Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Sosialurin Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 kappingin Summar LeskiLigt og gott frá SmyrjibreyðSbúðini Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 17:30 Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18 - Vit mugu simpelthen bara fara yvir aftur til Reykjavíkar. Ein dagur í býnum er ikki nóg mikið til allar upplivingarnar sum hann hevur at bjóða, sigur Petur av Kák, sum vann eina av ferðunum í Summarkapping okkara. Hann kom aftur úr Íslandi mánakvøldið. – Má fara aftur til Reykjavíkar – Ja, hetta var eitt ótrúliga spenn­ andi vikuskifti, greiðir Petur frá. - Vit bara osaðu í býnum, sum hann tekur til. Hann og unnustan Malan vóru fyri tað mesta úti í býnum um dagin, og nutu allar upplivingarnar, royndu fleiri matstøð, og nýttu m.a. tíðina at vitja í Bláa Lóni, í Kringluni og aðrastaðni. Tey flugu til Reykjavíkar fríggja­ dagin, og við í flogfarinum vóru eisini sangarar úr Kristiliga Sang­ kórinum sum skuldi hava konsert dagin eftir. – Og leygarkvøldið var eg til konsert hjá teimum í Dómkirkjuni, so vit hava upplivað mangt og hvat hesar fýra dagarnar íslendska høvuðsstaðnum. Vinningurin hesaferð var ein flogferð við Atlantsflog við uppi­ haldi á Hotel Frón mitt í Reykjavík fyri tveir persónar. Og hetta staðið vóru tey sera væl nøgd við. – Eitt er tað, at tað er mitt í býnum, er tætt við flogvøllin og er tætt við handlar og miðstøðir. Men so var hotellið eisini merkt av sera góðari tænastu og sera dugnaligum starvsfólkum, sigur Petur. Starvsfólkini vóru sera fryntlig og vístu stórt gestablídni ímóti gestunum úr Føroyum. – Her kundi eg gott hugsað mær at farið aftur, sigur Petur av Kák. - Hetta er eitt væl valt og sera lekkurt stað. IKKI METTUR – Reykjavík hevur so nógv at bjóða, at ein verður ikki mettur av býnum eftir bert einum degi, sigur Petur av Kák, sum vitjaði her saman við unnustuni farna vikuskifti