mikudagur 25. mai 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
12
Sosialurin
kappingin
Summar
Ein av mongu ferðunum hjá Iceland Excursions er ein rundferð til fleiri av søguligu støðunum í nánd av
Reykjavík. Eftir einum degi ber til at vitja so kend støð sum Þingvellir, Gullfoss, Geysir og annað.
Útferð í søguligum umhvørvi
Henda eina ferðin byrjar klokkan
8:30 úr Reykjavík, haðani ferðin
fyrst gongur til Nesjavellir, ið
er eitt av heitu økjunum í vakra
landslagnum við Þingvallavatn.
Síðani verður leiðin løgd til
tjóðparkina við Þingvellir, her
íslendska altingið varð sett á
stovn í árinum 930 eftir Kristi
føðing.
Eftir at hava sæð og upplivað
serstøku náttúruna her, gongur
leiðin til eitt eins vakurt og eins
kent stað – Gullfoss, sum ein bara
má síggja, áðrenn ein doyr, sum
tikið verður til.
Næst á skránni er eisini eitt
must-see-stað í Íslandi, nevniliga
tær heitu keldurnar við Geysir og
Skrokkur. Eftir at hava etið eina
máltíð, stendur gamla sætið hjá
íslendska biskupinum, kirkjan
í Skálhólti og urtagarðsøkið í
Hveragerði fyri framman.
Henda ferðin í søguligari
slóð verður gjørd hvønn dag í
viku, og varir í slakar 9 tímar.
Kostnaðurin er 9.500 íslendskar
krónur, sum svarar til 280 før
oyskar krónur.
Viðmæli
Ein teirra sum hevur vitjað
túrin er ein við navninum
Magloire úr Fraklandi. Og
viðkomandi gevur túrinum,
sum varð gjørdur 9. mai
í ár, sítt besta viðmæli:
Sera vakur túrur og
ógvuliga áhugaverdur.
Ferðaleiðarin var óførur.
Steðgirnir vóru passaliga
langir, soleiðis at vit kundu
njóta teir. Má roynast!