Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 8 Sosialurin kappingin Summar Hóast vit eru von við grindadráp her á landi, so kann tað so sanniliga vera áhugavert at fara á ”Whale- watching” í Íslandi. Her verður farið á hvala-safari við bátinum ”Elding” á ein tríggjar tím­ ar langan túr. Møguleikin at síggja hval er rættiliga stórur, oftast sildrekar, delfinir og nísur. Haraftrat kemur ein ofta fram á kúlubøku, mastrarhval, royður og nebbafisk. Á hesi hvala-safari'ini ber eisini til at síggja tað ríka fuglalívið tætt við land. Her finst lundi, súla, skarvur, lomvigi, álka, ternur og nógv onnur fuglasløg. Tað sum kortini man hava størst­ an týdning fyri tann ferðandi er, at fyrireikararnir tryggja at ein sær bæði hval og fugl. – Skuldi tað kortini ótrúliga hent, at vit hvørki síggja hval ella fugl, so bjóða vit fólki eina heilt aðra ferð - ókeypis, verður sagt. Farið verður úr Reykjavík fleiri dagar um vikuna – í juni til august tríggjar ferðir um dagin. Kostnaður fyri ferðina er 45 Euro – slakar 335 føroyskar krónur. Meiri fæst at vita um hvala- safari'ina á heimasíðuni www. elding.is. Sp/f Soundcheck | Tlf 565510 | Johannes Olavsson | johannes@soundcheck.fo gibson es 137 vanligur prísur 15.999,- 9990,- -50% frávaldir el-guitarar nord lead anniversary model vanligur prísur 11.599,- 7599,- Skulu síggja hval GARANTI Fyritøkan Elding tryggjar, at fólk sleppa at síggja bæði hval og fugl