Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 10 Sosialurin kappingin Summar Eitt ið bindur føroyingar saman við íslendingum eru víkingarnir. Hevur tú serstakan áhuga í hesum evni eigur tú at seta dagarnar 16. til 20. juni av til Víkinga Festival í Hafnarfirði. Ein festivalur fyri víkingar Hesin festivalurin er væl umtóktur millum manna og millum út­lend­ ing­ar í serligan mun. Í ár verður so­leiðis roknað við, at einir 200 vík­ingar fara at seta hvørjum øðr­um stevnu hesar dagarnar, ið falla samstundis sum tjóðardagur Íslands, 17. juni. Síðani hesin festivalurin byrj­aði í 1995, er hann so líðandi vorð­in av slíkum slagi, at mong meta hann sum tann størsta og týdn­ingar­ mesta av sínum slagi á íslendskari jørð. Ein orsøk til hetta er, at ein heilt frá byrjan av hevur lagt dent á at gera alt so veruligt sum gjørligt. Bæði við handverki, mati, leikum og øðrum er ætlanin at skrúva seta tíðina 1000 ár aftur, soleiðis at fólk Anno Domino 2011 fáa eitt betri inn­ lit í lív og livilíkindi víkinga. Alt hetta verður fyriskipað sam­ an við og í nánd av Hotel Viking, ið eis­ini er partur av vinninginum hesaferð. Altjóða dagar Tað er tó ikki bert víkingar sum seta hvørjum øðrum stevnu her í Hafnarfirði. Í mars mánaði í ár vóru serstakir føroyskir dagar her, og í apríl mánaði vóru pólskir dagar á skránni. Og mín sann um tey á Fjørukráini ikki eisini høvdu ein serliga rætt á skránni 8. mars, har menn kundu bjóða síni kvinnu út til eina góða máltíð á hesum staði. Hóast onkur kann halda, at víkingarnir eru ein útdoyggjandi rasa, hittast fleiri teirra við jøvnum millumbilum í Hafnarfirði, - ikki óvæntað, í nánd av Hotel Viking ÁHUGI