans Pauli
Samuelsen
Gult kort: Sorin Anghel, Jónstein Magnussen
B71: Símun Rógvi Hansen – Rúni Joensen, Allan Tungá,
Bojan Zivic, René Clementsen – Høgni Midjord, Marcus
Klementsen, Joseph Bassena, Bogi Hermansen, Ebbe Kristin
Thomsen (Johannes Jensen, 76.) – Thomas Hans Rubeksen
Gult kort: Allan Tungá
geza
atli erling
bárður hanus
evrard niclas
sølvi sam hans j
finnur
rené
egil marni
gert leif
pætur bárður
levi
arnar sorin hans p
dánjal
ari fritleif
bogi
aleksandar karl
jan uni
høgni bartal
jákup
thomas h
ebbe k høgni
bogi
joseph marcus
rené rúni
bojan allan
símun r
Hilmar Jan Hansen
Dysturin við Margáir, sum var
útsettur frá sunnudegnum, gjørdist
ongantíð spennandi, tí til tað var alt
ov nógvur munur á liðunum. EB/
Streymur hevði rímiliga frítt spæl,
meðan B71 lítið og einki formáddi
sær, og at tað so endaði 5-1 til heima
liðið, var neyvan stórt øðrvísi, enn
flestøll mundu vænta.
Fyri heimaliðið merkti sigurin,
at EB/Streymur er komin upp á
fjórða pláss, bara eitt stig aftan fyri
NSÍ á triðja plássi. Samstundis er
B71 framvegis botnlið við trimum
stigum, men eini syndarligari mál
úrtøku, ið sigur 6-37…
Longu í hálvleikinum var 3-0,
og EB/Streymur hevði fyrstu trý
korterini fleiri aðrar møguleikar
at gera mál. B71 minkaði stutt eftir
steðgin, men beinanvegin svaraði
EB/Streymur aftur við tveimum
málum, og so fór tað síðsta av luft
úr hesum dystinum.
Tað gekk ein løta, áðrenn EB/
Streymur kom í gongd, men undan
fyrsta málinum, sum Leif Niclasen
skjeyt eftir fínt uppspæl, hevði
ferðslan í Streymnesi verið ein
vegis. Síðani slapp Bárður Olsen
at økja um leiðsluna, eftir at Hans
Pauli Samuelsen snilt hevði spælt
hann leysan við frísparksinnleggi,
og ungi Arnar Dam stóð fyri triðja
málinum nakað undan steðginum.
Tíðliga í seinna hálvleiki eydn
aðist B71-liðformanninum, Allan
Tungá, at minka um munin eftir
horna, men síðani fór Hans Pauli
Samuelsen av álvara í gongd, tá
hann fyrst legði upp til 4-1, sum
Egil á Bø skjeyt, og síðani sneiddi
fleiri mótstøðumenn av sær, áðrenn
uttan fyri brotsteigin smekkaði
til og staðfesti greiða sigurin hjá
sundalagsmonnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
HONGUR Í
Við sigri í grannauppgerðini ímóti ÍF mánakvøldið, er
Víkingur í løtuni størsti kappingarneytin hjá oddaliðnum,
B36, sum bara er eitt stig frammanfyri á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Trivaligur sigur í Streymnesi
Fótbóltur Eingin slingur var í valsinum, tá EB/Streymur
mánakvøldið tók ímóti B71, tí sandoyingar blivu spældir
av vøllinum og fingu áttanda tapið í níggju dystum
EB/Streymur 5
B71
1
Tróndur Arge
Tá Tomislav kom til felagið,
hevði Kecsméti ongan tíð
verið partur av fremstu deild
ini. Felagið hevði tá fingið
nýggjarar eigarar og nakað av
peningi, og í Tomislav hildu tey
seg hava funnið mannin, sum
skuldi føra liðið móti nýggjum
hæddum. – Og tað hevur hann
gjørt, skrivar B36-heimasíðan.
Longu fyrsta árið vann lið
ið seg í bestu deildina, og við
vanliga kompromisleysa stíl
inum, har álop er besta verjan,
settu Tomislav og hansara
menn seg alt fyri eitt í respekt
í bestu deildini.
Her hevur liðið verið fastur
partur, og nú er so eisini fyrsta
stóra steypið komið til høldar.
Hetta hendi mikudagin, tá
Kecsméti spældi móti Videton,
sum í ár hevur vunnið ung
arska meistaraheitið og sum
eisini er eitt av siðvandu
ungarsku stórfeløgunum.
Á Puskás stadion í Budapest
munaði siðvenjan tó lítið. Foxi
Kéthévoama skeyt hat-trick í
dystinum, sum endaði við 3-2
sigri, og tað úrslitið ber við
sær, at Tomislav og Kecsméti
nú skulu fyrireika seg til euro
piskar uppgávur í komandi
kappingarári.
trondur@sosialurin.fo
Sivic steypa
vinnari í
Ungarn
Fótbóltur Fyrrverandi B36-venjarin
hevur ført lið sítt, Kecsméti, til
sigurs í steypakappingini í Ungarn
Tomislav Sivic